mánadagur 10. september 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. september 2012 · Nr. 105
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Okkurt bendir á, at vit kunnu
fáa eitt stríð um vald í Sam
bandsflokkinum.
Bárður
Nielsen í Vestmanna forspilti
sær kjansin at blíva løgmað
ur og floksformaður, tá hann
valdi pengarnar hjá Jákupi á
Dul fram um Fíggjarmála
ráðið.
Tað korthúsið rapaði, og
Bárður Nielsen hevur vunnið
seg inn aftur um tinggátt.
Kaj Leo ætlaði
– tá Bárður
fór – at seta
seg sjálvan
í
fíggjar
málaráð
ið,
men
tað slapp
h a n n
ikki fyri
Heðini Mortensen, javnað
armanninum, sum var vara
maður hjá Kaj Leo á tingi.
Kaj Leo og Bárður draga
ikki somu línu. Meðan Kaj Leo
droymir sum ríkjafelagsskap
og fullveldi og samstarv
millum sjálvstøðug lond, so
kallar Bárður Nielsen hetta
fyri luftkastellir. Hann vil
heldur tryggja vælferðina
fyri øll í Føroyum heldur
enn politiskt klandur
um nýggjar grundlógir
og loysing.
Okkurt bendir á eina
uppgerð. Og uppgerðir eru
tey von við í Sambands
flokkinum. Líka síðani tey
koyrdu Edmund frá, hevur
stríð verið um formans
sessin. Listbeth Petersen
legði frá sær eftir eyðmýkj
andi valósigur. Kaj Leo er
útfordraður einaferð
av
Johan
Dahl.
Kaj Leo vann og
Johan
rýmdi
fornermaður
– men kom
tó aftur.
U
m
Kaj Leo
i k k i
held
u
r
seg í
góða
gamla sambandsskinninum
fram móti næsta landsfundi
floksins, so gita vit, at Bárður
Nielsen bjóðar honum av, og
so hevur Sambandsflokkurin
aftur ein trúgvan konserva
tivan sambandsmann sum
floksfor
mann.
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mangt umbroytist á mansins ævi,
sigur orðatakið. Hóast tað ikki var
gamalt, so er sambandspolitikkur
eisini broyttur. Æviga toganin um
stjórnarviðurskifti Føroya hevur
havt mikla rúmd í politiska kjaki
num seinastu stórthundrað árini
ella gott og væl tað. Allir flokkar
hava justerað síni politisku sjónar
mið viðvíkjandi stjórnarviðurskift
unum alt eftir tíðini – uttan Sam
bandsflokkurin.
Gomlu sjálvstýrisflokkarnir góð
tóku heimastýrisskipanina og hava
verið virknir partar í fólkaræðisligu
tilgongdini, hóast tað vóru Sam
bandsflokkurin, Javnaðarflokkurin
og Sjálvstýrisflokkurin, sum fingu
hesa skipan ígjøgnum, tí loysingar
flokkurin Fólkaflokkurin ikki vann
tann eina tingmannin, honum rest
aði, fyri at fáa meiriluta á tingi.
Longu tá skinklaði Fólkaflokk
urin í kongunum – og tað bar við
sær, at Tjóðveldisflokkurin varð
stovnaður.
Javnaðarflokkurin hevur eisini
roynt at siglt millum skerini fyri
ikki at styggja sambandsveljarar
nar, samstundis sum hann eisini
kundi halda potentiellum sjálv
stýrisveljarum til við sínum yv
irtøkupolitikki, sum skuldi – sum
gamli formaðurin plagdi at siga –
føra Føroyar at loysingini, um ikki
til loysingina.
Men nú er góði gamli Sambands
flokkurin eisini farin at skinkla
í kongunum. Løgmaður hevur
droymt um ein ríkjafelagsskap.
Hann er tó bankaður upp á pláss í
egnum flokki, hevur verið í størsta
danska dagblað við dreymi sínum,
sum eingin tó gav ans – eins og hann
var á ríkisfundi, har hann heldur
ikki fekk ljóð fyri uppskotinum.
Afturkomin sigur løgmaður, at
samstarvið í ríkisfelagsskapinum
eru broytt soleiðis, vit nú fara at
arbeiða við møguleikum í staðin
fyri forðingum. Skilja vit løgmann
rætt, so hava hann, Helle Thorning-
Schmidt og Kupiik Kleist samtykt,
at tey nú fara at brúka politiskar
møguleikar í staðin fyri løgfrøðis
ligar forðingar.
Sera áhugavert, serliga um hini
bæði hava skilt semjuna á sama
hátt.
Í sama andadrátti sigur løgmaður,
at hann heldur, at vit eiga at taka
uppaftur stjórnarskipanararbeiðið,
og gjørt tað liðugt!
Men hesum hóvar ikki Bárði Niel
sen, sum tykist vinna sær leiklutin
sum andstøðingur løgmans í Sam
bandsflokkinum. Bárður sigur í
lesarabrævi í dag, at arbeiðið við
stjórnarskipanini skal liggja. Hann
vísir á, at samgongan hevur avgjørt,
at hetta arbeiðið ikki skal takast
uppaftur og vísir á, at hetta er eitt
projekt, sum fullveldissamgongan
sjósetti um aldaskiftið.
Altso, nú skal løgmaður setast
upp á pláss við sínum luftkastell
um...
Sambandshøvdingar eru
ósamdir um stjórnarskipan
Í vikuni kemur danski utt
anríkisráðharrin,
Villy
Søvndal til Føroya á ar
beiðsvitjan.
Hósdagin 13. september
fara løgmaður og uttanrík
isráðharrin at hava teirra
árliga
sínámillum
fund.
Fundurin verður í Vest
manna. Á skránni eru m.a.
makrelósemjan og ynski
um føroyskan limaskap í
WTO. Løgmaður og uttan
ríkisráðharrin fara eisini
at viðgera samskiftið mill
um donsku stjórnina og
landsstýrið á uttanríkis- og
trygdarpolitiska
økinum,
og hvussu Føroyar fáa betri
møguleika at røkja egin
áhugamál í millumtjóða
felagsskapum.
Hósdagin skal uttanrík
isráðharrin eisini á fund
við Løgtingsins uttanlands
nevnd.
Í Danmark er Villy Søvn
dal komin nógv í fokus í
hesum døgum, nú hann
kunngjørdi, at hann leggur
frá sær sum floksformaður
– og stríð hevur longu tikið
seg upp innanhýsis, um
hvør skal taka yvir tungu
uppgávuna, nú tølini hjá
SF ikki eru so góð, sum tey
hava verið.
Villy Søvndal
kemur til Føroya
Vælferð og luftkastellir
Bárður heldur enn Kaj Leo?
Iran
hóttir Ísrael
Richard Danilesen
kjak á síðu 24
Mani
pulatión í
Kringvarpi
Hans Dávid Hansen
kjak á síðu 25
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000