Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Nógv mundu udrast – ser­ liga fólk, ið fáast við hand­ i­l­s­lýsingar, tá Tórs­havn­ar Komm­una fyri nøkr­um vik­ um síðani lat lýs­ing­ar­pláss ti­l hand­il­slýs­ing á nógv­um lykt­a­pelum á fleiri høv­uðs­ vegum í Havn, eitt nú í R. C. Effersøesgøtu og á Ring­veg­ num. Vit hava sæð fyrr, at komm­unan hevur hongt bann­arar upp, har eitt nú verð­ur boðið væl­kom­in til ólavsøku ella um­hvørv­is­ viku. Men at Tórshavnar komm­una nú fór at selja hand­ils­lýs­ing­ar á lykt­a­pel­ um, tað tyk­ist óhoyrt, ser­liga tá kommunan hev­ur verið so nógv eftir hand­ils­rek­andi, sum seta upp lýs­ing­ar­skelti. Men talan er um eitt mis­ tak, sigur Ingibjørg Berg, komm­un­u­stjóri í Havn, tá Sos­ia­l­ur­in spyr, hvussu nógv tað kostar at lýsa á hesum pláss­um. – Í hesum einstaka før­ i­num tek­ur komm­un­an 2.012,50 krón­ur við mvg fyri upp­hang, men talan er sum sagt um eitt mistak, og tí er ann­ar prísur heldur iki sett­ ur á fyri at lýsa, sigur komm­ un­u­stjórin. Spurd um, hvussu hetta sam­pakk­ar við ferðsl­u­trygd­ar­ pol­i­tikk­in hjá ko m m ­u n ­u n i , og um ferðsl­u­ myn­d­ug­lei­kar so sum politi o. o. hava viðmælt hes­um hátti at selja lýs­ing­ar­ pláss sigur Ingi­ bjørg Berg aftur, at talan er ikk um lýs­ing­ar­ pláss, og tískil hava ferðslu­ mynd­u­g­lei­k­ar­ nir ikki um­mælt hetta til­tak­ið. S a m ­b æ r t komm­un­u­stjór­ a­num, ser er tað ein »stovn­ ur«, sum hevur gjørt mis­takið við at hava fing­ ið bann­arar at heingja upp. Tað er brand­ støð­in, sum hevur hongt bann­arar upp og sent rokn­ ing fyri ó­makin. Rokningin er upp á 1.610 krónur pluss mvg. Tað er tað sama sum 146 krónur um dagin. Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað er við eini margháttligari kenslu, at lurt­að verð­ur eftir politikarum, sum tosa um trupulleikan við fólk­ um – ser­liga kon­u­fólk­um, sum flyta av land­i­num og ikki koma aft­ur. Ser­liga ør­kymlandi er tað at hoyra pol­it­ikarar við ábyrgd tosa um hetta fyr­i­brigd­ið, sum vit eiga at kanna, tí vit vita ikki alt. Hví vita løgtingsfólk ikki, hvør trup­ul­leikin er? Hví kennir løg­mað­ ur ikki trupulleikan? Hann sigur seg hava á­byrgdina av, at fólkatalið mink­ar, eins og hann sigur seg hava á­byrgdina av, at fólkatalið í 2009 var met­høgt... Tá tosað verður um orsøkir til, at fólk velja at búseast í Danmark held­ur enn í Føroyum, so verður ofta víst til kannignina hjá Norð­ ur­atl­ants­bólk­i­num. Men álvaratos. Kanningin hjá Norð­ur­at­lants­bólkinum varð latin úr hond­um­ í 2008. Síðani tá hava sitið tveir løgmenn, trý landsstýri og fýra mentamálaráðharrar   og fram­vegis er einki frægari boð, tá tos­að verður um fráflyting, enn henda kanningin hjá einum and­ støð­u­bólki á fólkatingi   uttan at seta nak­að niður á dygdina á hesi kann­ing, tvørturímóti. Men hetta sig­ur eitt sindur um, hvussu stóra til­vitan trupulleikin hevur í okkara heim­ligu politisku skipan. Tað er eitt faktum, at um 150 fólk, sum fara niður til Danmarkar at lesa  hvørt ár  ikki koma heim­ a­ftur. Bara tíðina meðan Kaj Leo Jo­hann­e­sen hevur verið løgmaður er talan um 600 fólk, sum eru farin í lestr­ar­ør­i­ndum, men sum ikki eru kom­in aftur. Síðani aldaskiftið er talan um 1.800 fólk. Nettofráflytingin seinasta árið var 380 fólk! Bara hesin løgmaðurin hev­ur sitið, hava eini 1.200-1.300 fólk fleiri valt at flyta av landinum enn til land­ið. Altso ein nettofráflyting upp á 1.300 fólk. Kreppa ella ikki kreppa. Slík tøl bera boð um eina poltiska skip­an, sum ikki tekur hendan sera álv­ar­ sama trupulleika í álvara, og sum ikki stimbrar undar at fáa fólk at trúgva upp á framtíðina í hesum landi. Vit mugu fáa ítøkilig boð uppá, hvussu politikararnir vilja raðfesta til tess at broyta hesa gongd, heldur enn at renna sum hundur um heit­ an greyt og skúgva trupulleikan und­an sær. Vit hava brúk fyri, at øll tann pol­ i­tiska skipanin tekur saman lógv­ a­tak um at loysa hendan størsta sam­fel­ags­liga trupulleikan Líka so lítið sum tað nyttar at seta sær sum politiskt mál at fáa bú­ skap­ar­vøkst­ur er boðskapurin um fólka­vøkst­ur. Øll vita, at sjálvandi skulu vit hava búskaparvøkstur og fólka­vøkstur. Politiska uppgávan er at siga, hvussu vit náa endamálinum – ikki bara at tosa um trupulleikan, men at gera nak­að ver­u­ligt fyri at loysa hann. Fólkavøkstur og búskapar­ vøkstur eru ein sjálvfylgja Í dag eru 80 ár síðani, at Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður, varð føddur – 12. september í 1932. Atli Dam doyði 7. febr­u­ar í 2005. Atli Dam kom sum eitt skot í før­oyskan politikk í mars mán­aði í 1970, tá Javn­að­ar­flokk­ur­in hevði boð eftir hon­um at gerast lands­stýr­is­mað­ur, eft­i­r at Villi Sørensen í Klaks­vík brádliga doyði nýggj­árs­dag í 1970. Á valinum í nov­em­ber í 1970 varð hann valdur í Suð­ ur­oy­ar v­al­dømi, og hann endurskipaði sam­gongu 10. de­s­em­ber í 1970 við Javn­að­ar­flokk­i­num, Sam­bands­flokk­i­num og Sjálv­stýr­i­s­flokk­ i­num. Lands­stýr­is­ menn aft­ur at hon­um vóru Jákup Lind­en­ skov, (C), Peter F. Christ­ i­ansen og Eli Nolsøe (B) og Sámal Petersen (D). Atli Dam var løg­mað­ ur í fimm sam­gog­u­m: 1970-75, 1975-1979, 1979- 81, 1985-1989 og 1991-93, tá hann legði frá sær og Mar­ita Petersen tók við løg­mans­sess­i­num. Atli Dam er tann, sum hev­ur sitið nógv longst sum løgmaður – hann sat í til­samans góð 16 ár, hann stýrdi fimm samgongum – har allir flokkar á tingi vóru við upp á skift, og til samans hevði hann 22 lands­stýrisfólk undir sær, 21 mans og eina kvinnu. Atli hevði fylt 80 ár í dag Gerðir heldur enn orð Kommunan selur ikki lýsingarpláss á lyktapelum Eingin mani­pul­a­ tión Høgni í Jákupsstovu kjak á síðu 20 Sálarsjúka – ikki fyri sartar sálir Rigmor Dam kjak á síðu 15 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lýsarin gjørdi einki galið. Men »onkur« í umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu helt, at kommunan seldi handilsvirkjum lýsingarpláss á lyktapelum. Men tað ger kommunan ikki, sigur kommunustjórin