Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eivør tekur einki fyri givið – Eg upplivdi einaferð, at bara ein persónur kom á konsert hjá mær, og hann bleiv blakaður út, tí hann var ov fullur. Í dag syngi eg í stórum konsertsalum kring heimin, og tað seti eg stóran prís uppá, sigur songkvinnan Eivør Pálsdóttir Rannvá G. Fossaberg Hon er kvinnan, sum altíð hevur torað at gingið egnar leiðir, letur seg ikki stýra av, hvat onnur halda, og so hevur hon frá heilt ung­um árum av verið púra vís í, at dreymastarvið skuldi blíva til veru­leika. – Longu sum smágenta plagdi eg at skriva í vinkonubøkur, at eg vildi verða sangarinda sum vaks­ in. Í roynd og veru havi eg ongan­ tíð ivast í, at eg vildi fáast við sang og tónleik og kunna liva av tí sum vaksin, sigur 29 ára gamla Eivør Pálsdóttir. Í meir enn 10 ár hevur hon fingist við tónleik og verið á konserferðum um allan heimin. Konsertir sum aloftast eru útseldar. Fyri stuttum gav hon út sína nýggjundu fløgu, sum ber heitið »room«. Sjálv heldur songfuglurin úr Gøtu, at nógv er broytt, síðani hon gav út fyrstu fløguna í 2000. – Alt tað, ið tú upplivir, er við til at forma teg sum menniskja og er við til at innrætta og skapa tað rúmið, tú hevur innan í tær. Tað er eisini hetta, sum er tema á míni nýggju fløgu. Lívið er broytt Nógv er broytt, síðani tann tá 13 ára gamla Eivør vann sang­kapp­ ingina »Ársins Songrødd«, og eis­ ini tá hon sum 15 ára gomul var við í bólkinum Clickhaze. Serliga eru tað tvey tey seinastu árini, sum hava havt stóra ávirkan á Eivør. – Tvey tey seinastu árini verið rættiliga ekstrem. Ekstrem upp á fleiri mátar. Tá eg hugsi um tað í dag, so er tað, sum um at eg havi svomið í einum havi við ótrúliga sterkum og ymiskum kenslum, og lívið hevur víst seg frá sín­um myrku og hvøssu síðum, sam­ stundis sum tað eisni hevur givið mær ljós og gleði, sigur Eivør og heldur fram: – Eg upplivdi at missa eina stóra fyrimynd, sum var pápi mín. Ein stór sorg og saknur, sum ikki kann lýsast við orðum. Alt hetta var samstundis, sum eg møtti Tróndi, sum í dag er maður mín. At uppliva hesar kenslur og hendingar, alt innan tvey ár, hev­ ur sjálvandi havt eina stóra ávirk­ an á meg, sigur Eivør. Í summar giftist hon Tróndi Bogasyni, og umframt at hava fingið heitið kona, so kann Eivør eisini kalla seg pappmamma at seks ára gomlu Tóru. – Ja, tað er víst, at tað er alt ein stór broyting, men tað kennist ótrúliga rætt og nattúrligt. Tað er, júst sum at heimurin er blivin meira opin og ikki minst litríkari, nú tað ikki bara eri eg men vit trý, sigur Eivør og smílist. Arbeiðir við manninum Nýggja fløgan hjá Eivør vísir eis­ ini, at broytingar eru farnar fram í lívinum hjá einum av føroya bestu songkvinnum. Sum nakað nýtt hevur Eivør sjálv framleitt fløg­una, og tað hevur hon gjørt sam­an við Tróndi. – Tað fall rættuliga náttúrligt, at vit skuldu framleiða hesa fløg­ una saman. Tað byrjaði við, at eg leitaði nógv til hasara við sang­ skriv­ingini, tí hann gav mær tann konstruktiva kritikkin, sum eg føldi, at eg hevði brúk fyri fyri at bróta onkrar gamlar vanar og mynstur. Tað riggaði so mikið væl, at vit avgjørdu, at vit saman skuldu framleiða fløguna, sigur Eivør, sum fegnast um, at tey bæði eisini samstarva væl, tá ið tað umræður tónleik. – Eg haldi, at vit skilja hvønn annan ógvuliga væl, og vit tora at vera erlig, greiðir Eivør frá og leggur afturat: – Eg havi eisni leitað mær til onnur dugnalig fólk sum Teit og Canadiska rithøvundin Marilyn Bowering, og tey hava eisini givið í meldrinum – Tað er sjálvandi altíð stuttligari at vera ein almennur persónur, tá tað gongur væl, men tá tú ert eitt kent andlit, mást tú eisin taka við, at alt er alment, eisini tað, sum tú helst vil halda fyri teg sjálva og tíni nærmastu ...framhald á síðu 6 Mynd: Høgni Heinesen