Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. september 2012 · Nr. 106 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Í juni mánað blivu 17 venjarar lidnir við B4-venjaraskeiðið (Slóðarin), og kundu tí fara til B-próvtøkuna, sum Fót­ bólts­samband Føroya skipaði fyri fyrstu vikuskiftini í sep­ tember. Leygardagin 1. september var møguleiki at fara til B-próv­tøkuna í FSF-húsinum í Havn, og eina viku seinni var møgu­leiki at taka B-prógvið í KÍ-høllini í Klaksvík. Í alt tóku 14 venjarar tóku av møguleikanum at fara til próv­tøkuna, sum allir klár­aðu. UEFA B-prógvið er mill­um annað fyritreyt fyri at kunna søkja um upptøku til A-venjara­ útbúgvingina, skrivar fsf.fo Bæði A- og B-venjara­út­búgv­ ingin hjá Fótbóltssamband Før­ oya eru góðkend av UEFA, og tí er talan í hesum føri um 14 nýggjar føroyskar venjarar við UEFA B-prógvi. Teir, sum hava tikið B-prógv, eru: Heðin Joensen, AB Ingi Jacobsen, B36 Jens Kristian Hansen, B36 Magni á Lakjuni, B36 Jóhan Petur Poulsen, B68 Øssur Hansen, B68 Sorin Anghel, EB/Streymur Ríkin N. Djurhuus, HB Eyðun Ryggshamar, ÍF Ken Bærentsen, ÍF Rúni Petersen, ÍF Karl Marius Poulsen, KÍ Petur Martin Hansen, KÍ Rúni Elttør, Undrið FF trondur@sosialurin.fo 14 venjarar afturat við UEFA B-prógvi Fótbóltur Fyrstu vikuskiftini í september, tóku 14 venjarar av møgu­ leikanum at taka UEFA B-prógvið Hondbóltsfeløgini Tjaldur og VÍF eru gingin saman um samstarv í bestu og næstbestu kvinnu­deildini. Avtalan verður galdandi fyri kappingarárið 2012/2013, og við møguleika fyri at leingja sam­starvi. Hesum boða feløgini frá í kvøld. Felagsliðið kemur at eita: VÍF/Tjaldur. trondur@sosialurin.fo Tjaldur og VÍF arbeiða saman Tróndur Arge U19-landsliðsvenjararnir, Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen hava úttikið føroyska hópin, sum í døg­unum 26. september til 1. oktober skal luttaka í EM-undankapping í Estlandi, skrivar fsf.fo. Umfarmt vertstjóðin Estland, eru Ukreina og Onglandi eisini í bólki saman við Føroyum. Fyrsti dysturin hjá føroyska U19- landsliðnum verður mikudagin 26. september, móti Ukreina. Fríggja­ dagin 28. september skulu føroysku dreingirnir spæla móti Onglandi, og seinasti dysturin verður mánadagin 1. oktober, tá Estland tekur ímóti. Allir dystirnir byrja klokkan 15:00, lokala tíð. Teir 18 leikararnir, ið eru úttikinir, eru hesir: Jákup Højgaard og Rasmus Dan Sørensen, B36 Poul N. Mikkelsen og Tórur Justesen, KÍ Eli Nolsøe Leifsson og Rói av Fløtum, HB Eirikkur Magnusarson, Teitur J. Olsen, Ragnar Tausen og Poul Ingason, TB Allan J. Hansen, EB/Streymur Hørður Askham, 07 Vestur Jón Áki Jacobsen, FC Suðuroy Haraldur R. Højgaard, B68 Ari Danielsen, Silkeborg IF (DK) Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK) Marcus Bruun Rasmussen, Suså IF (DK) Brandur H. Olsen, FC København (DK) Venjarar: Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen Liðleiðari: Thom Jakobsen Fysioterapeut: Kristian Poulsen trondur@sosialurin.fo U19-landsliðið við dreingjum úttikið Fótbóltur Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen hava úttikið hópin, sum um mánaðarskifti skal til EM-undankapping í Estlandi Viljormur Davidsen, liðformaður á U21-landsliðnum, kennir HIK sera væl, tí hann spældi báðar upp­ flytingar dystir hjá FC Fyn í móti HIK. Hann greiðir soleiðis frá mót­ støðu­liðnum hjá ÍF Føroyum. – HIK er eitt gott lið og vunnu deild­ina í fjør. HIK hava eisini nakrar gamlar Superliga-profilar, sum Carsten Fredgaard og Nick Christensen. Annars eru HIK kendir fyri at spæla flottan og álopskendan fótbólt, sigur Viljormur Davidsen, sum tó metir, at ÍF Føroyar hevur ein møguleika hóast alt. – Tað kann saktans bera til hjá ÍF Føroyum at vinna á HIK. ÍF Føroyar skal bara revsa HIK við kontra, og annars tora at spæla í móti teimum, sigur Viljormur Davidsen. Formaðurin í ÍF Føroyum, Ingibjørn Johannesen, er eis­ini ógvu­liga spentur upp á upp­gáv­ una. – Hetta er ein stór avbjóðing hjá okkara monnum. Men trúgva at tað ber til. Ikki minst er tað spennandi, at um tað ótrúliga hendi, at vit koppa HIK, so kunnu vit møta liðum sum FCK, FC Nordsjælland og OB, sigur Ingibjørn Johannesen. Dysturin hjá ÍF Føroyum verður spældur á Gentofte Stadion klokkan 18.30 danska tíð. Fleiri upplýsingar eru at finna á fotboltur.dk. tíðindaskriv Spennandi avbjóðing hjá útisetum Fótbóltur Í annaðkvøld, mikukvøldið, stendur útisetafelagið hjá føroysku fótbóltsleikarunum í Keypmannahavn fyri stórari avbjóðing. Liðið skal møta HIK, sum vann 2. division Øst, sum svarar til triðbestu donsku deildina, í fjør