fríggjadagur 14. september 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
??
Síða 8
???
Kjak á síðu 13
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Um tveir mánaðir skulu føroyingar
aftur á kommunuval at kjósa fólk at
stýra teimum tríati kommununum,
sum vit framvegis hava í Føroyum.
Fáur mundi ivast í við seinasta
kommunuval í 2008, at kommunur
nar hesaferð fóru at verða munandi
færri í tali, men so varð ikki.
Ein nýggjur kommunubygnaður
hevur verið á skrá leingi, men lítið
og einki er hent seinastu 20 árini.
Tosað hevur verið um at leggja
ábyrgdarøki út til kommunurnar,
eitt nú eldraøkið og skúlaøkið. Men
tað er bara ikki hent. Gamaní hava
fleiri kommunur sjálvbodnar lagt
saman, men tað hevur einki við
politikkin hjá teimum skiftandi
landsstýrunum at gera – tað hevur
verið gjørt av skynsamum og upp
løgdum orsøkum, sum hava gagnað
báðum pørtum.
Tað sigur seg sjálvt, at tríati
kommunur er alt ov mikið til okkar
lítla samfelag. Bara raksturin av øll
um hesum kommunuumsitingum
– við hvør sínum borgarstjóra – er
ein tung og púra óneyðug byrða hjá
fleiri teirra.
Tí var tað kærkomið, nú tað
kom har til, at landsstýrið fór at
spyrja fólkið, hvussu kommunurnar
skuldu leggjast saman. Men fólkaat
kvøðan tann 3. mai í ár man vera ein
tann mest jánkaliga, vit nakrantíð
hava havt. Hon minnir kanska ikki
sørt um hana, sum var fyri neyvt
66 árum síðani í dag ella um hana,
sum skuldi verða 26. mai í 2001, men
sum Anfinn Kallsberg, fyrrverandi
løgmaður, avlýsti í tøkum tíma, tí
hann var bangin fyri, at hon fór at
binda okkum fastari í ríkisfelags
skapinum.
Og tað er júst tað, sum hendi.
Tann illa fyrireikaða fólkaatkvøðan
hjá landsstýrinum fekk ikki fólk á
val, tí tey vistu rætt og slætt ikki,
hvat fólkaatkvøðan gekk út uppá.
Tískil er støðan meira fastlæst nú,
enn hon var, um eingin fólkaat
kvøða hevði verið.
Tað sigur seg sjálvt, at vit skulu
hava størri kommunalar eindir, men
úrslitið av fólkaakvøðuni bleiv, at
vit bara skulu hava tríggjar komm
unur færri. Tað ger so púra ongan
mun. Skulu vit leggja kommunur
saman, so tað munar, so skulu vit
niður á nakrar heilt fáar komunur,
sum kunnu teljast á einari hond.
Kommunurnar
kring
landið
mugu helst sláa seg til tols við, at
tað verður ikki løgtingið ella lands
stýrið, sum fer at leggja tær saman.
Til tess er politiska skipanin alt og
stirvin og alt ov ryggleys. Lands
politikararnir tora ikki at taka eina
slíka støðu. Tí mugu kommunurnar
halda fram við tí meira ella minni
tilvildarliga
samanleggingarpoli
tikkinum, sum hevur verið framdur
seinastu árini.
Og tað er spell, tí best var um
leisturin var skilagóður og greiður.
Nýtt umfar av Hvonn Live
Fyri triðju ferð skipar Sunda
kommuna fyri mentunarviku,
sum verður sett leygarkvøldið
við kvøldsetu í Eydnuni, har
Sofus D. Johannesen, bygdar
ráðslimur, setur tiltakið.
– Høvuðsendamálið við
vikuni er at varpa ljós á
mentan í breiðum týdningi,
men eitt annað endamál, ið
eisini vigar tungt, er at hava
hesi mentunartiltøk so nógva
staðni sum gjørligt, helst í
hvørjari bygd í kommununi,
sigur Sofus D. Johannesen.
Hann sigur, at kommunan
hevur boðið ymsum felags
skapum við at skipa fyri til
tøkum, t. d. bygdarfeløgum,
ítróttarfeløgum, kirkjunum.
– Fleiri av hesum hava
tikið av, men kommunan
kundi hugsað sær størri
áhuga, so man fekk fjøl
broyttari skrá, men kanska
verður hetta betri næsta ár.
Hóast tiltøkini ikki eru so
mong í tali, sum onkrar aðrar
kommunur hava, so eru tey
fjølbroytt og áhugaverd. Her
eru bæði tónleikur, kvøldseta,
fyrilestrar, framsýning, dans
ur og nógv annað. Allir ald
ursbólkar kunnu finna til
tøk, um eru áhugaverd fyri
tey, og tiltøkini eru rímuliga
væl spjadd millum bygdirnar,
sigur Sofus D. Johannesen.
Alment
verður
ment
unarvikan sett í Eydnuni
leygarkvøldið, har m. a. virð
islønir í samband við urta
garðskapping, sum komm
unan hevur skipað fyri í
summar, verða latnar, eins og
ein heiðursgáva verður latin
fyri mentunaravrik.
Mentunarvikan
byrjar
fríggjakvøldið 14. og endar
leygardagin 22. september
2012.
vikuskiftisblaðið
Hans Pauli Strøm »Ongin
føroyingur hevur nakrantíð
stjórnað slíkum luftkastelli
sum Bárður Nielsen!
»Vælferð fram um luft
kastellir«
skrivar
hann,
sum sjálvur blakaði mest
ábyrgdarfulla starvið í land
inum frá sær fyri at loypa
yvir í gullrandaða stjóra
starvið fyri størsta luftkast
elli nakrantíð í Føroya søgu,
tað viðgitna Stóratjørn-pro
jektið...«
Leygarkvøldið fer Rás2 undir
eina nýggja røð av Hvonn Live
sendingum.
Hvonn Live eru sendingar,
sum Rás2 sendir beinleiðis av
Hvonn í Havn. Í sendingunum
eru samrøður við aktuellar
gestir, kjak, undirhald og liv
andi tónleikur.
Í fyrstu sendingini í heyst,
sum verður leygarkvøldið, vitja
borgarstjórarnir í Tórshavnar
og
Klaksvíkar
kommunu,
Heðin Mortensen og Gunvá
við Keldu. Prátað verður við
tey um upplivingar sum borg
arstjórar, spurt verður hvat
tey halda um hvørt annað, og
so skulu tey eisini kappast í
spurnarkapping, har tey skulu
gita spurningar um um komm
ununa hjá hvørjum øðrum.
Nýggi krinvarpsstjórin Dia
Midjord verður eisini gestur
í sendingini, og fyrrverandi
fótbóltsspælarin Ingi Højsted
greiðir frá um sína fótbóltstíð
við nógv álvarsomum skað
um.
Dreingjabólkurin
All-In,
sum í summar hevur hittað
við sanginum Vanja, hevur
sína fyrstu live-framførslu.
Teir syngja bæði stóra hittið
og ein spildurnýggjan sang.
Eisini fer Bárður Johannesen
at spæla live.
Vertir í sendingini eru
Rannvá Gaard Fossaberg og
Eyðun Klakstein.
Hvonn Live verður leygar
kvøldið kl. 20.00
Tá vit
vrakaðu
loysingina
Johan Petersen
kjak á síðu 14
Veitslan
avlýst...?
Tóra við Keldu
Eygamálið síðu 14
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Lisið á
Torbjørn Jacobsen, fyrrver
andi løgtings- og landsstýr
ismaður, hugleiðir í Tíðar
grein í blaðnum í dag um 14.
september, sum er ein heilt
serligur dagur í føroyskum
politikki.
– Í mínum hugaheimi
snýr loysingin seg um sam
band. Samband við allan
heimin, har føroyska tjóð
in, í konstruktiónini sum
nationalstatur, er javnbjóð
is leikari á altjóða pallinum,
sum tekur fulla og treyta
leysa ábyrgd av sær sjálv
um og sum hevur javnbjóð
is rættindi í øllum samskifti
við onnur lond, skrivar Tor
bjørn Jacobsen.
Les Tíðargreinina á síðu 15
Loysing er
samband
Mentanarvika í Sundalagnum
Politikarar megna ikki at
leggja kommunur samnan
Kommunur saman uttan kós