Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. september 2012 · Nr. 107 4 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sosialurin Randi Jacobsen Klokkan var farin av tígg­ ju mikukvøldið, tá ið Før­oya rættur umsíðir var liðug­ ur at viðgera stóra rús­ evnis­málið við træðrum til rokkaraumhvørvið í Dan­ mark. Rættarfundirnir vóru í tríggjar samfeldar dagar á rað. Dómarnir blivu næstan, sum ákæruvaldið kravdi. Ákærin helt eitt sindur undir tvey ár í fongsul vera hóskandi fyri gentuna, sum saman við einum manni í juni kom til Føroya í bili við rús­evnum fjaldum í. Ákærin vildi ikki hoyra um, at ein partur skuldi vera treytaður, tí gentan mátti hava vitað, at hørð rúsevni vóru í bilinum. Hin­vegin átti hon at fáa eitt sindur av avsláttri, tí hon hevði gjørt arbeiðið hjá politi­num lættari við at peika út mannin, sum ákærdur var fyri at hava skipað fyri at senda rúsevnini til Føroya. Dómurin var eitt ára fongsuls­revsing. Beint áðrenn málið varð tik­ið upp til dóms miku­ kvøld­ið, høvdu tey ákærdu høvi til at siga seinasta orðið, sum tey hava rætt til. 20 ára gamla gentan græt og illa læt, tá ið hon har­ma­ð­ ist um, hvussu býtt hon hevði verið. Tríggir teir seinastu mánaðirnir, hon hevur sitið varðhaldsfongslað, høvdu verið teir ringastu í lívinum, og hon helt, at hon nú hevði fingið eitt stempul í pannuna fyri lívið. Hon varð latin leys, tá ið rættarfundurin var av miku­ kvøldið. Nógv rúsevni í fongslinum Mannin, sum var við í bilinum, vildi ákærin hava dømdan við tveimum árum í fongsli, sjálvt um hann eisini hevði hjálpt politinum. Tað hevði hann gjørt við at nevna navnið á manninum, sum skuldi taka ímóti rús­ evn­unum, og so hevði hann aðr­ar upplýsingar um hann, so politiið beinanvegin visti, hvør maðurin var. Hesin maðurin varð eisi­ni ákærdur fyri at hava hótt ein fangavørð í Mjørka­dali, tá ið hann sat varð­halds­fongsl­að­ ur har. Hesin maðurin varð dømd­ur hálvt annað ár í fongsul. Eisini hann hevði nakrar við­merkingar, tá ið málið var við­gjørt. Hann segði somleiðis, at hart hevði verið at sitið varð­ haldsfongslaður. Hann sat í Danmark. Fongslið fleyt við rús­evnum, og fangar koyrdu hart á hann fyri at gera ar­ beiði fyri teir, tá ið hann kom út. Maðurin var harmur um, at hann hevði lokkað gentu­ na at koma við til Føroya og smugla rúsevni. Gjørt slíkt áður So var tað maðurin, sum eftir ætlanini skuldi taka ímóti rúsevnunum í Føroyum. Hann vildi ákærain hava dømdan trý ára fongsuls­rev­ sing. Hann vildi hon hava dømdan so hart, tí hann áður hev­ur lokkað ungar gentur at smugla til Føroya, og hon vildi vera við, at maðurin hevði verið í Danmark og lagt smugl­i­ng­ina til rættis saman við høvuðsmanninum. Har­ aftrat var komið fram, at hann hevði smuglað rúsevni til Føroya í mai í skom sín­ um, men tá varð hann ikki av­dúkaður. Eisini hevði hann selt ADHD-heilivág í Før­oyum. Hesin maðurin fekk hálvt triðja ára fongsulsrevsing. Hann vildi ongantíð siga nakað um málið í rættinum. Harðasti dómurin Maðurin, sum hevði sam­ band við Hells Angels í Danmark, átti at fáa harð­ astu revsingina fyri leiklut sín. Kravið var trý ár og 11 mán­aðir. Kravið var júst hetta, tí skuldi maðurin dømast fýra ár ella meir, hevði verið neyðugt við nevn­ing­a­tingið. Hann hevur fleiri dómar aftan fyri seg fyri brot á vápna­lóg, tjóvarí, brot á rús­ evnis­lóggávuna o.a. Ákærin gjørdi nógv burtur­úr, at hann hevði samband við rokkara­um­ hvørvið. Hells Angels fíggja sítt virksemi millum ann­ að við narko-sølu, og nú myndug­leikarnir eru eftir teim­um, hava teir tørv á nýggj­um marknaði. Hann var nýggjur limur í AK81, sum er ein stuðulsbólkur hjá Hells Angels, og tað hevði óivað verið gott hjá honum at byrja við at funnið ein nýggjan marknað. Dómarin segði hálvt fjóðra ár í fongsul. Treytaður dómur Tann fimti ákærdi var ein før­oyingur í 20-árunum. Hann luttók ikki í sjálvari smuglingini ella til­rættis­ leggingini, men hann hevði dag­ligt sms-samband við mann­in, sum skuldi taka ímóti. Í rættinum segði hann lítiðð og einki, tí hann segði seg ikki minnast, eitt nú um hann hevði svarað upp á sms frá vinmanninum. Hann viðgekk at hava keypt heilivág frá vin­manni­ num og selt víðari, og at hann átti tær 20 hassjplanturnar, sum politiið fann heima hjá hon­um. Hann hevr áður smuglað. Hann fekk 60 daga treytaða fongsulsrevsing, og tað merkir, at hann ikki skal inn at sita, uttan so hann ger slík lógarbrot aftur. Ákærin hevði ikki nakað neyvt krav um revsing til henda mannin, men nevndi nakr­ar mánaðir í fongsul. Verjarnir gjørdu sítt besta at niðurtóna álvaran í smuglingini, men dómarin valdi at lurta meira eftir ákæra­num, hóast allir dómar­nir vóru eitt sindur linari, enn ákærin kravdi. 24. juni komu tvey ung fólk í bili til Føroya við Norrønu. Tey vórðu steðgað í tolli­num, og í einum eld­ sløkk­jara vórðu funnin yvir 600 gramm av hassji og næstan hundrað gramm av MDMA-pulvuri, sum kundi umroknast til 1137 ecstasy-tablettir. Tey søgdu fyrst við politi­ið, at tey vóru komin til Føroya at ferðast, men tað gekk ikki long tíð, til fyrst hon og so hann legði kort­ini á borðið. Hann var komin til at langa til ein rokkara, sum breyt nøsina, og afturfyri varð tann ungi maðurin kravd­ur at gjalda 25.000 krón­ur. Hann kundi ikki út­ vega peningin og varð tí kravd­ur at fara til Føroya við rúsevnum. Hann hevði fyrst tos­að við systkinabarnið, sum hevði samband við rokk­ ar­ar­nar. Hon dugdi at siga, hvør tann maðurin var, og hann segði politinu, hvør skuldi taka ímóti í Før­oy­um. Politiið fór í gongd við at kanna telefonirnar, og tað kanningararbeiðið hevði við sær, at ein aftrat varð tikin. Tað vísti seg, at so at siga øll sms hjá teimum nú dømdu vórðu strikað. Tó eydnaðist at finna nøk­ur sms aftur. Eisini varð kannað, hvar fartelefonirnar vórðu, sum ringt varð til og frá vórðu, tá ið ringt varð. Hetta var fyrstu ferð, at slíkt tele-kann­ing­ar­ar­ beiði er lagt fram í rætti­ num í Føroyum. Sjálvt málið Harðir narkodómar í Føroyum Føroya rættur feldi í gjár dómarnar í stóra rúsevnismálinum. Høvuðsmaðurin fekk hálvt fjórða ára fongsulsrevsing, trý onnur fingu fongsulsrevsing. Fimti maðurin slapp við einum stuttuum treytaðum dómi