Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-14, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. september 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 107 · 14. september 2012 2 VIKUSKIFTI Hvonn Live verður í Hvonn í Vágsbotni í Havn og á Rás2, har tónleikabólkurin All In framførir live, fótbóltsleikarin Ingi Højsted vitjar og borgarstjórarnir í úr Klaksvík og Havn. Leygarkvøldið klokkan 20 Skuldi nakar av tykkum ivast, so kann eg gott kann eg gott bera tykkum sorgar­boðini. Summarið er av! Tað hava veðurgudarnir væl og virðiliga prógvað seinastu tíðina. Nýggjar tíðir eru fyri framman. Myrkari tíðir og kaldari tíðir. Men so er tað hatta við, at letur tú teg í eftir veðrinum, so er tað ikki so galið. Vit føroyingar duga væl at tilpassa okkum. Laga okkum til umstøðurnar. Soleiðis er eisini í Miðlahúsinum. Tí verður tað næsta fríggjadag ein broyttur Sosialur, sum tú plagar í. Seinasta leivdin av summ­ ar­inum, Summar-innlegg okkara, er nú kom­ið út fyri síðstu ferð á hesum sinni. Vit hava borðreitt við brúdleypsgreinarøð, politiskum portrettum, bókligum tilfari, vísindaligum tilfari, samrøðum við aktuellar og áhugaverdar persónar, ferðafrásagnir, myndafrásagnar og mangt annað. Summarið er av og Vikuskifti tekur við. Vælumtókta innleggið, sum kemur at seta sín heilt serliga dám á fríggjadagsbløðini framyvir. Tað, sum setir sín dám á seinasta Summar er eitt sindur av hvørjum – júst sum tað plagar. Bakgrundstilfar, mynda- og ferðafrásøgn, lýsing av sjónvarpsrøð og vangamyndir. Men við hesum Summar er summarið av. Heystið, veturin og Vikuskifti standa fyri framman, so har er ikki einki at gleða seg til. Um ikki annað, so kunnu vit gleða okkum til næsta summar. Nýggjar tíðir Rólant Waag Dam Summarredaktørur Framsýning Fridu Zachariassen til heiðurs, sum hevði verðið 100 ár 24. september í ár. Framsýningin er opin leygardagin og sunnudagin frá klokkan 15 í Ósáskúlanum í Klaksvík FM í Fitness verður fyri fyrstu ferð, har kappast verður um kropsliga styrki, konditión og kropsliga útsjónd. Tiltaki verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið klokkan sjey Poemorðini er heitið á nýggjum leiki, sum verður frumsýndur í Sjónleikarahúsinum leygar­ kvøldið, men sýning verður eisini leygarkvøldið. Báðar dagarnar klokkan 20 Oddabrak í fótbólti verður í Streymnesi, har KÍ vitjar hjá EB/Streymi. Klaksvíkingar kunnu spæla sundalags­monnum eitt puss við at vinna, samstundis sum teir sjálvir av álvara kunnu melda seg inn aftur í oddastríðið Tiltøk um vikuskiftið Japansk listaframsýning í Norðurlandahúsinum. Tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Listaframsýning letur upp fríggjadagin 14. september kl. 17.00