Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Høgni Hoydal heldur, at vit eiga at gera 14. september til ein serligan dag, har skúl­ar­ nir fara at undirvísa í, hvat fólka­ræði er. Ein ikki sørt vakur tanki – sum kortini er rættiliga na­ iv­u­r. Meinar Høgni Hoydal ver­ u­liga, at tað ber til at semjast um tað í Føroyum? Heldur hann veruliga, at tað fer at spyrj­ast nakað gott burturúr, at lær­arar á skúlum kring land­ið fara at trútta niður í bør­n­ini um fólkaræði á ei­n­ um degi, sum hevur elvt til so nógv klandur og stríð og spjað­ing, sum 14. september? Tá mugu vit siga sum Ed­mund og Bárður og aðrir svart­ir sambandsmenn, at hatta er at vilja kon­front­a­ ti­ón­ina. At læra um fólkaræði er bara gott. Men at knýta fólk­ a­ræði saman við stríðs- og fræls­is­degnum hjá 18,3 pro­ sent­um av føroysku velja­ ra­fjøld­ini, tað er í besta føri ein naivur tanki – nak­að sum tá Tórbjørn Jac­ob­s­en á sinni avtók grund­lóg­ar­dag­ in sum frí­dag hjá skúlu­num, sum í staðin fingu frí á altjóða ar­beið­ar­ a­degn­um 1. mai. Tann royndin mis­ eydn­að­ist eis­ini, tí An­finn Kalls­berg tók ber­søgna l a n d s ­s t ý r ­ ism­ann­in­ av ræði. mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað var eitt áhugavert líknilsi, sum Súni Schwartz Jacobsen, bank­a­ stjóri­ í Eik Banka, nýtti í samrøðu við útvarpið um set­hús­a­fígg­ ing. Spurdur, hví »bi­dragið«, sum føroysku bankarnir taka, er so nógvar ferðir hægri í Før­oy­um, enn í Danmark, svarði bank­a­stjórin við einum líknilsi: »Um vit siga, at Mecedes selur tíggju Mercedesbilar í Føroyum um árið, so hevði Mercedes aldrin funn­ ið uppá at bygt eina verksmiðju í Før­oy­um at framleiða hesar tíggju bil­ar­nar.« Hesum hevur bankastjórin púra rætt í. Tey, ið ráða fyri borgum á Mer­ce­des verksmiðjuni høvdu aldr­ in í verðini funnið upp á tað. Men hevði Carl Friedrich Benz – ella onk­ur av teimum, sum nú ráða fyri borg­um í Mer­ced­es­sam­tak­i­ num – frætt, at ein Mer­ced­es­for­ handl­ari í Føroyum hevði selt somu vøru í Føroyum fyri tríggjar ferð­ir prís­in, sum sami forhandlari seldi vør­una fyri í Danmark, so hevði hann neyvan sloppið at ver­ið Mer­ ced­es­fo­r­handl­ari leingi afturat. Men sum brúkari ert tú full­ komi­liga givin upp fyri skutil mót­ veg­is bankunum. Tú hevur einki at siga, mynd­ug­leik­ar­nir siga einki, og tí mást tú bara taka tað fyri góða vøru, sum bank­ar­nir gera og sum banka­stjór­ar­nir siga. Tú hevur ikki annan valmøguleika, enn bank­ar­ nar, sum í veruleikanum gera neyvt tað sama – tí kunnu vit tosa um bank­an heldur enn um bankarnar, tí har er eingin munur. Tað er eftir øllum at døma í lagi, at BankNordik kann selja somu vøru – hetta vælsignaða bi­drag­ið á real­kred­itt­lánum, sum bank­in selur fyri onnur – so nógv dý­r­ari í Føroyum enn í Danmark. Sambært bankastjóranum so er tað í lagi. Tí, sum hann sig­ur, í Danmark hava tey ein real­kre­ditt­ mark­n­að upp á 2.500 milliardir krón­ur, meðan okkara heimligi markn­aður bara er upp á sjey milli­ ard­ir. Og meðan løgmaður og vinnu­ mál­a­r­áð­harri og øll onnur í pol­it­ isku skipanini tosa um, hvussu dýrt tað er, og hvussu høg rentan er, so hend­ir akkurát einki. Løgmaður sig­ur, at hann ofta hevur sagt við bank­ar­nar, at rentan er ov høg. Tað ger so heldur ongan mun. Og bank­ a­stjór­ar­nir siga, at tað loysir seg ikki at stovna før­oysk­an realkreditt. Vit mugu altso sláa okkum til tols við, at í Føroyum kostar eitt bú­stað­ar­lán nógv meira enn í Dan­ mark, sjálvt um bankin er tann sami. Vit kunnu so bara vóna, at tey ungu nýútbúnu fólkini kortini vilja flyta til Føroya – har tú skalt gjalda ein Mercedes meira fyri býli, enn í Dan­mark... Føroysk sethúsalán nógv dýrari enn í Danmark – Tú skalt minnast til, tá tú fert upp í pol­i­tikk, at tú situr ikki ævugt. Tí skalt tú al­ tíð verða klár­ ur til at siga, at »hetta var tað«. Sitat: Heðin Mort­ en­sen í Hvonn Live á Rás2 leyg­ar­kvøld­ið. (Hevur sitið í 40 ár í Tórs­ havn­ar bý­ráð – og æt­lar at sita í minst 44 ár) Mercedesbilarnir hjá Súna Tað Hans Pauli Strøm, fyrr­ ver­andi løgtingsmaður, sum speirak Bárð Nielsen á Face­ book – eftir at Bárður sjálv­ ur spei­rak fullveldisfólk og lø­g­mann fyri at droyma um luft­kast­ell­ir. Hans Pauli Strøm helt fyri, at eingin hevði gjørt sum Bárður, at rýma frá mest á­byrgd­ar­ fulla starvinum í Føroyum og loypa yvir í gullrandaða stjór­a­starv­ið fyri størsta luftkastelli nakrantíð í Før­ oya søgu, tað viðgitna Stór­a­ tjørn-projektið. Bárður Nielsen er fyrr­ver­ andi lands­stýr­is­mað­ur í fíggj­ ar­mál­um og er nú for­mað­ur í løg­ting­sins fíggj­ar­nevnd. Men hann er eis­ini fram­veg­is stjóri í P/F Stóru­tjørn. Fel­ag­ið er til enn, hó­ast tað tey sein­ astu fýra roknskaparárini, tað hev­ur ver­ið til, hev­ur havt eitt samlað hall upp 2,5 mill­i­ón­ir krónur. Eginognin er neg­a­tiv við slakari millión, tí saml­aðu virðini eru 10,85 mill­i­ónir, meðan skuldin er 11,8 mill­i­ón­ir krónur. Bárður Nielsen hevur eis­ini fleiri onnur álitisstørv í Ják­up á Dul samtakinum. Hann situr í fýra nevndum um­ framt at hann er stjóri í P/F SMI Stórutjørn: Nevnd­ar­for­ mað­ur í BR-Leikum, nevnd­ ar­for­mað­ur í P/F Kvett­ið, nevnd­ar­for­mað­ur í P/F Skemm­uni og nevnd­ar­lim­ur í P/F Jákup á Dul. Bárður er enn stjóri í Stórutjørn 14. september og fólkaræði Stjórnar­ skipan er leiðin til sjálvbjargni Poul Michelsen kjak á síðu 24 Bróta upp opnar hurðar Edmund Joensen kjak á síðu 26 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 »Tú situr ikki ævugt...« – Eru vit nóg errin av egn­um vinnulívi, og hava mynd­ug­ leikar, vinna og brúkarar skyldu til at hjúkla um før­ oysk­ar fyritøkur, vørur og tæn­ast­ur? Soleiðis verður spurt á Vinn­u­degnum, sum verðu­r 28. sep­tem­ber, og har yv­ ir­skip­aða evn­ið á deg­ num er Heima­markn­að­ ur – heimsmarknaður.  At kjakast um, hvørt før­oyskt vinn­u­lív skal hava ser­sømd­ ir, hava vit fingið Maluna Jo­han­sen, bú­skap­ar­frøð­ing, Fróða Magnussen, stjóra á For­mula og Árni Winther, stjóra á Árni Winther Ark­ i­tekt­ar. Hesi fólk vita, hvat tey tosa um, og tora at tosa um tað, tey vita nakað um. Skal føroysk vinna hava sersømdir?