mánadagur 17. september 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er leygardagur 15. sep
tember. Vit eru til jarðarferð
í Nólsoy. Útsynningur leikar
harður við grimdarskúrum,
nú fylgið gongur suður gjøg
num bygdina. Ein súmbolsk
mynd av honum, vit fylgja til
gravar, Emil Juul Thomsen.
Hann var bráður av lyndi.
Treiskur og beit á kampi, tá
hann setti sær høg og tor
gongd mál fyri.
Emil Juul Thomsen and
aðist týsdagin 11. september,
96 ára gamal. Í dag munnu
føroyingar flestir minnast
hann frá Bókagarði, bóka
forlagnum, sum hevði sølu
búð fyrst á Lag, seinni í Bók-
bindaragøtu í Havn.
Emil var búsitandi í Nóls
oy, men ættaður av Tvør
oyri, føddur 27. november
1915. Lærdi sum ungur til
skómakara, men sýndi stak
gott hegni sum sølumaður
og læt í Havn upp el-vøru
handilin Electrolux.
Frá at selja dustsúgvarar,
kuldaskáp og annan rav
magnsútbúnað fekk hann
tað
hugskot
seinast
í
1960-árunum at fara undir
endurprenting
av
okkara
gomlu, uppseldu bók-ment
um. Í 1968 stovnaði hann
Bókagarð og fyrsta takið
var at endurprenta tíðar
ritið Varðan og fyrsta blað,
sum burturav varð skrivað
á føroyskum, Føringatíðindi.
Hann gav somuleiðis út Fugla
frama, Búreising og barna- og
ungdómsblaðið Ungu Før
oyar, Schrøters týðing av
Matteusar evangeliinum og
Hammershaimbs anthologi –
alt virðismikil prent frá teirri
tíðini, tá føroyingar fóru at
vita til sín sum fólk. Á bóka
søvnum okkara kundi tú
læna hesi, men at læna er ikki
tað sama sum at eiga, og bæði
almenningi og skúlum okkara
komu hesar útgávur í tørvi.
Fólk, sum høvdu fingist
við útgávustarv í Føroyum
og av royndum vistu, hvussu
tvørligt
hetta
mangan
kundi vera, hildu hetta vera
óðamannaverk og fíggjar
ligan undirgang. Men sum
Emili líkt, tá hann setti sær
mál fyri, fór hann undir
hetta tiltak við stálsettum
vilja. Uttan frammanundan
at hava søkt um studning
ella á annan hátt hava vissað
sær fíggjarliga trygd.
Og hetta vóru dygdarbók
mentir, bæði upprunaverk
og týdd. Her eru at nevna
Heðin Brú, Martin Joensen,
William Heinesen og Jørgen-
Frantz Jacobsen, Voltaire,
Dostojevskij, Mark Twain
og Albert Camus. Ikki eru
at gloyma søgurnar eftir
Kristian Osvald Viderø og
Føroya Kvæði. Og haraftrat
gav hann fitt av barnabókum
út og bøkur um list og lista
fólk.
Dastið
av
útgávunum
kom út í 1970-árunum, og
tá Bókagarður rundaði tey
tíggju árini, hevði Emil megn
að at útvega okkum út við
hálvtannaðhundrað bøkur,
bæði heimligar klassikarar
og aðrar og ikki sørt av
nýggjum bókmentum við.
Og haraftrat ritið Faroe Isles
Review.
Fyri mikla útgávuvirk
semið, sum eisini kom út
lendskum lærustovnum til
góðar, fekk Emil Juul Thom
sen á sumri 1978 navnbót
sum heiðursdoktari við lærda
háskúlan í Lund í Svøríki.
Haraftrat fekk hann heið
ursmerki frá ríkisovastunum
í øllum Norðurlondum fyri
avrik sítt; danska riddara
krossin, norska sankta ólavs
krossin, íslendska falkaorda
nin o.s.fr.
Bókahandilin hjá Bóka
garði á Lag lá so høgliga fyri í
Havn. Her í miðbýnum slapp
tú ikki undan at geva honum
gætur. Og tað var serliga fram
undir jól, at tú hevði gott í
væntu, tí í sýnisglugganum
her kundi tú vera vísur í at
síggja forkunnugar bøkur
– nýútgávur og endurút
gávur. Tað var fyrst gleðin
framman fyri hesum vakra
sýnisglugganum,
og
so
ikki minst at støkka inn á
gólvið, taka eina bók upp í
hondina, blaða í henni og so
keypa. Prísurin sum oftast
sámuligur. Eitt prát við Emil
var ikki at forsmáa, og at tað
var kærleikin til fosturlandið
og móðurmálið, sum eggjaði
honum til hetta stóra takið
var eyðsýnt. Tí nógv av tí,
sum
føroyingar
dagliga
fingu borið upp í hendur
av lesnaði, var lættisoppur
og mjólkarvatnsskvatl. Við
hesum meinti hann serstak
liga bløðini. Hesi, ið Tóra
rinn Evensen við lærara
skúlanæmingar segði um:
»Vilja tit kennast við gott
føroyskt mál, so lesið ikki
bløðini.«
Og um hvussu stjølurin
var í tí skúla, Emil sjálvur
gekk í á Tvøroyri, fáa vit eina
ábending um úr formælinum,
Hanus Debes Joensen hevur
til yrkingasavn sítt »Í súgi um
Froðbiarboða«. Hesin skúlin
við sínum donsku lærarum
var ikki klekingarstøð til
føroyska
samfelagið.
Tú
lærdi stóráirnar í Russlandi
at kenna, dugdi at reksa upp
lond og býir í Suðuramerika
og stóð ikki fastur í longum,
týskum ramsum. Men lítið
visti tú um tað, sum lá uttan
fyri Høvdan. Fólk, sum komu
úr øðrum oyggjum, komu
øll »norðan úr myrkrinum«.
Hetta var káma hugmyndin
av hinum Føroyum.
Tað var tann nívandi kensl
an av hesum kunnleikatørvi
um heimilig viðurskifti, sum
eggjaði Emili til at fara undir
tað ódnartakið, sum neyvan
nakar annar roknaði við fór
at eydnast. Hetta eru ikki bert
prýðisverk í bókahillunum,
men eisini verk, ið hava verið
og framvegis eru til stórt
gagn.
Minnist
væl,
hvussu
spentur Emil var eftir at fáa
Føroya Kvæði út. Fullvísur í,
at hetta var á hallandi degi,
skuldi hann sjálvur síggja
krúnuna á lívsverki sínum
– um tríati ár eftir at fyrsta
byrðin var borin í garð.
Møtti honum um sama
mundið
á
Áarvegnum
í
Havn. Prátið datt niður á
Føroya Kvæði, og eg sigi við
hann, at hasar bøkurnar
má eg ognast, tá tær koma
út. Tíðin leið og eg gloymdi
Føroya Kvæði. Men tað var
ein, sum ikki gloymdi. Tí ein
dagin kom Emil sjálvur og
handaði mær fyrstu bindini
av Føroya Kvæði, og seinni
restina – tilsamans 37 bind.
Emil Juul Thomsen er
farin um sýn, men í bók
mentasøgu okkara stendur
eftir navn hansara sum varði,
so leingi her býr fólk, sum
talar og lesur føroyskt mál.
Pól á Kletti
Hin vakri sýnisgluggin
Nøvn
Ein minnisgluggi á gloppi, nú Emil Juul Thomsen er farin
Skálatrøð
– ein fram
tíðarvisjón
Skálatrøð verður eitt spenn
andi stað um nøkur ár.
Skálatrøð er í veruleikanum
longu spennandi, men her
kemur heilt vist at henda
nógv aftrat.
Skálatrøð kemur óivað
at hýsa einum stórum par
keringshúsi, sum loysir ver
andi parkeringstørv. Helst
kemur
Tjóðpallurin
at
liggja her. Og helst kemur
hetta at gerast eitt blandað
mentanar-, bústaðar- og
framleiðsluøki burturav.
Afturvendandi
kravið
fyri, at fólk skulu støðast,
er trivnaður. Og trivnaður
er so mangt. Trivnaður er
alt tað, fólki tørvar, og alt
tað, ið nøktar teirra tørv.
Tað vil stórt sæð siga eitt
stað at búgva, útbúgving
armøguleikar,
inntøku
møguleikar, eitt reint og
hugnaligt umhvørvi í einum
kókandi
mentanarpotti,
sum hevur tilboð til øll.
Um nøkur ár verða
lutfalsliga nógv eldri og
gomul í Havnini, og einki
liggur mær meira á hjarta
enn dreymurin um, at hesi
øll fáa eitt blítt og gott lívs
kvøld í einum hugnaligum
og livandi umhvørvi.
Eg síggi fyri mær eina
spennandi sameingin av
tradionellari og nýggjari
vinnu,
samstundis
sum
økið móti sjónum verður
gjørt meira livandi við smá
um bústaðareindum, sølu
torgum, kaféum, mentanar
húsum í breiðastu merking,
granskingarumhvørvi,
at
vit ongar tómar keikantar
hava í miðbýnum, men lív
og hugnaligar gongugøtur
í góðari sameining við virk
nar molar og lívligari skipa
ferðslu.
Eg trúgvi fult og heilt á,
at tað umhvørvið, eg minn
ist, tá havnarøkið kókaði
av fólki og virksemi, tá
postbátarnir komu og smá
bátarnir løgdu fisk og fugl
uppá land, á ein ella annan
hátt kemur aftur, at tann
hugnin og tann roman
tikkurin
verður
endur
skaptur.
Tað eru málini, vit seta
okkum - visjónirnar, ið
skapa framtíðina.
Kjak
Heðin Mortensen
borgarstjóri