Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-17, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 17. september 2012 · Nr. 108 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikuskifti fyri tvey á... Gávukort á 1000 krónur frá... Send sms-boð við tekstinum »VIKU« til 1940 Kostnaður: 10 krónur umframt vanligan sms-kostnað vikukapping Drigið verður mánamorgunin 24. september, kl. 11.45 á Rás2 Gisting í tvær nætur við morgunmati Sosialurin 341800 sms’a &vinn Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Ert tú tann miðvísi leiðarin til eitt avbjóð- andi og fjøltáttað starv við stórari ábyrgd? Dugur tú bæði at skapa úrslit og trivnað í størsta einstaka virkisøkinum í høvuðsstaðarkommununi? So ert tú møguliga tann rætti persónurin til starvið sum leiðari á barna- og undgómsdeildini í Tórshavnar kommunu. Virkisøkið hjá barna- og ungdómsdeildini Barna- og ungdómsdeildin er bygnaðarliga undir trivnaðarstjóranum. Deildin umsitur m.a. dagstovnaøkið, dagrøktina, frítíðarskúlar, ungdómshús og veitir námsfrøðiliga ráðgeving. Høvuðsuppgávur Talan er um fjølbroytt og avbjóðandi starv. Týdningarmestu uppgávurnar eru m.a.: • At støðugt menna og skipa ein effektivan stovns- og rakstrarbygnað • At seta mál og fremja ætlanir fyri deildina og samlaða virkisøkið, har dentur m.a. verður lagdur á menning, leiðslu og læring • At ganga nýggjar leiðir og hugsa strategiskt fyri økið eins og tvørturum deildir og funktiónir • At tryggja trivnað og eitt mennandi arbeiðsumhvørvi • At fíggjarstýra og fremja úrslit Deildarleiðarin fyrireikar saman við trivnaðarstjóranum øll mál á økinum hjá deildini til politiska støðutakan. Útbúgving og royndir Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni og leiðslu- og fyrisitingarligar royndir. Setanarviðurskifti Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála. Umsókn Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, ella torshavn@torshavn.fo í hendi í seinasta lagi hósdagin 4. oktober 2012. Merkið umsóknina „Deildarleiðari til barna- og ungdómsdeildina“. Meira fæst at vita Les meira um starvið og útgreinaðan starvsprofil á starvstorginum á www.torshavn.fo. Meira fæst eisini at vita um starvið við at venda sær til Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, á telefon 302010. Leiðari til barna- og ungdómsdeildina [endurlýsing]