mikudagur 19. september 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
brýtur Annika lyftið?
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í øllum førum ein nýggjur listi
verður til býráðsvalið í Havn
hesaferð. Tað er Framsókn,
sum uttan iva er tann einasti
av smærru flokkunum, sum
hevur nakran møguleika at
fáa umboð valt í Tórshavnar
býráð.
Framsókn fekk 10,5 pro
sent av atkvøðunum í Havn
til seinasta løgtingsval, og
tað er nóg mikið til at fáa
eitt um boð í býráðið. Til tað
krevst 7,7 prosent.
Miðflokkurin hevur ong
antíð megnað at fingið umboð
valt, og Sjálvstýrisflokkurin
hevur ikki havt umboð í
Tórshavnar býráð seinastu
nógvu árini.
Poul Michelsen, formaður
í Framsókn sigur, at tey ar
beiða av øllum alvi við upp
stillingini, og tað liggur fast,
at flokkurin stillar upp til
Tórshavnar býráð.
Taka vit tølini frá seinasta
kommunuvali í Havn, so
merkir tað, at ein listi skal
hava 786 atkvøður. Við sein
asta kommunuval í 2008 fekk
Sjálvstýrisflokkurin 539 at
kvøður, sum er 5,27 prosent.
Miðflokkurin fekk 234 at
kvøður, sum er 2,29 prosent.
Bera vit saman við løg
tingsvalið í fjør, so fekk
Framsókn 10,5 prosent av at
kvøðunum í Havn, sum er 2,8
prosent meira enn tað, sum
skal til fyri at fáa umboð valt
í Tórshavnar býráð. Sjálv
stýrisflokkurin fekk 3,6 og
Miðflokkurin 5,6 prosent.
Fær Framsókn umboð í
Tórshavnar býráð, kann tá
fáa stóra ávirkan á, hvør skal
stjórna býnum næstu árini.
Spuringurin er so, Framsókn
tekur frá Fólkaflokki og Tjóð
veldi, ið bjóða Javnaðarflokk
in av í kappingini um fremsta
plássið í Tórshavnar býráð.
Hóast pensjónistarnir hava fingið
lyfti frá samgonguni um, at pensjón
irnar skulu hækka tað sama, sum
lønirnar annars hækka á almenna
arbeiðsmarknaðinum, so bíða pen
sjónistarnir framvegis eftir hesi
hækkan.
Fyrr hækkaðu pensjónirnar av
sær sjálvum fýra prosent um ár
ið. Tær vóru »javnaðar«. Men hesa
javning hevur løgtingið tikið av.
Hetta er ikki eitt projekt hjá sitandi
samgongu. Tað var undanfarna sam
gonga, sum gjørdi av, at pensjónirnar
skulu ikki hækka av sær sjálvum,
sum hendan samgongan bara hevur
tikið undir við.
Men tá samráðingar seinast vóru
á almenna arbeiðsmarknaðinum,
vóru krøvini hjá Fíggjarmálaráðnum
greið: Eingin lønarhækking. Hetta
bleiv tó til 220 krónur um mánað
in. Samstundis kom lyftið frá sam
gonguni um, at pensjónirnar skulu
hækka tað sama, sum lønirnar ann
ars. Og tað má so merkja 220 krónur
um mánaðin. Tað var eftir ynski frá
landsstýrinum, at talan ikki bleiv
um eina prosentvísa hækking, men
eina hækking í krónum til tey lægst
løntu.
Hóast Annika Olsen hevur givið
pensjónistunum hetta lyftið, so
bendir alt á, at hon gongur frá hesum
lyfti nú. Hon sigur, at almennu løn
irnar runt roknað eru hækkaðar eitt
prosent. Og sambært henni merkir
tað, at pensjónirnar skulu hækka 32
krónur um mánaðin, tí tað eru bara
viðbøturnar, sum skulu hækka, tí
grudupphæddin liggur føst.
Men hetta góðtaka pensjónistar
nir sjálvandi ikki. Landsstýrið hevur
enntá sagt, at tað bara eru lágu løn
irnar, sum skulu hava lønarhækking.
Tað merkir, at lønir undir 30.000 um
mánaðin skulu hava hesar 220 krónur
í lønarhækking um mánaðin, meðan
lønir yvir 30.000 einki fáa. Fólkapen
sjónistar teljast so at siga allir í tann
bólkin, sum fær undir 30.000 krónur
um mánaðin. Tað merkir í rundum
tølum, at um pensjónshækkingin
upp á eitt prosent, ella 32 krónur um
mánaðin, kostar landskassanum 2,5
milliónir um árið, so kostar hækking
in upp á 220 krónur um mánaðin, so
sum landsstýrið hevur
lovað, landskassanum
einar 18 milliónir
krónur – bara fyri
fólkapensjónist
arnar altso.
Annika
Ol
sen hev
ur sum
u p pg áv u
at
spara
53
milliónir
krónur á sínum øki. Ætlanin hjá sam
gonguni og Fólkaflokkinum var at
hækka pensjónsaldurin longu næsta
ár – og soleiðis spara 33 milliónir
krónur. Men hesi ætlan hevur
landsstýrið slept.
Spurningurin er so, um
Annika Olsen ætlar, at pen
sjónistarnir
sjálvir
skulu
rinda prísin fyri, at fólk
milllum 67 og 68 ár fáa fólk
apensjón næsta ár.
Tað er einki nýtt í tí, at pen
sjónistar eru við sviðusoð. Men
tað er ódámligt, tá politiska skipanin
beinleiðis lumpar eldra ættarliðið.
Sum ikki einaferð verða
pensjónistarnir við sviðusoð
Kommunuvalið nærkast í
hvørjum, og tað merkir, at
lesarabrøvini frá valevnum
verða fleiri.
Fyri at tryggja, at øll
valevni fáa síni lesarabrøv
við, fara vit á Sosialinum
frá fríggjadegnum 21. sep
tember at taka upp øll les
arabrøv frá valevnum móti
gjaldi.
Vanliga mannagongdin
er, at blaðstjórnin tekur upp
tey lesarabrøv, sum rúmast
í blaðnum og sum annars
lýka krøvini, sum blað
stjórnin setur. Men fyri at
øll valevni skulu hava sama
møguleika, fara vit at taka
gjald fyri brøvnini – soleiðis
at vit kunnu økja síðutalið
til tess at hýsa øllum val
evnunum.
Blaðstjórnin
Gjalda fyri
valgreinar
Framsókn liggur væl fyri at
koma í Tórshavnar býráð
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tjóðveldið í Havn hevur
nú gjørt listan lidnan til
býráðsvalið í Tórshavnar
Kommunu, sum verður 13.
november.
Tjóðveldið hevur stillað
16 valevni upp, seks konu
fólk og 10 mannfólk.
Tey, sum stilla upp, eru:
Andrea Heindriksdóttir
Brandur í Dali
Hallbjørg Lamhauge
Hanus Pál Jógvansson,
Nólsoy
Rógvi á Rógvu
Jákup av Skarði, Nólsoy
Jákup Símun Simonsen í
Hoyvík
Jógvan Arge
Johan Mortensen
Leivur Thomsen
Marin Katrina Frýdal í
Hoyvík
Marja Gjógvará
Sámal Ímundarson
Elin Tausen, á Argjum
Ísak N. Jacobsen
Hentzia Einarsson
Tjóðveldi liðugt við
uppstilling í Havn
Poul Michelsen, formaður í Framsókn, verður ikki
millum valevni floksins til Tórshavnar býráð
Hanus
rakti seym
in á høvdið
Frank Davidsen
kjak á síðu 20
Tryggja
føroyska
dansin
Bjarni Djurholm
kjak á síðu 20