mikudagur 19. september 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 19. september 2012 · Nr. 109
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Í komandi parti verður serliga greitt
frá Winther ættini
Tað er ikki nógv, sum kann skrivast
um Hans Christoffer, verson Jens
Wenningstedt, hvørs navn er á
gravstaðnum. Men C.M. Olsen
skrivar 14. November 1849 at hann
gav “Brudegave til Hans Chr. Jacob
sen og Armgardt 2 rd.”
Tað kann sigast nakað um son
teirra Hans Marius.
Tingakrossur skrivar minning
arorð um hann, tá ið hann doyði í
1944:
H. M. Jacobsen fyrrverandi lærari,
doyði týsdagin 19. september eftir
stutta sjúkralegu. Hann var føddur
í Havn 25. juni 1866. Hóast aldurin
var nakað høgur, komu deyðsboðini
dátt við, tí Jacobsen hevði alla ævi
sína verið likamliga sterkur, ja, risa
sterkur.
Sum ungur gekk hann í realskúla
í Havn og fór til Danmarkar at taka
preliminerprógv, ið tá ikki kundi
fáast í Føroyum. Hetta prógv tók
hann 1886 frá tí gitna Efterslægtens
skúla. Heimafturkomin var hann á
skrivstovu í Havn, men fór aftur til
Keypmannahavnar og kom heim
aftur 1893. Frá 1. oktober 1894 var
hann vikarur við Havnar skúla
fyri Gullak Jacobsen, seinni próst,
ið tá fór niður at lesa til prest. Í 2
ár var hann vikarur samstundis
við, at hann gekk á læraraskúla.
Prógvið var tikið 1896. Hann fór
beinanvegin til Tvøroyar sum
vikarur, og seinni var hann tvey ár
lærari við privatskúlan, ið harrar
Mortensen høvdu sett á stovn har.
Aftaná eitt skúlaskeið fekk hann so
pláss sum lærari í Skálavík, flutti til
Sørvágs í 1902, til Sandavágs í 1916
og kommunuskúlan í Havn í 1919,
har hann var til 1. november 1934, tá
hann gav seg frá lærarastarvinum.
H.M. Jacobsen var væl útbúgvin
at vera lærari. Gløggur, livandi
og vakin sum hann var, dugdi
hann væl at skilja børn og at fáa
tey at vísa áhuga. Hann royndi at
leggja undirvísingina soleiðis til
rættis, at hann fekk øll við, eisini
tey stirvnu. Eitt dømi um hetta er
hansara stavingarbók, ið skuldi
gera móðurmálið meira einfalt fyri
børn. Eyðvitað er, at Jacobsen hevði
uppiborið – ikki eitt betri, men eitt
meira skiljandi og takksamt “forum”
enn stirðnar næmingar í einum
barnaskúla.
Hjá Andreas Isaksen í Geil,
beiggja Elspu, Isalinu og Djóna í
Geil, hevði Jacobsen lært at binda
inn bøkur. Hann hevði bæði hug og
eitt serstakt hegni til hetta starv.
Mong prýðilig innbinding er at
finna eftir hann.
Hann var eisini sera heppin við
penninum. Tá ið eitt ella annað
týdningarmikið skriv skuldi greið
ast úr hondum, varð altíð heitt á
hann.
Eftir 2 ár var hann blaðstjóri
av Føroya Socialdemokrati. Hann
hevði bæði lættan og smidligan
penn og dugdi hendinga væl at
málbera seg. Mangar av greinum
hans eru sannar perlur. Hann hevði
eina dygga barlast av mentan, og
hann hevði verið tann “ideelli”
blaðstjórin, um hann hevði dugað
at verið meira “agitatoriskur”.
Tað var sagt um Jacobsen, at
hann var Føroya mest belisti mað
ur. Nógv var um tað, og hann dugdi
at njóta tað, sum hann las, hann
fekk nakað burtur úr tí. Gløggur,
vitugur og hátt mentaður, sum
hann var, var hann ein góður upp
lesari og hollur sjónleikari.
At koma á tal við var Jacbsen
forvitnisligur. Hann var so vitigur,
so livandi, aldri stirvin og keðiligur,
at tað var sum at oysa úr einum
botnleysum brunni við vitan.
Sjálvt um hansara mentunarliga
støði var so langt yvir fjøldini, dugdi
hann at tala bæði við Per og Pól.
Seinnu árini búði hann mest í
Skálavík. Honum untist væl har,
men lív kom í hann, tá hann gekk
kendar gøtur og hitti kend fólk í
Havn.
Eftir hann sita einkja (Sára Sofía,
1882-1969) og vaksin børn, harav
tvey eru í Danmark.
Ein góður Føroya sonur er farin
og verður saknaður.
Sonur Armgarð og Hans Christoffer
gjørdist kendur lærari
Ein kendur abbasonur Wenningsted
var Johan Hendrik Poulsen, vanliga
kallaður Dikkurim
Zacharias Sørensen skrivaði í
Tingakrossur 31.1. 1969 m.a.:
30. januar vóru 100 ár síðan
Johan Hendrik Poulsen var borin
í heim í Skopun. Abbi hansara við
sama navni var fyrsti maður, ið
setti búgv í Skopun.
J. H. Poulsen var næmingur á
donskum háskúlum fýra vetrar
uppí slag, og um sumrini arbeiddi
hann sum handverkari. Hann var
merktur av danskari háskúla
mentan eins og nógvir av okkara
undangongumonnum í føroyskari
háskúlamenning.
Heimafturkomin til Skopunar
giftist hann í 1896 Súsonnu Katrinu
Winther, dóttir sýslumannin Niels
Winther. Hon hevði læraraprógv frá
læraraskúlanum í Tórshavn og var
lærarinna í Skopun. Tá ið konuni
barst frá, hjálpti hann henni í skúl
anum, og seinni varð hann lærari
burturav.
Longu í 1897 verður J.H. Poulsen,
bert 28 ára gamal, valdur inn á ting,
og var sitandi í fyrsta umfari til
1907. J.H Poulsen var allar sínar
dagar ein ógvuliga frísinnaður
maður, og tað var einki at ivast
í hjá honum við floksbýtinum í
1906, at hann gjørdist limur í sjálv
stýrisflokkinum.
Í 1907 fór J.H. Poulsen úr ting
inum, men kom aftur á ting í 1917
og sat hesa ferð til 1932.
Tá fór hann úr almennum poli
tikki, men hann var allar dagar
tann sami góði sjálvstýrismaðurin,
dámdi væl at tosa um politikk
og hugnaligt var at koma á tal
við hann bæði um tjóðskaparlig,
politisk, mentunarlig og vinnulig
framstig í hansara tíð, og tað gleddi
hann sum gamlan mann at síggja
tey framstig, ið gjørd vóru. J. H.
Poulsen var ein høgt mentaður
maður, hevði lisið nógv og kundi
tí tala við um allar spurningar,
sum vóru frammi í tíðini. Hann
var í orðsins sanna týdningi ein
álitismaður og orðhildin, ein av
teimum, sum ikki svik var í. Hann
var ein góður føroyingur, og hann
var skopuningum ein góður maður.
Hann andaðist 30. august 1954, 85
ára gamal.
Ískoyti til
seinastu
Miðviku:
Annar maðurin, sum bjargaði
sær yvir á sprytið á Knørri,
var Rudolf Hansen, sonur
Petur í Garðinum í Klaksvík
Johan Hendrik Poulsen var
ein góður politikkari, eisini
lokalpolitikari. Hann royndi í síni
tíð at fáa Sanatoriið at verða bygt
í Sandoynni. Hetta var tó hildið at
vera ov óhøgligt í mun til Hoydalar.
Johan Hendrik Poulsen:
Abbasonur Wenningsted
Hans Marius Jacobsen var
dugnaligur lærari og blaðstjóri
Hann hevur eisini verið virk
in á øðrum økjum. 21. januar 1851
var fundur í “Maadeholdenheds
foreningen”, har Wenningsted
hevur verið formaður. Men á
hesum fundi legði hann frá
sær. Jacob Kjelnæs tók við.
Mátahaldsfráhaldsfeløg
hava
verið byrjanin til fráhaldsrørls
una, men tey blivu ikki lang
lívað.
Framvegis er hann skraddari.
25 mars 1851 “forandrede Wenn
ingsted Opslaget paa min brune
fine Frakke. Jeg tænkte, det
kunde omtrent koste 2 m. Det
skulde gaa ind i hans Gæld til
mig, der er 5 rd.
Wenningsted hevur dugað
annað enn tað. 18. Juli 1851 “skar
Skrædder Wenningsted en Væxt
af Panden paa mit Hoppeføl,
som det var født med.”
Tann 23. juni 1852 “har Wenn
ingsted betalt sin Gæld til mig,
4 rd.”
1853
3.2: I gaar var der paa min An
modning Forsamling i Thors
havns
skole,
hvorved
flere
Familefædre komme overens
om at bespise fattige Børn, saa at
intet trygleri maatte finde Sted.
Der blev valgt en Bestyrelse:
Lützen, Wenningsted, Gregersen
og jeg.
Tríggjar dagar seinni, tann 6,
verður sagt: “Fastelavent Søndag
ere 25 Børn saaledes begyndt at
faa deres Kost”.
Sama dag verður sagt:
Var Forsamling i Maadeholds
foreningen. Lützen blev valgt til
Formand, Wenningsted, Müller,
sysselmand og jeg blev valgte til
Medbestyrere. Reglerne bleve
noget forandrede, og nogle
Medlemmer bleve ved Stemme
flertal udslættede.
31.3. Nú vóru tveir mánaðir
síðani, at umrødda felag var
stovnað. Hetta var ætlaða roynd
artíðin. Men tað hevði víst seg,
at biddaríið var ikki hildið uppat
kortini. Tískil varð samtykt at
avtaka felagið aftur. Men hesir
menn koma so í søguna fyri
teirra sosiala sinnalag.
1853
6. mai varð valnevnd vald.
Prestur, Lützen og Wenningsted
vórðu valdir.
1854
22. juni “blev Wenningsted valgt
til lagtingsmand i stedet for
(sýslumannin) Müller”.
Wenningsted sat bert á tingi
í 2 ár. Tá er H.C. Müller komin
aftur.
1856
17.2. Maadeholdsforening. Jeg og
Wenningsted skulde udgaa som
Bestyrere, men blev valgt igen.