Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. september 2012 · Nr. 110 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Oddagrein ?? Síða 8 ??? Kjak á síðu 13 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í sambandi við at Føroya Blinda­fel­ag í ár fyllir 40 skip­ar felagið, sum punktum fyri jub­i­l­e­um­s­ til­tøk­ini, fyri dansikvøldi í Dansi­f­røi nú leygarkvøldið. – Teir luttakandi bólk­ar­ nir hettar kvøldið vera væl­ um­tókti Hallur Joensen við bólki sínum og so kemur ein bólkur úr Danmark, »Læng­s­els­fugl­ene« kalla teir seg, hettar er bólkur mann­að­ ur við fýra blindum monn­um, sum spæla fjøl­broyttan tónleik, sigur Ruth Thomsen, forkvinna í Blind­ a­fel­ag­num. Blindafelagið hevur í sam­band við jubileumið skip­að fyri øðrum spenn­ andi tiltøkum eitt nú »máltíð í myrkri« og »kon­ sert í myrkri«. – Hettar er ikki eitt tílíkt til­tak, ljósið hettar kvøldið verð­ur júst, sum vanligt er til tí­lík tiltøk, so lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld við fjøl­broytt­u­m tónleiki, sigur Ruth Thomsen, forkvinna í Blinda­fel­ag­num. 13 Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tiðindi Randi Jacobsen Blind fólk noyðast at læra at klára alt við ongum eygum. Men tað er ikki sum at siga tað hjá annars síggjandi fólki at fara til borðs og ikki síggja nakað petti. Blindafelagið og Hotel Før­ oyar hava hesa vikuna skipað fyri borðhaldum trý kvøld á rað við rimmar borðhaldi í køla bika myrkri. Ætlanin var bara at hava eitt kvøld, men áhugin var so stórur at sleppa at sleppa við. Undir borðhaldinum vóru tað ikki tey blindu, sum høvdu størstu trupul leik arnar, men heldur vit síggjandi, sum høvdu ilt við at trilva á borðinum fyri at finna gaffil og knív og glasið, sum skonkt var í. Tað vóru vit síggandi sum h Slíkar matstovur eru aðrastaðni, eitt nú í Berlin, og tær verða væl vitjaðar av fólki, sum dámar væl góðan mat, tí smakkupplivingin er so stór. Bølamyrkt Matarsalurin var fullkomiliga myrkalagdur. Plátur vórðu settar upp fyri vindeygu og rútar, og svarrtar gardinur vóru fyri. Sjálvt dúkarnir vóru myrkir, so teir ikki skuldu skyggja, fingu vit at vita. Eingin gestur slapp inn í matarsalin, fyrr enn boðið varð til borðs, og tí vistu vit ikki, hvussu innrættað var, ella hvussu borðreitt varð. Áðrenn vit fóru inn, fingu gestirnir boð um at sløkkja fa t l f Tá ið vit komu inn, vórðu vit leidd til stólin, har vit skuldu sita. Ein hond tók í øsklina, og viðkomandi flutti hondina á mær yvir á stólin. Vit sessaðust og fingu vit at vita, at skonkt var í tað høgrasta glasið fyrst. Eini góð ráð vóru at førka hond ina eftir borðinum og taka um fótin á glasinum, tí annars kundu høgu gløsini lætt koppa. Ikki sørt at fjáltur var á summum okkara. Hvussu fór hetta at ganga? Ein tænari var til hvørt borð. Knappliga varð ein hond løgd niður á økslina. Nú komi eg at skeinkja vín ella fruktsaft, segði hon Við at fylgja kantinum á borðinum og lurta eftir røddunum við borðið funnu vit út av, at borðið var runt. Men hvør vendi móti eystri, og hvør móti eystri var ikki til at vita. Forrætturin var ein evarska lítil máltíð, sum smakk aði sera væl. Vit seks fólkini við borðið royndu at gita, hvat tað var, men komu ikki til rætta úrslitið. Á borðinum var vatn­ kanna, breyð og smør. Tað gekk ein góð løta, áðrenn ein okkara fann bakkan við breyði, smørið funnu vit eina ferð seinni. Ein fann vatn­ kannuna, sum so gekk runt. Javnan komu tænararnir i fingu at vita og síggja, eftir at borðhaldið var av. Gittu smakkir Meðan vit ótu, sótu vit út frá smakki og konsistensi at gita, hvat vit ótu. Jákupsskelin var ikki so tor før at kenna aftur. Eg smakki finnikel, segði ein. Onkur smakkaði beinan­ veg in melón, dild var eitt boð. Við okkara borð høvdu fleiri torført við at brúka gaffil og knív, tí vit høvdu ilt við at skera kjøtið og seta gaffilin í matin. So vóru bara eini ráð, og tey vóru at brúka fingrarnar. Eingin sá kortini sterk ari enn vanligt. Vit hoyrdu, hvussu tey prátaðu við hini borðini, og tað ljóðaði hart. Vantandi sjónsansurin gjørdi, at hinir sansirnir mentust. Vit sungu nakrar sangir í myrkrinum, og valdir vórðu sangir, sum fólk flest dugdu. Tað bar jú ikki til at hava sanghefti í myrkrinum. Tá ið borðhaldið var av, vóru vit leidd út aftur í myrkri úr matarhøllini. Tí sóu vit ongantíð, hvussu borðini sóu út, sum vit vóru farin frá. Onkur gløs koppaðu, men hetta kvøldið fór einki í sor. Eingin sá heldur út til Starblind til borðs Tað var ein ótrúlig uppliving at vera við til máltíðina í myrkri hjá Blindafelagnum á Hotel Føroyum Mynd: Leif Láadal Seinastu árini hava vit sæð fleiri dømi um, at tað ikki ber til hjá før­ oysk­um mats­tov­um at nýta góðar, frísk­ar før­oysk­ar rá­v­ørur, tí tær ikki eru hag­reidd­ar á góð­kendu­m slát­ur­húsi. Sjálvandi skulu vit virða tey heils­u­frøð­i­ligu krøv, sum eru kring mat­vør­u­fram­leiðslu. Men tað merkir tó ikki, at vit ikki skulu kunna brúka sunnan fornuft. Stjórin á Hotel Føroyum gevur ilt av sær í blaðnum í dag, tí hann troytt­ast av allari mótstøðuni, sum tey í Hotel Føroyar samtakinum merkja frá Heilsufrøðligu Starvs­ stovuni, sum sambært honum ikki er til at tosa við um hesi við­ ur­skifti. Tað tykist sera løgið, at regl­ ur­nar í Føroyum skulu vera eins strang­ar, sum í ES  og ofta nógv stran­g­ari. Gamaní má allur okkara út­flutn­ingur lúka heilsufrøðiligu krøv­ini, men tað átti at kunna bor­ ið til á onkran hátt at hagreitt før­ oyskan mat, so hann kann seljast á mat­stovum. Umframt tarvkálvarnar hjá Ho­ tel Føroyum, so er dømi um í hesum døg­um, at 1.500 lomvigabringur úr Ís­landi eisini skuldu fyribeinast ella sendast aftur av somu heils­u­frøð­i­ ligum ávum. Landsstýrismaðurin í vinnu­mál­ um vísti í Degi og Viku í gjár á, at bønd­ur­nir mugu taka seg sam­an. Hann segði, at 180 milliónir eru í jarðargrunninum, sum áttu at verið brúktar til ein nýmótans slát­ ur­hús. Tað er nú ikki vist, at vit mugu taka so rívan til. Tað má kunna bera til at tosa seg til rættis, so tær fáu og lut­víst smáu matstovurnar í land­i­num kunnu gera sær dælt av góðu og frísku rávøruni, sum er her á landi. Hví skulu regl­ar­ nar gerast so tvørar, at tað er full­ komliga ógjørligt at servera før­oysk skeljadjór á matstovunum? Skulu vit tá eisini byggja góðkent slát­ur­ hús til kræling og øður? Í Føroyum dámar okkum mang­ an alt ov væl at spæla politi og vísa, hvussu tingini ikki skulu gerast, held­ur enn at brúka sunnan fornuft og finna loysnir. Onnur lond, eisini ES lond, hava serskipanir fyri bønd­ ur og onnur í hesi vinnu, tá tað snýr seg um heimamarknaðin. Tað kann ikki passa, at tað ikki skal kunna bera til í Føroyum. Vit hava eitt matvørueftirlit, sum umsitir lógirnar. Allarhelst eru tað somu fólk, sum tilevna lógirnar, sum politikararnir samtykkja. Onk­ ur í systeminum eigur at kunna stinga fing­ur­in í jørð­ina – og finna eina loysn, so eld­hugaðir kokkar í hes­um førum kunnu royna síni kysnt­ur –  og soleiðis menna før­ oyska ferð­a­vinnu – við stóru gas­ tron­o­m­isku a­v­bjóð­ing­ini vit hava við øll­um okk­a­ra fant­astiska til­ feingi, sum eitt tvørt system noktar okk­um at gagnnýta. Eiga at kunna gagnnýta góðu føroysku rávøruna Eftirlit og tvørt system Ruskveiða í føroyskum sjóøki Blindafelagið hevur Endabrest við dansi – Nes kommuna tók í 2007 í sam­starvi við trolaran M/T Búgv­in og Agenda 21 Stov­una stig at kanna nøgd og slag av ruski, ið rekst í før­oysk­um sjó­øki. Úrslitið gav greið­ar á­ bendingar, at sjó­økið kring Før­oyar ikki ligg­ur aft­ar­liga í dálk­an­i­ni av hav­um­hvørv­ i­num, og at talan mest er um plast­evni av ymiskum slag. Tað siga Kongshavnar Havn­a­stýri og Agenda 21 Stov­ an í tíðindaskrivi. Roynd­ar­verkætlanin hjá teim­um varð eisini framd sum liður í sam­starv­i­num før­ oysku komm­un­ur­nar hava í altjóða felags­skap­i­num KIMO – Komm­unen­es Int­er­na­sjonale Miljø­org­a­ni­sa­sj­on – har stórur dentur verð­ur lagdur á vernd av sjó- og stran­d­a­øki. – Avgjørt er nú at royna at seta í verk regluliga inn­savn­ an av ruski á sjónum, og hev­ur Kongshavnar havna­stýri fyri­ skip­að ser­stak­an rusk­posa, ið nýt­ast skal umborð, og sum so verð­ur lagdur upp, tá kom­ið er til lands. Ætl­anin er eitt nú at geva á­grýtn­um fólk­u­m frá vardum verkstaði møg­u­leika at taka ímóti, skilja, og skráseta innihaldið í pos­u­num. Haðani verður skilda ruskið síðan latið IRF til við­gerðar, siga tey. Í kvøld klokkan 19 verð­ ur fund­ur í Tofta Skúla, har greitt verður frá Fishing For Litt­er verk­ætl­anini. Agenda 21 Stov­an hevur stutta fram­løgu og eisini verður vístur á­huga­ verdur filmur um hav­dálk­ing og ruskveiðu, ið KIMO Holland og KIMO Belg­ia hava gjørt. – Fundurin er almennur, og eru øll áhugaði hjarta­liga væ­ lkomin, siga fyrireikararnir. Allir bý- og bygdaráðslimir, havn­ar­mynd­ug­leik­ar og skipa- og báta­eig­ar­ar fáa hervið eina serliga inn­bjóð­ing. Vónandi hevur hetta á­huga, so vit kunnu fáa fleiri før­oysk­ ar komm­un­ur og havn­ir við í hesa skipan. Nú mugu grasrøt­ urnar tala Edmund Joensen Tíðargrein á síðu 15 Og dansurin gongur... Magnus Tausen Eygamálið á síðu 14 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo