fríggjadagur 21. september 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 110 · 21. september 2012
4
VIKUSKIFTI
samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Tá vit fara til handils at keypa eitt nýtt
plagg, gera vit ymiskt ótilvitað fyri at
avgera, um plaggið skal keypast. Vit
hyggja eftir plagginum, merkja hvussu
klæðini kennast á húðini, hvussu tey
anga, og hvørja kenslu klæðini geva
okkum. Júst av hesi orsøk samstarva
stórt sæð allir sniðgevar í heiminum
við tekstilsniðgevar, sum kunnu hjálpa
teimum við at gera eina vøru, soleiðis at
kundin velur at keypa teirra vøru fram
um aðrar líknandi vørur.
– Sum tekstilsniðgevi er tað mítt
arbeiðið at finna útav, hvussu ávís
tógvsløg, bindingarhættir og mynstur
kunnu brúkast og setast saman, sigur
35 ára gamla Randi, sum bindur lítlar
prøvar, sum sniðgevar so kunnu velja
at brúka til teirra klædnapløgg.
– Allir teir kendu sniðgevarnir
í heiminum so sum Karl Lagerfeld,
Valentino og Yves Saint Laurent keypa
klædnatilfar á messum, sum tekstil
sniðgevar hava bundið. Sjálv havi eg
selt nógv klædnatilfar í Japan, men eg
fái ongantíð at vita, hvør keyparin er,
og hvussu mítt tilfar verður brúkt.
Meir enn tógv og stokkar
Áhugan fyri at binda og arbeiða við
ymiskum klædnatilfari hevði Randi
longu sum smágenta.
– Fyrstu ferð eg fekk stokkar í hond
ina, var eg fimm ára gomul. Tá skuldi
eg binda eitt turriklæði til eina bamsu,
men minnist meg rætt bleiv eg ongantíð
liðug við ta verkætlanina, sigur Randi
og flennir. Hóast bamsuturriklæðið ikki
beinleiðis bleiv ein success, helt Randi
áfram við at binda. Sum 10 ára gomul
øktist áhugin, og hon brúkti alsamt
meira tíð upp á at finna fram ymiskar
litir, brúka ymisk sløg av tráði og gera
egin mynstur.
– Fyri meg er binding meir enn bara
tógv og stokkar. Hugsar tú kreativt eru
møguleikarnir óteljandi, og hesum fann
eg skjótt útav, sigur Randi og heldur
fram við at greiða frá:
– Sum barn vildi eg altíð fortelja
nakað, og millum annað tí skrivaði eg
rættiliga nógv. Skjótt fann eg útav, at
eg eisini kundi úttrykkja meg gjøgnum
tað, sum eg bant. Tað nýttist ikki altíð at
vera eitt plagg, sum tú kundi lata teg í,
men eisini bara eitt petti av klædnatilfari
sum so onkursvegna kundi geva mær
eina serliga kenslu ella geva mær ávísar
tankar, sigur Randi. Sum tekstilsniðgevi
brúkar hon nógva tíð upp á at brúka
hugflogið, soleiðis at hon nýtir ymsar
træðrir, roynir nýggj sløg av tógvi og
ger annarleiðis samansetingar, enn tað,
vit eru von við.
– Eg bindi fyri at fáa ein stemning í
okkurt bundið. Tá ein sniðgevi kemur
til mín og greiðir frá síni hugsa um eitt
nýtt plagg, er tað mín uppgáva millum
annað at finna útav, við hvørjum tógvi
og hvørjum bindingarhátti sniðgevin
best møguligt kann úttrykkja tað, við
komandi ynskir.
Ávís pløgg selja altíð
Sum tekstilsniðgevi er ein partur av
arbeiðinum at kunna seg um, hvat
klædnatilfar selur, hvørji mynstur eru
inn, og um tað loysir seg fyri sniðgevan
at seta eitt ávíst plagg í produktión.
Sambært Randi er tað ávíst tilfar, sum
blívur við at vera vælumtókt millum
fólk.
– Nakað sum altíð selir eru klæðir
úr ull, bummull og viskosu. Orsøkin
er tann, at hetta eru klæðir, sum anda,
og sum meir ella minni øll fólk halda
eru behagilig at vera í, sigur Randi og
leggur afturat, at tað eisini er klædna
tilfar, sum altíð hevur verið torført hjá
sniðgevum at selja.
– Klæðir úr polyester og nylon
kennast ikki líka væl móti húðini sum
eitt nú bummull, og ofta eru tað hesi,
sum keyparin velur frá. Hinvegin er
hetta tilfarið bílígt bæði fyri seljaran
og keyparan, og tí er tað framvegis at
síggja innan sniðgeving, greiðir Randi
frá.
Eitt mynstur sum hevur verið at sæð
innan klædnamóta í fleiri áratíggju er
djóramynstur, og sambært Randi er tað
eisini nakað, sum altíð selir.
– Djóramynstur á klæðum hevur
við jøvnum millumbilum verið at sæð
í mótamyndini í nógv ár. Hóast tað eru
tíðarskeið, har tað ikki er so modernað,
so er hetta slagið av prenti nakað, sum
onkursvegna ongantíð fer heilt av móta.
Eg haldi, tað er tí, at djóramynstur er
nattúrligt, livandi og ikki so grafiskt,
sum nógv annað av tí, ið er at síggja á
klæðunum í dag, sigur Randi.
Kann arbeiða hjá Nasa
At vera tekstilsniðgevi er ikki tað sama
sum ein vanligur sniðgevi, ið skapar
klæðir til fólk. Útbúgvingin hjá Randi
sum tekstilsniðgevi gevur henni nógvar
aðrar møguleikar umframt at kunna
finna rætta tógvið til rætta plaggið. Tað
fekk hon eisini at vita fyri fimm árum
síðani, tá hon byrjaði á Designskolen
Kolding í Danmark.
– Fyrsta skúladag fingu vit at vita,
at vit eftir lokna útbúgving kundu søkja
um starv ymsastaðni, líka frá rúmdar
fyrisitingini Nasa til vælkenda Jysk
Sengetøjslager. Tað vísir eisini rættiliga
væl, hvussu breið henda útbúgvingin
er, sigur Randi.
– Sum tekstilsniðgevi havi eg eisini
fingist við interiør, tað vil siga ymisk
klædnatilfar, sum vit hava inni í húsum.
Pútur, teppir, bjálving og gardinur skulu
hava eina ávísa útsjónd og samstundis
hava eina ávísa funktión, og tað er upp
gávan hjá tekstilsniðgevanum at fáa
hesi tingini at ganga upp í eina hægri
eind, sigur Randi, sum valdi binding
sum sergrein á skúlanum í Kolding.
Eftir at hava búð uttanlands í nógv
ár flutti Randi í summar heim til Føroya
og starvast sum designassistentur hjá
fyritøkuni Guðrun&Guðrun. Uppgávan
hjá Randi er at brúka hugflogið, gera
nýggjar samansetingar og at koma við
nýggjum uppskotum, tá tað, sum ein
sniðgevi ynskir at skapa, ikki kann lata
seg ger,a av tí at tráðurin er ov tunn
ur, tógvið ov tjúkt og so framvegis.
Eitt starv hon trívist avbera væl í,
hóast tað til tíðir kann vera torført at
greiða fólki frá, júst hvønn leiklut hon
sum tekstilsniðgevi hevur innan snið
geving.
– Tú kanst siga, at eg eri persónurin,
sum ger ljóðførið, men tað er onkur
annar, sum spælir upp á tað, sigur
Randi.
Sum fimm ára gomul fekk Randi Samsonsen stokkar í hondina fyri fyrstu
ferð. Í dag livir hon av at vegleiða sniðgevum og binda uppskot, til hvussu
næsta kollektiónin skal verða. – Binding er meira enn tógv og stokkar.
Hugsar tú kreativt innan binding, eru møguleikarnir óteljandi, sigur Randi
meir enn tógv
og stokkar
binding