Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. september 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Í fleiri ár hevur verið ein norður­lendsk skipan fyri al­menn starvsfólk, at tey hava møguleika at fara í eitt ann­að norðurland at fáa sær starvsroyndir. Tá hava tey ein arbeiðsgevara uttan­ lands. Tað var støði í tí skipanini, at Jákup Eyðfinn Kjærbo, leiðari á lógardeildini í Taks fór til stjóra sín og spurdi, um hann ikki kundi fara uttan­ lands eitt skifti, men sam­ stundis arbeiða fyri Taks. Hetta varð honum játtað, og fyri einum mánaði síðan flutti hann til Teilands at búg­va í eitt ár. Hann fór til Teilands, ti kona hansara er teilendsk. Tvey børn eru við teimum. Tað yngri fer í barnagarð nú, og hitt gongur í altjóða skúla. - Hetta riggar væl. Í summ­um førum hevur tað ong­an týdning, hvar eg siti og arbeiði. Her fái eg eisini loyst uppgávur, sum annars stund­ir ikki høvdu verið til, tí her er so góður arbeiðsfriður. Eg verði ikki órógvaður av javn­an at skula á fundir. Men tað krevur disiplin at arbeiða upp á hendan mátan, sigur Jákup Eyðfinn Kjærbo. Hann fær løn frá Taks, men hann er skattskyldugur í Teilandi. Meðan hann er uttan­lands, tekur hann eina al­tjóða útbúgving í skatti. Má til Føroya viðhvørt Jákup Eyðfinn Kjærbo sær fyri sær, at hann av og á noyð­ist heim til arbeiðs­pláss­ ið í Føroyum. Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks heldur somuleiðis, at tað riggar væl, at Jákup Eyð­ finn Kjærbo situr í Teilandi og arbeiðir. Tað einasta er tíðar­munurin, sum er seks tím­ar. Mín tað ber til at laga seg eftir tíðarmuninum. Sam­skift verður um telduna og telefonina. - Og vit hava longu havt onkr­ar fundir yvir skype, og tað er væl bíligari. Jákup Eyðfinn Kjærbo er einasta starvsfólk hjá Taks við arbeiðsplássi uttan­ lands. Hatta er eitt slag av heima­arbeiðs­plássi. Onn­ur starvs­fólk arbeiða heimani­ frá onkran dag, og tað riggar eisini, sigur Eyðun Mørkøre. Randi Jacobsen Tosað hevur verið nógv um at fáa tey ungu at verða verandi í Føroyum, og at fáa føroyingar at flyta heimaftur. Men hvussu hongur tað saman við, at al­menn starvfólk flyta úr Før­ oyum, seta búgv í øðrum lond­um, haðani tey røkja ar­beiði í Føroyum, men gjal­da skatt uttanlands. Løgtingsmaðurin Jenis av Rana heldur tað vera løgi, at hetta skal bera til, og mikudagin fer hann at seta Jørgen Niclasen, lands­stýris­manni ein fyri­ spurn­ing um hetta. Hann heldur, at hetta er ein forðing fyri, at onn­ ur kunnu flyta heim, tí tey fáa ikki arbeiði í Føroyum. - Í hesum døgum kem­ ur undan kavi, at nøkur av hesum størvum, góð, trygg, almenn størv, verða røkt av fólkum, sum flyta av landinum og taka bæði ar­beiði og lønina við sær. Tey fáa løn sína, sum um tey búgva í Føroyum, men uttan at gjalda skatt til tað samfelagið, sum hev­ ur tey i arbeiði, sigur Jen­is av Rana. Hann hevur frætt, at fleiri almenn starvsfólk í Føroyum búgva uttan­ lands. Arbeiðir á Taks og býr í Teilandi Jákup Eyðfinn Kjærbo er deildarleiðari á Taks, men arbeiðspláss hansara er í Teilandi, har hann eisini rindar skatt Jenis harmast um mistu skatta­ inntøkuna Løgtingsmaðurin Jenis av Rana fer mikudagin at spyrja landsstýrismannin Jørgen Niclasen, um hann fer at forða, at starvsfólk fáa løn úr Føroyum, men búgva og gjalda skatt uttanlands Jenisi av Rana dámar einki, at fólk búgva uttanlands og røkja størv í Føroyum Taks hevur bara eitt starvsfólk, sum býr uttanlands. Tað riggar væl, tí samskiftismøgleikarnir eru so góðir