mánadagur 24. september 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. september 2012 · Nr. 111
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Tá danska sangkappingin hjá Dan
marks Radio, X-Factor, aftur verður
at síggja á sjónvarpsskíggjanum,
kunnu vit enn einaferð vænta
at síggja føroyskar luttakarar.
Ein av teimum mongu, vónaríku
sangarunum,
sum
í
summar
var til eitt sokallað pre-casting,
er
kendi
tónleikarin
James
Olsen. Hesin fyrsti parturin av
upptøkuroyndunum
gekk
so
mikið væl, at hann nú er valdur
út at vera við í X-Factor Audition,
har hann framman fyri teim
um trimum dómarunum, upp
tøkutólum og eini 500 áhoyrarum
skal syngja fyri at veruliga kunna
byrja sítt X-Factor ævintýr.
James ætlar sær langt
Tíðliga í summar sendi James ein
teldupost til Danmarks Radio, har
hann boðaði frá, at hann vildi lut
taka í komandi X-Factor. Sjálvur
heldur hann, at hann hevur tað,
sum skal til fyri at koma langt í
kappingini og møguliga gerast
vinnari.
- Eg havi sum so nógv onnur
fylgt við í undanfarnu sendingum,
og út frá tí eg havi sæð, so haldi
eg avgjørt, at eg havi tað, sum skal
til fyri at klára meg væl í X-Factor,
sigur James Olsen. Endamálið við
luttøkuni er púra greitt.
- Eg havi verið innan tónleika
vinnuna í nógv ár. Eg havi spælt
saman við óteljandi føroyskum og
útlendskum sangarum og verið
við á nógvum fløgum, men eg havi
ongantíð veruliga verið høvuðs
persónurin og forsangari, greiðir
James frá og heldur fram:
- X-Factor er ein góð lopfjøl
til at vísa, hvør mann er, og hvat
mann dugir. Klárar tú teg væl í
kappingini og endar í topp trý,
eru útlitini rættiliga góð, fyri at tú
kanst fáa ein plátusáttmála, og tað
er tað, eg vil, sigur James. Hóast
hann fyrst og fremst er kendur
sum trummuspælari í Føroyum,
hevur hann eisini altíð fingist við
sang.
- Fyrstu ferð eg stóð á palli var
í SMS-kappingini í 1980, tá eg var
10 ára gamal. Líka síðani hava eg
sungið, hóast tað ikki hevur verið
sum forsangari. Nú vil eg fegin
royna meg sum sangara, tíðin
er tann rætta, og tí luttaki eg í
X-Factor.
Drúgvar upptøkuroyndir
Vegurin til stóra pallin á spæli
staðnum Vega, har upptøkurnar til
X-Factor Audition fara fram, hevur
verið rættiliga drúgvur. Í summar
var James til ta fyrstu upptøku
royndina, sum verður kallað pre-
casting, har hann eitt nú skuldi
syngja fyri starvsfólkum hjá DR,
var til ymiskar samrøður og skuldi
eisini royna seg framman fyri
upptøkutólinum.
- Eg veit ikki hvussu nógvar
tímar, eg stóð í kø, tí har vóru ótrú
liga nógv fólk, sum høvdu meldað
seg til hesa pre-castingina. Vit
blivu send inn í ymisk høli í stóra
bygninginum, har hesin parturin
av upptøkuroyndunum fór fram,
og hvørja ferð stóðu vit rættiliga
leingi í kø, sigur James, sum klár
aði seg væl til drúgvu pre-cast
ingina.
- Millum annað sang eg fyri
tveimum DR-fólkum, sum skuldu
meta um mín sang. Tað gekk væl,
og eg og tann eini av hesum fólku
num prátaðu leingi aftaná og
skemtaðu. Hann segði, at sjálvandi
skuldi eg víðari, og tað var eg glað
ur fyri at hoyra, greiðir James frá,
sum longu hevur skrivað undir
eina serliga avtalu við DR.
- Har bleiv eisini tikin mynd
av mær og eg prátaði eisini við
ein journalist, har eg greiddi frá
hvør eg eri, og hvørjar royndir eg
havi við tónleiki. At enda skrivaði
eg undir ein serliga sáttmála,
sum millum annað snýr seg um
reglurnar í sambandi við tagnar
skylduna, sum vit luttakarar hava.
Skal syngja U2-sang
Til pre-casting sang James kenda
sangin hjá U2, ið eitur “I Still
Haven´t Found What I´m Looking
For.” Hetta verður eisini sangurin,
sum James fer at syngja, tá hann
tann 8. oktober skal syngja fyri
Thomas Blachman, Anne Linnet
og Ida Corr, sum eru dómararnir
í hesum umfarinum av X-Factor.
- Orsøkin til at eg havi valt at
framføra við tí sanginum, er heilt
einfalt tann, at tað er ein sangur,
ið mær dámar væl, og harafturat
havi eg sungið hann nógv, sigur
James. Tað er tó ikki víst, at vit
bara fara at síggja og hoyra James
framføra hendan sangin, tí hann
er biðin um at fyrireika heili fýra
sangir, sum hann skal kunna
framføra til X-Factor Audition.
- Nú skal eg senda teimum
eina fløgu, har bara tónleikurin
til sangirnar er á, og tað verður so
tað, eg skal syngja til, tá eg skal til
upptøkuroyndina um tvær vik
ur, greiðir James frá. Hann hev
ur góðar vónir um, at tað fer at
gangast sær væl til X-Factor Audi
tion, og møguliga kunnu roynd
irnar sum trummuspælari hjá tí
eina dómarinum verða ein fyri
munur.
- Eg havi spælt saman við Ida
Corr niðri í Danmark, so hon veit,
hvør eg eri. Spurningurin er so, um
tað er ein fyrimunur ella vansi, tá
eg skal syngja handan mánadagin
í Vega, sigur James. Líka mikið
hvussu leikur fer, so ivast James
ikki í, at hann kann fáa nógv burt
ur úr X-Factor luttøkuni.
- Umframt at kunna fáa sam
band við tey røttu fólkini innan
tónleikavinnuna, so havi eg longu
nú lært, hvussu eitt konsept sum
X-Factor verður gjørt, og at tað
ikki einans snýr seg um talent.
Tín persónur og tað, tú kanst for
telja, hevur minst líka so stóran
týdning, sigur James, sum eisini er
greiðir yvir, at kemur hann langt
í kappingini, fara fjølmiðlarnir at
grava í hansara fortíð.
- Tað taki eg, sum tað kemur,
og eg eri fullgreiðir yvir, at hatta
er ein partur av tí. Men tað mesta
um meg og mítt lív hevur longu
verið frammi í Føroyum, so eg vóni
sjálvandi, at tey eisini hava áhuga í
mínum tónleikalívi og ikki einans
privatlívinum, sigur James.
James luttekur
í X-Factor
- Dreymurin er at fáa ein plátusáttmála, og X-Factor er ein góður máti at gera vart
við seg. Tað sigur 42 ára gamli James Olsen, sum um tvær vikur skal standa framman
fyri X-Factor dómarunum og eini 500 áhoyrarum í spælistaðnum Vega
x-factor