mikudagur 26. september 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Kriminalforsorgin skal hava
nýggjan leiðara, og danska
løgmálaráðið hevur sett 39
ára gomlu Elkin Klettheyggj
í starvið frá 1. desember kom
andi. Elken er úr Sandvík,
var útbúgvin sosialráðgevi í
Keypmannahavn í 1996. Hon
hevur arbeitt á Kriminal
forsorgarøkinum líka síðani
bæði í fríu forsorgini og í
fangahúsum og varðhaldum
í Keypmannahavn, har hon
hevur havt leiðandi størv.
Hon hevur fullført leiðslu
útbúgvingina hjá Kriminal
forsorgini eins og hon hevur
tikið útbúgving í kriminologi
á Keypmannahavnar Uni
versiteti.
Karin Kjølbro hevur verið
leiðari av kriminalforsorgini
síðani 1976.
So hendi tað aftur, at ein bilur
kemur við Norrønu við rúsevnum
til Føroya við tveimum monnum,
sum halda seg hava lumpað bæði
tollvald og løgreglu – og rættiliga
kunna skora kassan upp á góðvarn
ar føroyingar, sum fegnir keypa
smuglaravøruna fyri hópin meira,
enn danskir misnýtarar mugu lata
á gøtunum í Danmark.
Løgregla og tollarar hava verið
so mikið snild, at tey ikki avdúkaðu
menninar á bryggjuni, men hava
latið teir koma í samband við sínar
føroysku medsamansvornu brots
menn her á landi, sum á henda hátt
hava sæð sær líkindi at forvinna
sær pengar upp á at sáa tað fræ
ið í føroyskan ungdóm, sum heilt
víst fer at skaða summi fyri lív
ið – og sum tíverri mangan førir
til at fólk í óføri við óhugnaligum
avleiðingum.
Tað er ikki av ongum, at rúsevna
dómar eru harðir. Onkur vil halda,
at teir ikki eru nóg harðir. Vit kenna
summar av hesum óheiðurligu per
sónum. Onkur teirra eru so mikið
frekir, at teir venda aftur ferð eftir
ferð – hóast teir hava sitið fleiri ár
í fongsli – og so ganga teir akkurát
líka frekir og smílast millum okk
um – og byrja av nýggjum.
Onkur nýggjur legst afturat.
Hesir ungu menn, sum kanska
hava havt álit millum fólk, spæla
høgt spæl og satsa sær restina av
lívinum at verða eyðkendur sum
rúsevnasmuglari.
Rúsevni eru ein stórur trupul
leiki – eisini í okkara lítla samfel
ag. Tollvald og løgregla nýta nógva
orku upp á at avdúka smuglarar,
men tað tykist ikki vera nóg mikið.
Tað er kortini sera undrunarvert,
at tað skal bera so mikið væl til
hjá bakmonnunum at halda søluni
gangandi. Vit vita, at talan er sam
vitskuleysar persónar, sum ikki
himprast við at draga onnur upp á
tráð – í síni eirindaleysu tráan eftir
at tjena pengar upp á ein tann mest
lúsuta og mannminkandi mátan,
sum hugsast kann, har tú setir lív
ið hjá øðrum í veð fyri at fóta tær
sjálvum, bara tí at tú sjálvur ert
skeivt undankomin.
Men vit eru so fá í hesum landi
– vit plaga at reypa av, at øll kenna
øll. Og tá øll kenna øll, so eiga slíkir
lítisverdir persónar ikki at kunna
reka slíkt virksemi í frið. Vit hava
øll okkara fráboðanarskyldu – og
tað er okkara skylda at boða frá, tá
vit vita um fólk, sum fáast við slíkt
virksemi – bæði tá talan er um vinir,
um starvs- ella skúlafelagar og um
børn okkara.
Hetta er ein trupulleiki, sum vit
í okkara lítla samfelag eiga at koma
til lívs ella í øllum førum at halda á
einum sera lágum støði.
Eigur ikki at bera til at
selja rúsevni, tá øll kenna øll
Á uppstillingarfundi hjá
Norðoya
Sjálvstýrisfelag
í gjárkvøldið vórðu fimm
fólk vald at koma á listan til
býráðsvalið í Klaksvík.
Valevnini eru:
Sven Dahl, orkutøkningur
hjá Magn
Beinta Klakstein, leiðari
fyri frítíðarskúlan hjá
Klaksvíkar kommunu
Rúna Sivertsen, leiðari hjá
ABC barnahjálp
Jógvan Skorheim,
býráðslimur og
løgtingsmaður
Kristian Eli Zachariasen,
verkætlanarleiðari hjá
Føroya Tele
Beinta Klakstein er 33 ára
gomul og stillar upp fyri
fyrstu ferð. Hini valevnini
hava øll stillað upp áður.
Fimm stilla upp fyri
Sjálvstýri í Klaksvík
Rúsevni og skylda at boða frá
Elkin Klettheyggj nýggjur
leiðari á Kriminalforsorgini
Feil-
døming
Bjørn Kalsø
kjak á síðu 21
Tvey
rugbreyð
um mán
aðin
Dagfinnur danbjørg
kjak á síðu 21
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lisið á
Kaj
Leo
Jo
hannesen Búgvi
á Benjamin hot
el í New York,
trygdarátøkini
eru sera stór, tí
beint hinumegin
vegin á Waldorf
hotel býr Obama.
Lurtaði
eisini
eftir
honum
fyri løtu síðani á
ST høvuðsborgini, ein
gevandi og hugvekj
andi røða.
Løgmaður á Facebook í gjár...
Í fínum selskapi
Løgmaður er granni hjá
sjálvum Obama í New
York – og í gjár hitti hann
Sergey Lavrov, russiska
uttanríkisráðharran
Elkin Klettheyggj tekur við sum leiðari fyri Kriminalforsorgini tann 1. desember. Hon
loysir av Karina Kjølbro, sum hevur røkt starvið síðani 1976
Mynd: Álvur Haraldsen