Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. september 2012 · Nr. 112 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ætlar at byggja sláturvirki Randi Jacobsen Sláturvirki eiga at verða á øllum økjum í land­ inum. Tað heldur Poul Kle­ mentsen, bóndi á Sandi. Júst sum orðaskifti tók seg upp um, at einki góðkent slátur­virki er til neyt í Før­oyum, sendi hann Búnaðar­grunn­ inum umsókn um fígg­ ing til at byggja slátur­ virki á Sandi. Hann hevur søkt um at byggja sláturvirki til at fletta seyð í, men um tað skuldi verið kundi hann bygt tað út til eisini at fletta neyt í. Kostnaðarmetingin sigur 2,5 mió. krónur. Poul Klementsen held­ur, at grundarlag er fyri at hava eitt góðkent sláturvirki í Sandoynni, tí har eru umleið 6.500 seyðir. Sjálvur hevur hann ein tíggjumarkargarð við 200 áseyðum. Onkur av hinum bóndunum hevur meira seyð. Óneyðugt við stórum sláturhúsi Tað átti at borið til at góðkent nøkur støð í landinum, har neyt til heimamarknaðin kundu verið flett, sigur Óluva Midjord, forkvinna í stýrinum fyri Búnaðargrunnin Randi Jacobsen Í seinastu viku kom fram, at matstovur og handlar ikki kunnu keypa neytakjøt bein­ leiðis frá bóndum í Føroyum. Tað er ikki loyvt, tí neytini verða ikki flett á løggildum virki. Í Degi og Viku segði Johan Dahl, landstýrismaður, at bøndurnir áttu at skipa fyri at bygt eitt slíkt virki við peningi úr Búnaðar­grunn­ inum, sum eigur 180 mió. krónur. Óluva Midjord, for­kvinna í stýrinum fyri Búnaðar­ grunn­in ivast í, um rakstur fæst í eitt slíkt slátur­hús í Før­oy­um, tí neytini eru so fá. Talið av mjólkkúm liggur um 1000, og umleið ein trið­ ingur av kúnum verður skift­ ur út um árið. Bøndurnir fletta kýrnar sjálvir og selja kjøtið í fjórð­ ingar til viðskiftafólk síni. Tarvkálvarnir verða skot­ nir og grivnir niður, beinan­ vegin teir eru kálvaðir. Óluva Midjord tekur ikki støðu til, um grundarlag er fyri einum góðkendum slát­ ur­virki til neyt í Føroyum. Eingin útflutningur – Men er tað neyðugt? Eg skilji ikki, at ikki nøkur støð í landinum, har rein­ føri er í lagi, ikki kunnu góð­kennast, tí tað er bara kjøt til heimamarknaðin. At tosa um útflutning er heilt burturvið, tí hevði kjøtið verið selt í landinum, hevði tað kortini bara verið til ein part av heimamarknaðinum. Fyri mær ljóðar tað sum eitt skálka­skjól at vísa til ES-reglur, tí ES hevur einki at gera við okkara heima­ marknað, sigur Óluva Mid­ jord. Hon heldur tað vera stórt spell, at so at siga allir kálvarnir verða skotnir, tí teir eru eitt stórt tilfeingi. Snilt Í Noregi hava tey eina skip­ an við ferandi flettarum. Mobil­slakt. Teir koyra frá ein­um garði til annan og fletta neyt. Hetta er ein ein­ føld skipan og er betri fyri kría­túrini, tí tey verða ikki flutt. Kjøtið verður betri, og bøndurnir sleppa frá stórum flutningsútreiðslum. Eydna Midjord hevur hoyrt um Mobilslakt, men kenn­ir lítið til skipanina. ­– Hatta ljóðar einastand­ andi, og tað hevði kanska ver­ið vert at kanna, um skip­ anin kundi brúkst í Føroyum, sigur hon. Poul Klementsen hevur søkt Búnaðargrunnin um fígging til at byggja sláturvirki á Sandi Randi Jacobsen 53 mió. krónur skulu sparast á almannaøkinum. Tað hevur samgongan sett sær fyri, og ein av spari­ ætlanunum, sum mett er at geva umleið 10 mió. krónur, er ein broyting í lógini um almannapensjónir. Sum er fáa fólk fyritíð­ ar­pensjón frá tí degi, sum pensjónin verður játt­að teim­um, men eftir lógar­upp­ skotinum verð­ur ein karens­ skip­an knýtt at, soleiðis at ein fyritíðarpensjonistur fer at missa fyrstu tríggj­ar mánaðirnar av eftir­gjald­ in­um, um málstíðin verður longri enn tað. – Mett verður, at miðal inn­tøkumissurin fer at vera millum 30.000 krónur og 40.000 krónur aftaná skatt, stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Annika Olsen, landsstýris­ kvinna heldur ikki, at lógar­ broytingin fer at raka nakran órímiligt. Verandi skipan held­ur hon vera í so rúmliga, og onga aðrastaðni ber til sum her at fáa fyritíðarpensjón og aðra veiting samstundis. Hon heldur ikki, at fólk, sum søkja fyritíðarpensjón verða so illa fyri í bíðitíðini, tí ein stórur partur hevur í tí tíðar­ skeiðinum antin dag­peng­ar ella forsorgarhjálp at liva av. Men Ingrid Henriksen, sum er skrivari í Landsfelag Pensionistanna hevur aðra áskoðan. – Hatta er eitt grovt álop á okkara sosiala trygdar­ net. Fólk, sum koma í ta støðu, at tey søkja um at fáa fyritíðarpensjón, hava ofta havt lítla inntøku framman­ undan, og tað r eyðmýkjandi hjá teimum at skula bidd­ ara­gongd at biðja um for­ sorgarhjálp, og tá skulu tey eisini venda øllum, sigur Ingrid Henriksen. Karensdagar áðrenn fyritíðarpensjón Fólk, sum søkja um fyritíðarpensjón, fara aftan á nýggjár onga pensjón at fáa fyrstu tríggjar mánaðirnar Hví skulu ES-reglur galda fyri fletting av kjøti til heimamarknaðin? spyr Óluva Midjord, forkvinna í stýrinum fyri Búnaðargrunnin Poul Klementsen heldur grundarlag vera fyri at hava fleiri sláturvirki til seyð