fríggjadagur 28. september 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 113 · 28. september 2012
2
VIKUSKIFTI
FESTIVALUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Give Peace A Chance er heitið á fjøl
broytta tónleikatiltakinum, sum er púra
ókeypis. Og tað er ikki hissini nøvn,
ið fyriskiparin diskar upp við. Helenu
Heinesen Rebensdorff, Kim Hansen,
Kaj Klein, Heini Corfitz & Eirikur
Andersen, Dánjal á Neystabø, James
Olsen, Jóhannus Á Rógvu Joensen,
Linda Andrews, Sámal Rávnsfjall, Uni
Debess, roWan, Jógvan Óli Ellingsgaard,
Brian John Hughes & Sigmar Sørensen
og Jensia Højgaard Dam.
– Fólkið í Føroyum og Danmark
eru í kríggj í Miðeystri, uttan at verða
spurgd ella kunnað, sigur Edmund og
leggur aftrat, at fyri honum liggur tað
nær at gera eitt friðartiltak, og tað er
John Lennon ímyndin. Tí er tað eisini
bretski tónleikarin, sum myndar plakat
ina fyri stóra tiltakinum.
Fyriskiparin upplýsir eisini, at
hann arbeiðir við fleiri nøvnum og
tískil kann roknast við, at skráin verður
uppaftur meiri fjølbroytt.
Give Peace A Chance, ella føroyski
festivalurin fyri friði, verður leygar
kvøldið 6. oktober í Føroyahúsinum í
Keypmannahavn, og verður tað live-
tónleikur uttan steðg frá klokkan 23 til
fýra á morgni.
Føroyar vs.
Útheimurin
Redaktørur: Rólant Waag Dam
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Høgni Lisberg / Mynd: Eydbii Myndir
klumman
Rannvá
G. Fossaberg
Eitt sera spennandi og forkunnugt tiltak verður í
Føroyahúsinum komandi leygarkvøld, har Edmund S.
Jacobsen hevur stáplað ein friðarfestival upp á beinini
Veðrið er keðiligt, matvørurnar ov dýrar,
og bústaðarviðurskiftini eru ikki nóg góð.
Hetta er tað, sum vit hoyra ferð eftir ferð,
tá prátið snýr seg um at fáa nýútbúnar
føroyingar aftur til Føroya. Eg eri púra samd
í útsagnunum. Hinvegin er tað eisini mín
sannføring, at óansæð hvar tú býrt, hevur
tað sínar fyrimunir og vansar.
Eftir at hava búð í Århus í fimm ár,
meðan eg var undir útbúgving, kundi eg fyri
einum árið síðani undirskriva pappírið, ið
vísti, at eg aftur kundi kalla meg borgara í
Tórshavnar Kommunu. Árini í útlegd hava
víst mær, júst hvat tað er, sum ger, at eg
trívist væl í Føroyum.
Bara tað at fara til handils í Føroyum er
ein betri uppliving, enn tá eg plagdi at keypa
inn í Fakta. Her eru eingir stórir vaktarmenn,
sum beinanvegin gera ein varugan við, at tú
ikki ferðast í einum tryggum umhvørvi, tá
tú keypir breyð og ost. Her heima havi eg
ongantíð enn upplivað, at onkur nærmast
stjelur appilsinina úr hondini á tær, av tí at
“der er ti for en tyver, og jeg mangler liiige
en mere for at være oppe på ti frugter.”
At renna sær ein túr á útlendskum asfalti
kann gerast ein dramatisk uppliving. Men
so er ikki í Føroyum. Í hvussu so er, havi
eg enn ikki havt hvørki kamphund ella tjóv
rennandi í hølunum á mær á einum rennitúri
úti í Føroysku náttúruni. Bara ein illan veðr.
Í Føroyum er ein fantastiskur friður.
Ongar krysantemumbumbur, ið bresta á
miðjari nátt, ongin larmur av politisirenum
hvønn 10. minutt, og eingir AK81arar, sum
fara upp at kjeglast um hvør hevur størsta
baseballbatti.
At trívast í einum landi snýr seg eisini í
stóran mun um raðfestingar. Í løtuni raðfesti
eg, at einasti larmurin um náttina er ein
hani, ið gelur, og hestur, sum gneggjar. At
súkklan kann standa óløst í túninum. Og at
eg ikki skal flúgva í tveir tímar fyri at síggja
míni nærmastu. Her er als ikki so galið, hóast
veðrið er keðiligt, matvørurnar ov dýrar, og
bústaðarviðurskiftini ikki eru nóg góð.
So segði
hann...
Festivalur
fyri friði
Eg vóni sjálvandi, at tað eydnast
okkum at vinna FM. Felagið og
øll rundan um hava veruliga
uppiborið eitt tílikt upplivilsi
Levi Hanssen í 90 sekund
Forsangarin í A JOB, Helena Heinesen
Rebensdorff, og fyriskiparin í FO
Invasion Edmund S. Jacobsen