hósdagur 25. mars 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 59 - 25. mars 2004
Nr. 59 - 25. mars 2004
3
Steffen Stumman
Hansen, landsantik-
varur, hevur gjørt av
at taka málið um
Degnshús upp sum
friðingarmál. Nú
skulu húsini kannast,
áðrenn Friðingar-
nevndin um nakrar
mánaðir kemur við
einum tilmæli til
landsstýrismannin
FRIÐING
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Málið um gomlu Degnshús
við Tinghúsvegin í Havn
dregur út. Nú hevur Steffen
Stumman Hansen, lands-
antikvarur, gjørt av at taka
málið upp sum eitt friðing-
armál.
Tað merkir, at byggi-
deildin hjá Fornminnis-
savninum nú skal kanna
húsini fyri at finna út av,
um tey hava søguligt virði.
Spurdur, hvat avgerðin
um at taka málið upp sum
eitt friðingarmál byggir á,
sigur Steffen Stumman
Hansen, at avgerðin byggir
á upplýsingar um sjálvt
húsið, og søguliga um-
hvørvið, tað stendur í.
Upplýsingarnar
hevur
Fornminnisnevndin,
har
Steffen Stumman Hansen
er formaður, frá Býarsavn-
inum og Tinglýsingini.
– Harumframt kenna vit
søguna um umhvørvið har
á leið, vísir landantikvarur-
in á.
Men higartil hava forn-
frøðisligu myndugleikarnir
ikki verið og kannað sjálv
húsini.
Eigarin av húsunum, Pet-
ur Olsen, hevur sagt seg illa
duga at skilja, hví húsini
skulu friðast. Hann hevur
víst á, at húsini eru rættu-
liga nógv broytt, síðan
Anton Degn búði í teimum.
Millum annað var eldur í
húsinum fyri trimum árum
síðan, og tá bleiv alt loftið
brotið niður og gjørt av
nýggjum. Eisini er klædn-
ingur, vindeygu og gólv
skift seinnu árini, so talan
er um eini heilt onnur hús,
vísir Petur Olsen á.
Undirskriftirnar
Tá ætlanirnar um at taka
Degnshús niður og í staðin
byggja ein stóran bygning á
staðið, elvdi tað til mót-
mæli frá fleiri síðum.
Fleiri býráðspolitikarar
hava úttalað seg um tað
skilagóða í at varðveita
Degnshús, og yvir 3000
undirskriftir eru savnaðar
til frama fyri at varðveita
húsini.
Spurdur, hvørt hann hev-
ur kent seg trýstan til at
taka málið upp sum friðing-
armál,
sigur
Steffen
Stumman Hansen, at tað
hevur hann ikki.
– Nei. Avgerðin byggir á
eina sakliga meting av mál-
inum, sigur landsantikvar-
urin.
Hann vil tó ikki útdýpa
metingina meira.
Dregur út
Sum nevnt fer byggideildin
hjá Fornminnissavninum í
næstum at kanna húsini.
Um miðjan apríl hevur
Fornminnisnevndin aftur
fund, og tá fer nevndin
væntandi at viðgera upp-
lýsingarnar frá byggideild-
ini.
Velur
Fornminnis-
nevndin tá at fara víðari við
málinum, skal tað út til
hoyringar, hetta tekur van-
liga tveir mánaðir, áðrenn
Fornminnisnevndin ger sítt
tilmæli til landsstýrismann-
in í mentamálum.
– Í síðsta enda er tað ein
politiskur spurningur, um
húsini skulu friðast. Forn-
minnisnevndin kemur bara
við sínum tilmæli, vísir
Steffen Stumman Hansen
á.
Degnshús gerast friðingarmál
Petur Olsen, ið
eigur Degnshús, er
bilsin av gongdini í
málinum. Hann
vísir á, at hann
kannaði málið væl,
áðrenn hann keypti
húsini, og síðan
hevur hann fylgt
byggisamtyktini til
fulnar. Tí skuldi
talan verið um ein
avgreiðsluspurning
FRIÐING
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
– Áðrenn eg keypti hús-
ini, so kannaði eg, um
nakar klausulur var á, um
húsini vóru friðað og hvat
byggisamtyktin fyri økið
loyvir. Síðan keypti eg
húsini einans við tí fyri
eyga at byggja ein annan
bygning har í staðin.
Tað sigur Petur Olsen,
ið eigur Degnshús. Hann
er bilsin av gongdini í
málinum, tí eftir hansara
tykki skuldi bara verið
talan um ein avgreiðslu-
spurning. Longu nú hevur
málið tikið langa tíð, og
við avgerðini hjá lands-
antikvarinum um at taka
tað upp sum eitt frið-
ingarmál, eru útlitini fyri
at koma í gongd skotin
longur út í framtíðina.
So hóast hann hevur
sett seg væl inn í viður-
skiftini, so metir hann seg
í dag hava keypt undir
sera skeivum fortreytum.
Petur Olsen spyr, hvat
hann skal nýta húsini til,
um tey verða friðað, og
svarar sjálvur. Einki.
Hann hevur tó ikki mist
vónina enn, tí hóast
gongdin fyri hansara við-
komandi er keðilig, so er
tilmælið til landsstýris-
mannin um at friða húsini
framvegis ikki skrivað, og
í síðsta enda er tað
landsstýrismaðurin,
ið
skal taka avgerðina.
Petur Olsen sigur seg
ikki hava kannað møgu-
leikan fyri at reisa endur-
gjaldskrav, um úrslitið
verður, at húsini verða
friðað. Hann ætlar sær
fyrst at tosa við sakførara
fyri at fáa greiðu á, hvar
hann stendur í málinum.
Endi sæst loksins á
gamla málinum um
eftirlønarviðurskiftin
i hjá 13 handilsskúla-
lærarum. Tveir av
lærarunum sita
ávíkavist sum lands-
stýrismaður og aðal-
stjóri, samtíðis sum
teir umvegis fakfelag
stevna landsstýrin-
um. Málið verður tó
væntandi avgreitt í
løgtinginum, áðrenn
tað verður tikið upp
til dóms
GEGNI
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Í vikuni varð mál fyri í
rættinum, har millum aðrar
landsstýrismaðurin
í
mentamálum og aðalstjórin
í Mentamálaráðnum stevna
Føroya Landsstýri.
Ikki út frá teirra núver-
andi positión, men sum
lærarar við Føroya Handils-
skúla.
Talan er um eitt mál um
eftirlønarviðurskiftini hjá
tilsamans 13 handilsskúla-
lærarum, og sum hevur
skjótt 16 ár á baki. Í stutt-
um snýr tað seg um, at í set-
anarskrivi hjá hesum lærar-
um stendur, at skúlin skal
innlima teir í ein danskan
pensjónskassa.
Til
31.
desember 1987 var máls-
økið danskt, og tí var hetta
vanlig mannagongd, men
eftir henda dato varð máls-
økið flutt yvir í blokk-
skipanina, og tí bar ikki til
longur.
Men í setanarskrivinum
hjá hesum 13 lærarum, ið
vóru settir eftir nevnda
dato, er kortini komið at
standa, at teir skulu innlim-
ast í danska pensjónskass-
an, hóast hetta ikki ber til.
Fyri lærarar, ið seinni vóru
settir í starv, er málið loyst
á tann hátt, at teir fáa
pensjónsviðurskifti, ið líkj-
ast teimum, ið vóru fyri 31.
desember 1987.
Málið hevur verið uppi
og vent fleiri ferðir, men nú
vit skriva 2004 er málið
framvegis ikki avgreitt, og
landskassin hevur framveg-
is ikki formligu viðurskift-
ini í lagi til at rinda teimum
eftirløn.
Teir 13 handilsskúlalær-
ararnir hava, umvegis fak-
felag sítt, stevnt Føroya
Landsstýri fyri at fáa síni
rættindi. Teirra millum eru
sum nevnt Jógvan á Lakj-
uni og Petur Petersen.
Kunnu stevna
Løgfrøðingar, sum Sosial-
urin hevur tosað við, vísa á,
at øll hava somu rættindi til
at stevna tí almenna. Og
rættindini missir ein ikki,
um ein fær starv hjá tí al-
menna. Víst verður á, at
talan ikki er um arbeiði hjá
landsstýrismanninum ella
aðalstjóranum, men viður-
skifti, ið einki hava við ver-
andi arbeið teirra at gera.
Gegni
Ein annar spurningur er
gegni. Tí sum er sita lands-
stýrismaðurin og aðalstjór-
in so at siga báðu megin
borðið. Teir stevna Føroya
Landsstýri, og umboða
samtíðis landsstýrið, ávíka-
vist sum partur av politiska
stýrinum, og sum ein av
hægstu embætismonnum
landsins.
Harumframt liggur eitt
lógaruppskot í løgtinginum
nú, ið loysir knútin millum
handilsskúlalærararnar og
landsstýrið. Uppskotið, ið
Bárður Nielsen, landsstýr-
ismaður í fíggjarmálum,
legði fram 4. marts, gevur í
stuttum hesum lærarum
somu eftirlønarviðurskifti
sum øðrum lærarum. Upp-
skotið byggir á eina nærum
tvey ára gamla semju mill-
um landsstýrið og Lærara-
felag Handilsskúlans. Eitt
ár seinni varð lógaruppskot
sent til ummælis hjá fakfel-
agnum, og svar kom haðani
í februar í ár.
Orsøkin til at málið ligg-
ur í Fíggjarmálaráðnum er,
at talan er um eitt pensjóns-
mál. Tummas Magnussen,
leiðari á lønardeildini, sigur
at fíggjarmálaráðið hevur
verið varug við, at ein av
persónunum í dag er aðal-
stjóri í mentamálaráðnum.
Hvat landsstýrismanninum
viðvíkur er hann komin í
starvið, eftir at semja varð
funnin partanna millum.
Eins og Tummas Magn-
ussen, so vísir eisini Mar-
jun Hanusardóttir, løg-
mansstjóri, til fyrisitingar-
lógina og reglurnar um
gegni, ið siga at persónar
ikki mugu taka lut í viðgerð
av máli, teir sjálvur eru
partur av. Bæði undirstrika,
at hesi atlit eru fylgd í
málinum.
Hvat rættarmálinum við-
víkur er tað ikki heilt slept
enn. Hans Trúgvi Teirin,
sakførari hjá handilsskúla-
lærarunum, sigur, at onkur
smávegis viðurskifti eru í
lógaruppskotinum
hjá
landsstýrinum, ið fakfel-
agið ynskir at fáa broytt, og
tí er málið ikki slept enn.
Men hesi viðurskifti væntar
hann
verða
broytt
í
nevndarviðgerð
áðrenn
málið kemur til 2.viðgerð í
løgtinginum. Og hendir
tað, so verður sakarmálið
neyvan tikið upp til dóms.
Hevur ikki mist
mótið
Stevna sær sjálvum
Seinnapartin mikudagin fekk borgar-stjórin í Havn,
Jan Christiansen, fleiri undirskriftir afturat, har mælt
verður til at varðveita Degnshús. Ingi Mohr,
stigtakari, sigur at talan er um umleið 450 undirskrift-
ir. Hesar skulu so leggjast afturat teimum 3186 undir-
skriftunum, ið vóru handaðar borgarstjóranum
seinasta hósdag.
jbh
450 undirskriftir afturat
Degnshús eru nú friðingarmál, eftir at landsantikvarurin hevur gjørt av at søguliga virðið í
húsinum skal kannast nærri
C
M
Y
K
3
2