Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 59 - 25. mars 2004 Nr. 59 - 25. mars 2004 5 Tvørafólk ganga óvanligar leiðir fyri at økja um virksemi í Suðuroy, men um tað fer at eydnast er ein heilt annar spurningur FERÐAVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hesi seinastu árini er streymurin av fremmand- um ferðamannaskipum, sum eru komin til Havnar, alsamt øktur. Men nú vilja suðuroying- ar eisini sleppa upp í part. Tvøroyrar Býráð er nú farin at kanna møguleik- arnar fyri at fáa fremmand ferðamannaskip til Suður- oyar. Fyrsta stigið í hesum kanningum er tikið. Tað varð tikið, tá ið Chris Jan Michelsen, havnafúti á Tvøroyri, í farnu viku var á stórari ferðaskipa-stevnu í Miami í Florida í USA. Londini í Útnorðri, Før- oyar, Ísland og Grønland, hava felags bás á hesi stevnuni og havnafútin á Tvøroyri var við í hesum básinum. Á stevnuni bjóðaði hann Tvøroyrar Havn og Suður- oynna fram sum ferðamál hjá teimum stóru ferða- mannaskipunum, sum á hvørjum sumri pløga atl- antshavið her um okkara leiðir. Umframt Tvøroyri, bjóð- aði eisini Tórshavnar Havn seg fram og aðrar havnir vóru ikki umboðaðar. Tórshavnar Havn hevur verið við í hesum í fleiri ár og har hevur tað sanniliga givið úrslit, tí har koma alsamt fleiri og fleiri ferða- mannaskip hvørt summar. Og í ár fara fremmandu ferðamannaskipini, sum skulu leggja at í Havnini, kanska at nærkast teimum hálvthundrað, og tað er met. Fyrsta stigið Men Chris Jan Michelsen ásannar, at hendan ferðin til USA kann einanas metast sum ein kanning og sum eitt fyrsta stig í royndunum at fáa ferðamannaskip hendavegin. – Ferðin til Miami reisti nógv fleiri spurningar, enn hon gav svar, sigur hann. Hann sigur, at tey, sum hava skil fyri slíkum, siga, at hetta er ein marknaður, sum tað tekur 5-10 ár at byggja upp, so tað verður ikki enn á sinnið, at vit kunnu vænta okkum ein ágóða av hesum – um tað eydnast yvirhøvur. – Fyrst skal áhugin vekj- ast hjá teimum, sum eiga hesi skipini. síðani skal áhugin vekjast fyri Tvør- oyri sum havn og síðani skal áhugin vekjast fyri Suðuroynni, sum ferðamál. Ikki fyrrenn tá, kann hugs- ast um at fáa nakran at leggja at her. Hann sigur, at nú fer hann at skriva eina niður- støðu av ferðini og í tí sam- bandi verður ein natúrligur spurningur um hetta yvir- høvur er nakað, sum tað ber til at arbeiða víðari við. – Tað er ikki smáttarí, sum tað verður neyðugt at arbeiða víðari við og fáa í rættlag, áðrenn vit kunnu gera okkum vónir um at fáa nakað ferðamannaskip inn á Tvøroyri. Men hann heldur, at hetta er ein møguleiki, sum av- gjørt er verdur at kanna nærri. – Eg haldi, at tað er av- gjørt vert at brúka tað kom- andi árið til at hugsa seg um í og at royna at koma til nakrar niðurstøður. Hann heldur, at hvat natúru, søgu og forvitnis- ligum plássum, viðvíkur er Suðuroy líka væl fyri sum nakar annar partur í landin- um. – Vit hava nógv at vísa fram, sigur hann. Men hann sigur tað krevjast stórar fyrireikingar til at taka ímóti einum ferðamannaskipi. – Bara tað at hava bussar til eini 400-500 fólk, ella kanska fleiri, er ein serlig avbjóðing hjá suðuroying- um í sær sjálvum. – Tað ber ikki til at bjóða fleiri hundrað fólkum í land í Suðuroy av einum ferða- mannaskipi og so vóna at tað ber til at fáa bussar til tey. Tað er ikki væntandi, at nakar fer at útvega sær buss til at koyra við nakrar heilt fáar ferðir um árið, so her krevjast serligar loysnir, skal tað bera til, at útvega buss. – Ein máti kann sjálvsagt vera at gera sáttmnála um at leiga bussar aðrastaðni frá, teir dagarnar, ferða- mannaskip eru í Suðuroy. – Tað, sum skal til, er rætt og slætt eitt slag av tilbúgv- ing fyri, hvussu vit skulu taka ímóti einum slíkum ferðamannaskipi. – Trupulleikin, sum hevur stungið seg upp um útlendingar, sum arbeiða í Føroyum, vísir, hvussu neyðugt tað er, at vit yvirtaka útlendingamálið, sigur, forkvinnan í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag ÙTLENDSK ARBEIÐSMEGI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í Havnini hava tey ikki so stórar trupuleikar av útl- endskari arbeiðsmegi, sum tey siga, at tey hava aðra- staðni í landinum. Í hvussu so er ikki ar- beiðskvinnurnar í Havn. Vígdis Johannesen, for- kvinna í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, sigur, at tey hava ikki merkt nakað til, at útlendingar hava tikið ar- beiði frá føroyskum arbeið- arum. Tó sigur hon, at støðan kann saktans verða øðrvísi kring um í landinum enn hon er í Havn, tí úti á bygd- inum rúgvar tað nógv upp, tá ið nakrir útlendingar koma. – Í áttatiárunum høvdu vit trupuleikar av útlendsk- ari arbeiðsmegi. Men nú hava vit ikki merkt nakað til tað, ikki enn í hvussu so er. Hon heldur, at tey fremmanda fólkini, sum eru í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, eru kvinnur, sum eru komin til Føroya at búgva, millum annað tí at tær hava funnið sær hjúna- felaga her. – Vit hava altíð havt nak- rar útlendingar á limalistan- um, men tær eru ikki fleiri nú, enn tær hava verið í fleiri ár. – Vit hava ikki havt tann trupulleikan, at føroyskir limir í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag hava mist arbeiði, tí at útlendingar skuldu hava tað. Men, hvat vit gera, um tann støðan skuldi komið í, er ringt at siga. Størsta varsemi Av tí, at hetta ikki hevur verið so stórur trupuleiki í Havn, hevur forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki hugsað so nógv um spurningin. Men hon heldur í hvussu so er, at spurningurin um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum er eitt mál, sum skal viðgerast við størsta varsemi. – Vit skulu ansa okkum, áðrenn vit nokta útlending- um til Føroya, tí tá ið á stendur her heima, vilja føroyingar fegnir sleppa uttanlands at arbeiða og tað má vera báðar vegir. Og vit mugu eisini ansa eftir, at vit ikki verða so fíggindalig ímóti útlend- ingum, sum vit hava sæð, at høgrekreftir í øðrum lond- um eru blivin. – Men er tað so, at føroy- ingar missa arbeiði til frama fyri útlendingum, er støðan sjálvsagt ein onnur. Annars heldur hon, at spurningurin um útlending- ar í Føroyum er eitt so eymt mál, at vit áttu at yvirtikið økið. – So høvdu vit sjálvi alla ábyrgdina og so høvdu vit sjálvi fult tamarhald á, hvussu nógv og, hvør, kom til landið. Og hon heldur eisini, at øll skulu vera líka fyri lóg- ini. Eitt nú hevur verið ført fram, at útlendsk ítróttar- fólk hava serlig rættindi at fara úr arbeiði til venjingar. Hetta dámar forkvinnuni í Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki. – Summir útlendingar skulu ikki hava serlig rætt- indi at fara úr arbeiði til venjingar, um so er, at hetta ikki er ein rættur, sum før- oysk arbeiðsfólk og aðrir útlendingar eisini hava. Øll skulu hava javnbjóðis rætt- indi, sigur Vígdis Johanne- sen. Vilja skapa fleiri inntøkur í Suðuroy Chris Jan Michelsen, havna- fúti á Tvøroyri, hevur verið heilt í Miami í USA, har hann hevur tikið fyrsta stigið í royndini at lokka fremmand ferðamannaskip til Tvøroyrar Arbeiðskvinnur í Havn ongar trupulleikar av útlendingum Havnar Arbeiðskvinnu- felag hevur havt aðal- fund. Og eftir aðalfundin er greitt, at øll nevndin heldur fram. Vígdis Johannesen, forkvinna, stóð fyri vali, men onki annað uppskot um formann varð sett fram, so hon heldur fram uttan val. Hinar, sum stóðu fyri vali, vóru Oda Dalfoss og Nina Dahl og tær vóru báðar afturvaldar. Umframt Vígdis Johannesen sum for- manni, hevur nevndin skipað seg við Odu Dal- foss sum næstformanni og Annie Benjaminsen sum skrivara. Hinir nevndarlimirnir eru Nina Dahl og Anne- lisa Davidsen. Tiltaks- limir eru Ethel Christian- sen og Jónveig Arge. sum er nývald. Øll nevndin heldur fram – Summir útlendingar skulu ikki hava serlig rættindi at fara úr arbeiði til venjingar, um so er, at hetta ikki er ein rættur, sum føroysk arbeiðsfólk og aðrir útlendingar eisini hava, sigur Vígdis Johannesen. ØL Tíðindaskriv Í kvøld, hóskvøld, verður fundur á Vertshúsinum í Havn, ið ætlandi skal føra til stovnan av einum ølfelag í Føroyum. Á Restorffs Bryggjaríi siga tað, at »Danske øl- entusiaster« er ein sera virkin felagsskapur í Dan- mark við umleið 9.000 lim- um. Felagið arbeiðir fyri at menna og fremja áhugan fyri dygdarøli, og fleiri limir eru í Føroyum. Ætlanin er at stovna eina føroyska deild av hesum felag – væntandi á fundin- um, sum verður í kvøld kl 20:30. Við á fundinum verða umboð fyri danska felagið. Fyrireikararnir vóna, at nógvir øláhugaðir føroy- ingar møta. Ølglaðir føroyingar Árliga fimleikafram- sýningin hjá Ljós- inum verður aftur í ár í tveimum umførum FIMLEIKUR Tíðindaskriv Fimleikaframsýningin hjá Ljósinum verður leygar- dagin 27. mars, har fim- leikarar fara at sýna nakað av tí, ið er komið burtur úr í vetrarhálvuni. Eftir væleydnaðu roynd- ina í fjør at býta sýningina í tvey – ávikavíst børn og vaksin, hevur felagið av- gjørt, at hetta verður mannagongdin í framtíðini. Fyrsta framsýningin verður kl. 13, og er hon við børnum til og við 3. flokk, og seinna verður kl. 17 við 4. flokki og eldri. Ætlandi skal hvør sýningin ikki vara longur enn 1 1/2 til 2 tímar, tí annars gerst hon heldur marra enn uppliving fyri bæði íðkarar og áskoð- arar – børnini gerast móð, og áskoðaraplássini eru ikki av júst chesterfield- slagnum. Á báðum framsýningun- um vera tó FM-lið í am- boðsfimleiki og stórkapp- ingarlið, ið øll vunnu heið- ursmerki til stórkappingina herfyri. Hetta er lutvíst gjørt fyri, at íðkararnir skulu sleppa at royna seg framman fyri áskoðarafjøld og vísa tær seriur og brøgd, tey hava vant íðuliga í allan vetur, men eisini fyri at geva áskoðaranum eitt høvi at fáa innlit í munin á breidd og elitu og hvør menning kann fara fram frá barni til vaksin við miðvís- ari venjing, vilja og virkis- fýsni. Framsýning í glámlýsi Sum nakað nýtt, og kanska eisini við íblástri frá stór- kappingini 2004, ætlar fel- agið at innramma framsýn- ingargólvið við glæmunum frá ljósvarparum soleiðis, at fimleikararnir betur fáa hugsavnað seg um sína framførslu, og áskoðarin fær eina fagrari sjón fyri eyga. Vónandi verður hetta at ganga sum ætlað. Spenn- andi verður… Gamla Norröna verður helst handað nýggjum eigarum um fáar vikur SKIPASØLA Eirikur Lindenkov eirikur@sosialurin.fo – Vit eru komin ásamt við keyparan um høvuðstreyt- irnar, sum vit tó ikki fara at almannakunngera, sigur Jóannes á Váli, stjóri á Smyril Line. Í Sosialinum týsdagin greiddi Óli Hammer, stjóri á Smyril Line frá, at eitt skipafelag við Miðarahavið var áhugað í at keypa gomlu Norrönu. Óli Hammer vísti eisini á, at hann trúði upp á tað hesa- ferð, tí keypararnir vóru rættu-liga ídnir eftir at fáa skipið. Søluprísin vildi Óli Hammer ikki upplýsa – uttan tað, at hann liggur undir tí, sum Smyril Line helst vildi hava fyri skipið. Í tíðidnaskrivi í gjár segði Jóannes á Váli, at sølusáttmálin møguliga varð undirskrivaður í gjár, men sambært Óla Hammer, stjóra, gongur tað neyvan so skjótt. Um alt fellir upp á pláss, verður gamla Norröna væntandi handað nýggju eigarunum millum 5. og 16. apríl. Sølan av gomlu Norrönu komin undir land Millum 5. og 16. apríl verður gamla Norröna handað nýggju eigarunum, væntar Jóannes á Váli, stjóri á Smyril Line Ljósið hevur fimleika- framsýning leygardagin C M Y K 5 4