Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 59 - 25. mars 2004 Nr. 59 - 25. mars 2004 7 Borgarstjórar í Vágum ivasamir Spurningurin um at leggja allar kommun- urnar í Vágum saman hevur ikki verið við- gjørdur í størru kommununum heim- an fyri vatnið KOMMUNUSAMAN- LEGGING Edvard Joensen Vágar: Kommunusamanlegging hevur ikki verið viðgjørd í Miðvágs ella Sandavágs Kommunum, siga borgar- stjórarnir í Miðvági og Sandavági. Eftir fólkaatkvøðuna í Bíggja Sóknar Kommunu leygardagin, segði borgar- stjórin i kommununi, at tað næsta stigið eigur at verða ein stór felagskommuna í Vágum, har allar kommun- urnar verða lagdar saman. Borgarstjórin í Sørvágs Kommunu, Eivin Jacobsen, mælti til, at málið verður tikið upp, men metti sam- stundis, at tað er rætt at bíða við at taka nakrar av- gerðir, tí tað er so lítið eftir av valskeiðnum, at tað er ikki rætt av bygdarráðun- um, sum bara hava nakrar mánar eftir av skeiðnum, at taka so týðandi avgerðir. Hann metti tað rættari, at avgerðirnar bíða eftir nýggjum bygdarráðunum, sum skulu veljast í heyst. Borgarstjórarnir í hinum báðum stóru kommununum í oynni eru samd við honum í hesum sjónarmiði. Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági, sigur, at hon metir ikki málið hava nakran skund nú. Hon mælir eisini til at bíða til eftir kommunuvalið kom- andi. Bygdarráðið í Sandavági hevur ikki viðgjørt spurn- ingin, sigur hon. Tí vil hon ikki gera viðmerkingar vegna bygdarráðið. Men persónliga sigur Rósa Samuelsen seg halla til eina samanlegging av øllum kommununum í oynni, um smanalegging skal koma upp á tal. Her er borgarstjórin í Miðvágs Kommunu, Jóan Pauli Frederiksen, ikki samdur. – Skal talan verða um kommunusamanlegging í Vágum, eigur tað helst at vera millum Miðvágs og Sandavágs kommunur, heldur hann. Tó leggur hann dent á, at hann tosar bara vegna seg sjálvan. Heldur ikki bygd- arráðið í Miðvági hevur viðgjørt hendan spurning- in, so hann hevur onga al- menna viðmerking frá kommununi. Persónliga heldur Jóan Pauli Frederiksen, borgar- stjóri í Miðvágs Kommunu, ikki, at allar kommunurnar í Vágum skulu leggjast saman. Hann metir, at sam- starv er betri enn saman- legging, sum hann tekur til. Jóan Pauli Frederiksen vísir til samstarvið, sum kommunurnar longu hava í Felagskommununi um eitt nú ellisheimið. Tað gongur væl, sigur hann, og heldur, at soleiðis kundi eisini ver- ið samstarvað um onnur ting. – Vit eiga heldur at taka ávísar uppgávur og leggja tær sum ein yvirbygning oman á kommunurnar, sig- ur borgarstjórin Miðvági. Tað verða ov nógv lokal mál at taka støðu til, sum tey einstøku bygdarráðini sjálv klára betri enn eitt stórt sentralt ráð, heldur borgarstjórin í Miðvági. Størru bygdirnar klára sum er sínar uppgávur rímiliga væl, sigur hann og metir, at tað verður betri fyri trivn- aðin í einstøku bygdunum, um tær halda fram sum sjálvstøðugar kommunur. Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvági, er persónliga ikki fyri eini stórari kommunu í Vágum. Tær einstøku bygdirnar klára best at stýra sær sjalvum, tí har kenna fólk best lokalu viðurskiftini, sigur hann Mynd: Edvard Joensen Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági heldur, at skal samanlegging koma upp á tal, er best, at øll oygging verður ein kommuna Mynd: Edvard Joensen Miðvágur og Sandavágur eru besta boðið, skal talan verða um fleiri kommunusaman- leggingar í Vágum, heldur borgarstjórin í Miðvágs Kommunu Mynd: Edvard Joensen Ellisheimið bíðar Ætlanin um at byggja Ellisheimið í Vágum út bíðar eftir avgerðum frá onkr- um av kommunun- um í oynni ÚTBYGGING Edvard Joensen Vágar: Arbeitt verður við at víðka Ellisheimið í Miðvági við umleið 10-15 búplássum. Bíðað verður nú eftir eini endaligari ætlan frá Fel- agskommununi, so søkjast kann um almennan stuðul, sigur stýrisformaðurin fyri Ellisheimið. Dánjal Christoffersen, sum er formaður í stýrinum fyri Ellisheimið, sigur, at onkur kommuna í Vágum hevur samtykt orðingina, men at onkur enn ikki hevur svarað. Tá allar kommunurnar hava sagt sína hugsan og helst góð- tikið ta ætlan, sum fyriligg- ur, er klárt at søkja um íløgustuðul frá tí almenna, so farast kann í gongd við útbyggingina sum skjótast. Skitsuprojekt er gjørt, so nú verður bara bíðað eftir eini avgerð frá Felags- kommununi í Vágum. Arbeitt verður eisini við at finna eina felagsloysn fyri heimrøktina og heima- hjálpina í oynni, sum ætlandi skal samskipast, sigur Dánjal Christofferen. Arbeitt verður við ætlanum um at byggja Ellisheimið í Miðvági út við umleið 10 -15 búplássum. Eisini verður arbeitt við at samskipa eldrarøktina í Vágum Fiskivinnuskúlin merkir versnaðu tíðirnar Nú freistin at søkja inn á miðnámsskúlar- nar er úti, er greitt, at fiskivinnuskúlin í Vestmanna hevur fingið fleiri umsóknir til støðisárið í ár enn undanfarin. Jákup Andreasen roknar tó ikki við nógvum um- sóknum frá lærlingum í ár ÚTBÚGVING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Umsóknirnar eru áleið tær somu í tali sum í fjør, men tað eru fleiri, sum hava søkt á skúlan til vanligu trý ára útbúgvingina, sigur Jákup Andreasen, stjóri í fiskivinnuskúlanum. Skipanin á skúlanum er bygt upp á ein heldur øðr- vísi hátt við, at til ber at taka trý ára útbúgvingina á skúl- anum. Ella kann ein taka ávísar lærugreinir og ein triði møguleiki er at ganga í skúlanum, meðan ein er í læru hjá einum virki. Í fjør nýttu nøkur hetta høvið. Tey útvegaðu sær eitt lærupláss á einum virki og tóku so fyrsta støðisárið á skúlanum í Vestmanna. Síð- ani verður annað árið nýtt til at arbeiða úti í vinnuni og tað triða verður so nýtt til eitt sindur av báðum. Seks næmingar á skúlan- um nýttu hendan møguleik- an í fjør, men Jákup er ikki bjartskygdur um hendan møguleikan í ár. – Soleiðis sum tíðirnar eru vorðnar, so dugi eg illa at ímynda mær, at tað verða nógvir lærlingar her á skúl- anum komandi skúlaár. Støðan er versnað í fiski- vinnuni, og alivinnan er jú í svárari kreppu, so útlitini eru ikki góð fyri tí, sigur Jákup. – Tað eru fleiri yngri um- søkjarar í ár, og tað kundi bent á, at tað er ikki eins lætt at finna arbeiði í dag, sum tað hevur verið, sigur hann. Primitiv skúlagongd Sum er eru umstøðurnar á fiskivinnuskúlanum als ikki góðar. Næmingarnir húsast í fýra ymiskum hús- um í Vestmanna, og tað ger millum annað tað, at næm- ingarnir síggja ógvuliga lítið til hvønnannan. Til dømis tá næmingarnir skulu gera onkrar royndir, so fara teir í kjallaran í ein- um húsum at gera tær. Og tað heldur skúlastjórin er avbera primitivt, sum hann málber seg. Tað hevur verið upp á tal at gera ein nýggja fiski- vinnuskúla, men tann ætl- anin er ikki komin nógv longur enn á skriviborðið. – Annita á Fríðriksmørk setti eina bygginevnd, áðr- enn síðsta landsstýrið fór heim. Hendan nevndin hev- ur havt nakrar fundir síðani, og sum eg havi skilt, so verða pengar møguliga játt- aðir til fyrireikingararbeiði í sambandi við ein nýggjan fiskivinnuskúla, so her er gongd í málinum enn, sigur Jákup Andreasen. Sostatt bendir nógv á, at fyrireikingararbeiðið við- víkjandi nýggjum fiski- vinnuskúla fer skjótt ígongd, men so longi ongir pengar eru játtaðir til byggiarbeiði, so er ikki gott av vita um og nær ein nýggjur skúli kann verða veruleiki. Týsdagin skrivaðu Klaksvíkar kommuna og Pf Domus undir sáttmála, í sambandi við, at Domus hevur keypt eitt lendi norð- arlaga á Helnabrekku til íbúðarbygging. Byrjað verður at grava út eftir páskir, og væntandi verða fyrstu íbúðirnar lidnar um eitt ár BYGGING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Um eitt ár ella so fara nakrar nýggjar íbúðir at standa klárar á Helna- brekku. Tað er felagið Domus, sum stendur fyri verkætlanini. Pf Domus og Klaksvíkar kommuna skrivaðu undir keypsáttmála av lendinum týsdagin, og kommunan ger arbeiðsveg til økið nú. Útgravingararbeiðið byrjar eftir páskir. Selmar Nielsen er stjóri í Domus, og hann sigur seg vera bilsnan av áhuganum fyri íbúðunum. – Tørvurin hevur víst seg at vera munandi størri enn vit høvdu væntað, sigur hann. Allar 19 íbúðirnar, sum eru í fyrsta byggistiginum, eru langt síðani umbidnar, og fólk standa á bíðilista. Men hóast tað ber til at seta seg í samband við Pf Dom- us, tí fólk verða sett á bíði- lista enn. Og um so onkur loypir frá, so sleppa fólk á bíðilistanum framat. Eisini sigur Selmar, at um fólk ikki sleppa við hesuferð, so sleppa tey næstu ferð. – Vit hava lendi til fleiri íbúðarbyggingar, men júst nær tað verður, tað vita vit ikki, og tað veldst sjálvandi eisini um eftirspurningin, sigur Selmar Nielsen. Íbúðirnar koma sum sagt at liggja norðarlaga á Helnabrekku, og Selmar sigur, at tey hava lagt stóran dent á, at íbúðirnar koma at liggja í einum góðum um- hvørvi. – Tað má sigast at hava eydnast við tí fantastiska útsýninum út yvir pollin, býin og yvir á Kalsoynna, sigur hann. 19 íbúðir Tá alt stendur liðugt á Helnabrekku verður talan um 19 íbúðir í støddunum frá 54 fermetrum til 108 fermetrar. Íbúðirnar verða lyklaklár- ar, tá tær standa lidnar og alt økið rundan um verður somuleiðis gjørt til ta tíð. Til hvørja íbúð hoyrir ein skúrur og tveir íbúðarbygn- ingar verða um hvørt túnið. Sostatt verða tíggju og níggju íbúðir til hvørt túnið. Kostnaðurin á íbúðunum liggur frá 790.000 krónum, og tað heldur Selmar ikki kann sigast at vera so dýrt. – Tú skal hugsa um, at tá tú flytir inn, skalt tú ikki nýta nakrar pengar til at gera nakað í stand. Og við 10 % í útgjaldi verður láns- avgjaldið um mánaðin 4.500 krónur netto, greiðir hann frá. Og so leggur hann aftur- at, at her er jú talan um íbúðir, sum ein eigur og ikki leigar. – So nei, eg haldi ikki, at ein kann siga, at hetta er so dýrt, staðfestir Selmar. Sum sagt fara tær fyrstu íbúðirnar at standa klárar um eitt ár ella so. Og Selmar væntar, at innan fyri tvey ár, eru allar 19 íbúð- irnar lidnar. Íbúðarbygg- ing í Klaksvík byrjar Fleiri umsóknir eru til støðisútbúgvingina á fiskivinnuskúlanum í ár enn undanfarin. Hetta heldur skúlastjórin kann vera enn eitt tekin um skeivu gongdina í samfelagnum Savnsmynd Týsdagin skrivaðu Klaksvík- ar kommuna og Pf Domus undir sáttmála. Domus hev- ur keypt eitt lendi norðarlaga á Helnabrekku til bygging av tveimum íbúðarbygningum við ávíkavist níggju og tíggju íbúðum Mynd: Rúna Sivertsen Norðoya Sparikassi er fíggingarstovnur í sambandi við íbúðarverkætlanina hjá Pf Domus á Helnabrekku Mynd: Rúna Sivertsen C M Y K 7 6