Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 59 - 25. mars 2004 Nr. 59 - 25. mars 2004 9 Undir ringastu um- støðum, ið hugsast kunnu, slapp Hans Magnus úr oljuklæð- unum og tungu trygdarskónum, meðan hann stóð uppi á forrútinum á frambygda bátinum, sum var sokkin og stóð upp og niður í sjónum. – Sjógvur stóð um meg alla tíðina, og eg skolaði av fleiri ferðir. Luftin, sum sat í húsinum og helt gronini á bátin- um uppi í vatnskorp- uni og fanglínan, eg hevði fingið fatur á, vóru mín bjarging, til hjálpin púra óvæntað kom. Ongantíð áður havi eg verið so fegin um at síggja ein bát koma, sum hesaferð, sigur Hans Magnus Hansen SAMRØÐA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Allir vøddar eru forstrekt- ir, bæði í ørmum, bringu og beinum. Eg eri eymur um allan kroppin, og hálsurin er trekur, men sálarliga havi eg tað gott. Mánadagurin kundi verið hin seinasti dagurin í lívin- um hjá Hans Magnusi Han- sen, sum er ættaður úr Nólsoy, men býr í Søldar- firði. Á veg aftur lands av Norðhavinum í 29 fót stóra træbátinum, Norðstjørnan, fekk hann ein sjógv aftan tvørs, sum fylti bátin og tók hann niður við sær í einum. Báturin, sum er frambygd- ur, legði húsið í bakborð- síðu niður í sjógvin, vendi botnin upp og sakk síðan eftir afturendanum. Inni í stýrhúsinum stóð Hans Magnus í oljuklæðum og tungum trygdarskóm, sum eru forstyrktir við jarni. Eingin vón – Her var eingin sum helst tíð til umhugsunar. Eg kav- aði út úr húsinum, sum eg stóð og royndi at koma upp til vatnskorpuna. Báturin líkasum snaraði sær á og lá við fremra partinum av kjølinum uppi í vatnskorp- uni. Eg var so heppin at fáa fatur á fanglínuni, sum var fest í framstavnin og fekk lest meg uppeftir. Lá línan í øvutum borði, hevði eg ikki fingið fatur á henni, men línan meir at kalla rak til mín. Báturin stóð nú at kalla steyrrættur upp og niður í sjónum og fleyt í vatnskorpuni av luftini, sum var inni í húsinum. Undir ringast hugsandi umstøðum, bjargaði Magnus sær uppá forrútin á bátinum, meðan hann alla tíðina helt í fanglínuna. Nógvur sjógvur stóð um hann, og viðhvørt var hann omaná vatnskorpuni og viðhvørt var hann undir. Tað var undir hesum um- støðum, at hann slapp úr oljuklæðunum og tungu trygdarskónum. – Tíbetur hevði olju- troyggjan knappar, soleiðis at eg fekk hálað knapparnar upp og smoygt troyggjuna av mær. Magnus, sum dugir lítið at svimja, sigur, at umstøð- urnar vóru ógvuliga ringar, tí so ringt var í sjónum. – Eg sá onga sum helst vón um bjarging, men kort- ini vildi eg stríðast til tað seinasta. Meðan eg royndi at halda mær uppi á forrút- inum, bleiv eg fleiri ferðir skolaður í havið. Eg stríddi meg uppá aftur. Alt gekk so skjótt fyri seg. Tankin, at fáa fatur á onkrum at bjarga mær á, streyfaði. Nógv fleyt rundan um meg í sjón- um, og eg sá eitt nú ein tóman fiskakassa fara eftir sjónum. Eg avgjørdi at halda meg til fanglínuna og bátin. Spurdur, um hann vænt- aði, at luftin, sum sat í hús- inum, fór at hvørva, soleið- is at báturin fór til botns, sigur Magnus: – Eg visti, at húsið lak ikki, men var fløskutætt. Har var ikki so mikið sum ein ventilur. Í slíkum umstøðum kanst tú ikki velja, hvat tú vilt gera, tí har eru eingir val- møguleikar. – Eg stríddist alt, eg ork- aði, men kendi skjótt á mær, at orkan fór úr kropp- inum. Eg sá einki uttan um meg, og eg visti, at eingin vón var um bjarging. At hetta var mín seinasta løta, var eg ikki í iva um. Tilvildin Magnus sigur, at tankarnir mólu í klingur í høvdinum – um familjuna og tey, hon- um eru kærast, men hóast serstakliga vánaligu um- støðurnar og eingi útlit til bjarging, var hann klárur alla tíðina og vildi stríðast til ta seinasta. – Eg havi ongantíð verið so glaður fyri at síggja ein bát koma ímóti mær, sum hendan dagin, tá ið øll vón var úti. Fullkomiliga óvæntaða bjargingin hjá Magnusi var báturin Elin C úr Kollafirði við monnunum, Christiani Christiansen og Jens Joen- sen. Teir høvdu eisini verið á útróðri hendan dagin og vóru á veg aftur til lands, tá ið Jens sá eitthvørt undar- ligt í sjónum. Umborð á Elin C mistu teir burturaft- ur tað, teir høvdu sæð, men avgjørdu kortini at sigla tann vegin. Jens helt fyri, at kanska var tað bara ein boyða, hann hevði sæð flót- andi á havinum. Magnus sigur, at hann var fullkomiliga avmaktað- ur, tá ið báturin kom fram á hann, men hóast eingin orka var eftir, var hann sannførdur um, at nú fór hann at verða bjargaður. – Tær fyrstu tvær roynd- irnar at fáa fatur á mær mis- Hans Magnus Hansen: - Eg ivaðist ikki í, at hetta var mín seinasta løta eydnaðust, men triðju ferð fingu vit fatur á hvørjum øðrum og hildu fast. Eg var nú so avmaktaður, at eg fekk lítið og einki gjørt fyri at hjálpa til at koma uppí bátin. So, hetta var eitt tungt tak hjá Christiani og Jens. Men umsíður var eg í tryggleikanum, og eg var ógvuliga fegin um bjarg- ingina. Umborð á Elini C hjálptu teir Magnusi úr vátu klæð- unum og ballaðu hann inn í eina dýnu. – Meðan eg stríddist, hugsaði eg ikki um kulda, men tá ið eg var komin umborð á Elin C, kendi eg meg ógvuliga kaldan og skalv um allan kroppin. Tá ið Elin C legði at á Eiði, stóð sjúkrabilurin fyri Hans Magnusi og flutt hann á Landssjúkrahúsið, haðani hann var útskrivaður dagin eftir. Hans Magnus sigur, at hann hevði ikki fingið so nógvan sjógv niður í seg, men nakað kortini. – Eg eri ógvuliga eymur í kroppinum og troyttur, men eg havi tað gott. Tá ið Sosialurin tosaði við hann mikumorgunin, var hann tíðliga á fótum og helt fyri, at hann var likam- liga troyttur, men hevði tað gott sálarliga. Góður bátur Hans Magnus, sum er út- búgvin skipsførari, sigur, at hann hevði nýliga fingið bátin, Norðstjørnuna, á sjógv, og hetta var fjórði dagurin hjá honum á Norð- havinum við snellu í vár. Fiskiskapurin hevur verið slakur; tann fyrsta dagin hevði hann 300 pund, ann- an dagin góð 600, triðja dagin 700, og hendan feigdardagin hevði hann bert fingið 100 pund. – Eg havi verið nógv á báti og havi havt hendan bátin, sum mær hevur dámt ógvuliga væl, síðan 1992. Hann sigur, at fyrstu veð- urtíðindini hendan mána- morgunin vóru góð, men sum tað leið út á fyrrapart- in, gjørdist veðrið meira ruskut. – Eg gavst at fiska um hálvgum tólv tíðina og fór at sigla til lands. Eg var staddur einar 2-3 tímar úr landi, og æltaði at vera komin undir land, áðrenn streymurin gjørdist ringur. Hans Magnus sigur, at hann hevði lagt leiðina móti Eiðisflógva, tá ið hann fekk henda stóra sjógvin, sum fylti bátin. – Hann var útnyrðingur í ættini, og tað var nýkomið vestfall. Hetta er ringur streymur, um bíðað verður ov leingi, men ætlanin var at koma inn um, áðrenn íðan í Flógvanum tók seg upp. Tað var vánaligt báta- veður, og eg helt eyguni við sjónum allan vegin, meðan eg sigldi inneftir. Hóast vánaligu líkindini, helt eg ikki, at tað fór at bila. Eg helt ikki, at vandi var á ferð, men sá, at neyðugt var at ansa eftir, tá ið sjógvarnir komu. Norðstjørnan hevur verið ein ógvuliga góður sjóbátur. Hans Magnus sigur, at hann sá slett ikki brotið, sum kom aftan tvørs og sendi bakborðspartin av stýrhúsinum niður í sjógvin og fylti bátin heilt fram í stýrhúsið. – Hetta var eitt heilt óvæntað brot, sum breyt ógvuliga knappliga. Í dag eri eg irriteraður um, at eg ikki sá, tá ið tað breyt. Hann heldur, at hevði hann sæð, tá ið brotið tók seg upp og breyt, hevði bát- urin ikki gingið burtur, tí so kundi hann stýrt undan og kanska tikið ferðina av. – Men trupulleikin var, at eg sá ikki brotið, leggur hann aftrat. Ógvuliga takksamur Hans Magnus ásannar, at líkindini vóru so vánalig hesa løtuna, at hann hevði ikki farið út úr Flógvanum ein slíkan dag. – Eg eri ógvuliga glaður og takksamur fyri bjarging- ina, og eg má siga, at eg var heppin allan vegin ígjøgn- um – heilt frá tí, at báturin fekk sjógvin og sakk, til bjargingin kom, sigur hann at enda. Hans Magnus býr í Søld- arfirði, men sleit sínar barnaskógvar í Nólsoy og seinni í Klaksvík. Pápin, Ásmund, sáli, var nólsoyingur og mamman, Margretha, er ættað úr Húsavík. – Eg sá onga sum helst vón um bjarging, men kortini vildi eg stríðast til tað seinasta. Meðan eg royndi at halda mær uppi á forrútinum, bleiv eg fleiri ferðir skolaður í havið. Eg stríddi meg uppá aftur, men kreftirnar gingu undan. Tankin, at fáa fatur á onkrum at bjarga mær á, streyfaði. Nógv fleyt rundan um meg í sjónum, og eg sá eitt nú ein tóman fiskakassa fara eftir sjónum, sigur Hans Magnus Mynd: Maria Olsen - Eingin sum helst tíð var til umhugsunar. Eg kavaði út úr húsinum, sum eg stóð og royndi at koma upp til vatnskorpuna. Báturin líkasum snaraði sær á og lá við fremra partinum av kjølinum uppi í vatnskorpuni. Eg var so heppin at fáa fatur á fanglínuni, sum var fest í framstavnin og fekk lest meg uppeftir og uppá forrútin á bátinum, sigur Hans Magnus Hansen Mynd: Maria Olsen - Hann var útnyrðingur í ættini, og tað var nýkomið vestfall. Hetta er ringur streymur, um bíðað verður ov leingi, men ætlanin var at koma inn um, áðrenn íðan í Flógvanum tók seg upp. Tað var vánaligt bátaveður, og eg helt eyguni við sjónum allan vegin, meðan eg sigldi inneftir. Hóast vánaligu líkindini, helt eg ikki, at tað fór at bila C M Y K 9 8