hósdagur 25. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 59 - 25. mars 2004
Nr. 59 - 25. mars 2004
11
Landskassin er eftir øllum at døma í nógv verri standi, enn
hildið var undan valinum. Skattainntøkurnar eru kanska
einar tvey hundrað milliónir lægri enn mett varð fyri
minni enn einum ári síðani. Harafturat forsømdi undan-
farna samgonga at gera nakað við útreiðslustøðið, hóast
blokkurin var niðurskorðin við 366 milliónum um árið.
Fyri samgonguna, sum nú situr, merkja fallandi skatta-
inntøkurnar, at hon má endurskoða tað, ið farið var út til
val uppá, tí fortreytirnar eru munandi verri, enn tosað var
um undan valið.
Vónandi fer samgongan ikki at spara uppá sama máta,
sum undanfarni landstýrismaðurin í fíggjarmálum skeyt
upp, har man skar eitt prosent av allastaðni um ein kamb.
Hetta er ikki skilagóður máti at spara uppá, tí endin
verður, at alt riggar illa, tí eingin hevur nokk. Eisini eru
sparingar um ein kamb ein ov lættur vegur út hjá politik-
arum, tí tað sleppur teimum undan at raðfesta. Hetta eiga
teir ikki at sleppa. Teirra uppgáva er at raðfesta, so at
skattgjaldarans peningur verður brúktur best møguligt til
tað, ið skattgjaldarin vil, at peningurin skal fara til. Hetta
merkir, at politikarar eiga at seta eina raðfesting upp, har
tey týdningarmestu málini standa ovast, meðan tey ting, ið
kunnu verða góð at hava, men ikki eru neyðug standa
niðast, og kunnu fremjast, tá pensionistar, sjúk, avlamin,
skúlaungdómur o.s.fr. hava fingið sítt. Tað, sum er neyð-
ugt, má fram um tað, ið er gott at hava.
Hetta tekur okkum til politiska kjakið seinastu tíðina, har
andstøðuflokkurin, ið hevur havt ábyrgd av markantu
undirbudgetteringini hvørt ár seinastu 6 árini, setir
kostnaðarmikil uppskot fram, uttan at fortelja, hvussu hesi
skulu fíggjast.
Eitt dømi er listaskúlin, og helst er breið semja, um at ein
slíkur skal gerast, tá ráðini eru til tað. Spurningurin er
bara, um hesi ráðini eru til staðar í dag. Hvussu ætlar
Tjóðveldsiflokkurin at fíggja ein slíkan í verandi løtu, har
tað tykist trupult at fíggja tann dagliga raksturin av land-
inum, uttan lántøku? Vit spyrja bara!
Alt ov ofta verða málini diskuterað sum einkultmál, tá tey
verða løgd fyri tingið. Tí fær man alt ov ofta eitt einsporað
kjak, har tingini gerast svørt ella hvít. Um ein tinglimur
fær settan spurningin, um hesin vil hava ein listaskúla í
Føroyum, so svarar tinglimurin helst ja, tí hvør unnir ikki
skapandi listini alt tað besta. Fær sami tinglimur settan
spurningin, um vit skulu hava henda listaskúla ella, um vit
fyri somu pengar skulu avskaffa bíðilistar í sjúkrahús-
verkinum og innføra økisterapi, so verður svarið helst ikki
so einfalt. Vit siga ikki, at hetta er reella støðan í dag, men
hetta er ein roynd at lýsa, hvussu ein heildarmynd við
einari heildarraðfesting má verða partur av politiska
kjakinum, tí hetta er tann beiski veruleikin, ið politikarar
mugu brynja seg til komandi árini. Politikarar í samgongu
og í andstøðu.
Tað er gott, at Tjóðveldisflokkurin heldur áfram við at
vísa á vegir fram til dømis innan mentanarøkið, men
flokkurin skyldar eisini at fortelja, hvussu hetta skal
gjaldast. Blokkurin, ið sambært somu tjóðveldisfólkum
skapti "kunstiga vælferð" er skorin nógv, og tí verður
minni til alt tað, ið ikki er strangt neyðugt, men bert gott
at hava.At reka konstruktivan andstøðupolitikk er eisini at
siga frá, hvaðani pengarnir skulu koma til at fíggja tey
ymsu málini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Raðfesting og fíggjarlóg
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jákup Egholm
Hansen
Seinastu nógvu árini hava
føroyskir politikarar rópt
um kapp um studningsfría
vinnu, og at teirra uppgáva
er at skapa karmar fyri
sjálvberandi vinnu. Alt gott
um tað. Men hvat eru tað so
fyri karmar sum politik-
arnir hava útvega kreppu-
rakta rækjuflotanum ?. Fyri
fiskiskap kann "karmar"
neyvan verða annað enn
kvotur ella veiðumøguleik-
ar. Og her er ringt at fáa
eyga á nakrar víðkaðar
karmar, tí meðan rækju-
veiða
í
Norðuratlantshavinum
síðani 1970 er vaksin við
1600% úr 25.000 tonsum
til uml. 400.000 tons nú, so
eru rættindini hjá føroysku
rækjuskipunum
heldur
minkaði enn vaksin hesi 30
árini.
Hetta er ein stór orsøk til,
at rækjuflotin er í eini so
truplari støðu sum hann er,
og tí er heldur ikki ov nógv
kravt, at núverandi politik-
arar við ymiskum tiltøkum
av álvara tryggja, at rækju-
flotin kann fóta sær aftur.
Grønlendsk smáligheit
Men hetta gerst ikki, um
landsstýrið letur sín fiski-
vinnupolitikk á m.a. NAFO
og NEAFC-økinum stýra
av Grønlandi.
Føroysk skip hava við
tógvi stríð og fyri ein høgan
prís vunni sær søgulig rætt-
indi til rækjukvotu á Grand
Bank. Men hóast hetta økið
einans er opið fyri rækju-
veiðu 6 1/2 mánaða um
árið, so eru longu 3 mán-
aðir farnir uttan at føroysku
skipini eru sloppin í gongd.
Og sambært landsstýrinum
er orsøkin at Grønland
forðar fyri hesum. Hetta
landið, sum hevur yvir
100.000 tons av rækjukvotu
í egnum sjógvi, leggur
forðingar í vegin fyri at
føroyingar kunnu fiska síni
uml. 1.200 tons, tí teir vilja
hava eini 400 tons burturav.
Ófatuligt at landsstýrið og
danska uttanríkismálaráðið
vilja latað slíka grøn-
lendska smáligheit um seg
ganga, men tað er júst tað
sum hendir. Hevði Grøn-
land so liva upp til fiski-
veiðuavtaluna
millum
Grønland og Føroyar um, at
føroysk skip skulu kunna
keypa
rækjukvotur
frá
grønlendskum skipum, so
kundi ein kanska tosa um
eitt slag av javnvág, men
tað ger Grønland ikki. Slík-
ar avtalur verða politiskt
forðaðar í Grønlandi. Teir
velja heldur at selja kom-
andi ES-limum úr Balta-
londum hesar kvotur. Og
óndar tungur vilja verða
við, at teir verða væl stuðl-
aðir av einstøkum reyput-
um føroyskum yvirmonn-
um við grønlendskum skip-
um.
At Grønland eisini leggur
forðingar
fyri
føroysk
áhugamál í NEAFC átti at
fingið bæði føroyskar og
danskar myndugleikar at
raknað við.
Grønland forðar
føroyskum skipum
Og ikki nóg mikið við tað.
Tey føroysku skip sum av
sínum eintingum royna at
víðka um sínar karmar við
at keypa sær kvotur frá
øðrum londum á NAFO-
økinum, fáa noktandi svar
frá landsstýrinum. Grund-
gevingin er, at Grønland og
uttanríkismálaráðið
eru
ímóti, og at hetta brýtir við
princippir hjá myndugleik-
unum í Danmark, Grøn-
landi og Føroyum. Men
hvat í allari víðu verð skulu
vit brúka princippir um
rækjuveiðu á NAFO-øki-
num til, tá ongi skip verða
eftir ?. Og tað verður endin
um landsstýrið ikki tekur
annað skinn um bak. Men
tað passar ivaleyst sum
fótur í hosu fyri grøn-
lendsku rækjuvinnuna, er
kanska júst tað teir vóna.
Floyals-handskarnar av
Tíðin er fyri langari tíð
síðani komin, har føroyskir
myndugleikar taka floyals-
handskarnar av í millum-
landa fiskiveiðumálum, og
sjálvir seta nøkur mál út í
kortið, eins og íslendingar
og norðmenn gera, uttan
mun til hvat Grønland,
Danmark, Canada og aðrir
siga. Tað er niðurbrótandi
fyri vinnuna at vita sær, at
okkara landsstýrið tekur
donsk
og
grønlendsk
áhugamál framum karmar
fyri kreppuraktu rækju-
skipini
Ein
embætismaður
í
landsstýrinum segði eina-
ferð, at vit máttu royna at
seta okkum inní hvussu
grønlendingar hugsa í mál-
inum um kvotabýtið á
Grand Bank. Tað kann væl
verða at vit eisini skulu
gera tað, men tað er uppá
tíðina, at okkara egna
landsstýrið eisini setir seg
inní
hvussu
føroyska
rækjuvinnan hugsar og
hevur tørv á, tí tað má alt
annað líka hava størri týdn-
ing enn hvat grønlendingar
hugsað.
Stýrir Grønland føroysku fiskivinnuumsitingini?
Viga grønlendsk/donsk áhugamál tyngri hjá landsstýrinum enn kreppan í føroyska
rækjuflotanum
VIÐMERKINGAR
Petur S Johannesen
Eg vil fyrst byrja við at
spyrja leiðsluna í Sam-
bandsflókkinum, hvat teir
virða tær 800-900 stemm-
urnar, sum flokkurin fer í
Suðuri?
Eg stilli hendan spurn-
ing, tí eg vil gjarna vita, hví
Sambandsveljarin í Suðri,
saman við tingmanninum
hjá okkum hava fingið eina
so ljóta viðferð frá einum
stórum parti av Sambands-
leiðsluni norðanfjørðs.
At tað eru gjørdar avtalur
millum Havnina og Klaks-
vík er ongin ivi um. Klaks-
víkin fekk fiskimálaráð-
harran, sum annars var til-
lutaður okkum í Suðri, og
fyri at tað skuldi kunna lata
seg gera, mátti okkara mað-
ur so lata sít lív.
Nú Klaksvíkin hevði
fingið landstýrissessin hjá
Johan Dahl, skuldi Havnin
nú hava formannin. Hetta
skuldi gerast so stilt og ró-
ligt, sum møguligt. Tí sum
Kaj Leo jú hevur útalað:
Sambandsflókkurin
tolir
ikki meira ringa reklamu,
men er tað ikki júst Kaj Leo
og hansara menn, sum hava
givið Sambandsflókkinum
hesa ringu reklamu við at
jagstra og forfylga okkara
tingmanni, Johan Dahl, og
tikið alla meiningina úr
orðinum,
Samband,
í
hvussu er í eygunum hjá
sambandsveljaranum
í
Suðuroy.
Nei eitt er so heilt sikk-
urt, vit koma aldrin at
gloyma Sambandsflokkin
fyri hesa ljótu gerð, sum
nú er gjørd .Tað skuldi
ganga 35 ár innan vit í
Suðri fingu tillutað ein
Landstýrissess aftur frá
Sambandsflokkinum, og at
hann var okkum illa untur,
ja tað sígga vit nú.
Tí heiti eg á allar sam-
bandsveljarar
úr
Suðri.
Gloymið ikki hetta aftur.
Tíðin er helst komin, at vit
nú munnu byrja at hugsa
okkum beturi um, tá vit
skulu seta krossurin næstu
ferð. Tí eitt er sikkurt, vit eru
ikki ein partur av tí Sam-
bandsflokki, sum er norð-
anfyri, tað gjørdu teir klárt
við at stinga knívin í ryggin
á tí manni (Johan Dahl), sum
vit í Suðri valdi at senda
norður til Havnar á Ting.
Men eg rokni nú ikki við,
at søgan endar her. Tí sum
danin sigur: »Den der
graver en grav til en anden,
falder ofte selv i den«.
Hvar skal krossurin setast?
TÍÐINDASKRIV
Komandi vikuskifti hevur
Støkk árliga fimleikafram-
sýning í ítróttarhøllini í
Runavík. Leygardagin 27.
mars byrjar framsýningin
klokkan 15.00 og sunnu-
dagin 28 mars klokkan
16.00.
Øll liðini hjá felagnum
eru við til framsýningarnar
báðar dagarnar, tó verða
merkir og íðnisprógv hand-
aði sunnudagin.
Framsýningarnar
eru
mettar at vara umleið 2 1/2
tíma fyrra dagin og 3 tímar
seinna dagin.
Eins og undanfarin ár
hevur felagið nógvan fjøl-
broyttan fimleik at vísa
fram, eitt nú móðir og barn,
børn 5-6 ár, vanligu liðini
frá 1.-10. flokk, ungar
kvinnur,
aerobic,
reið-
skapslið, stór-kappingarlið
og blandað lið við kvinnum
og monnum.
Við í framsýningini verð-
ur eisini afturvendandi til-
takið við grýlum. Eisini
skipar felagið fyri páska-
eggjatombola og kaffisølu í
gongini í ítróttarhøllini
báðar dagarnar.
Atgongumerkjasølan
byrjar 1 tíma áðrenn fram-
sýningina. Kostnaðurin er
60 kr. fyri vaksin og 20 kr.
fyri børn.
Fimleikaframsýning
Havfrýr í skipsvraki. Myndin
er frá Fimleikafagnaðinum í
Norðurlandahúsinum í
november 2003, har Støkk
vann fagnaðin
Náttúrugransking og -lesnaður?
Hans Birgir Hansen
Tað er frá Danmarks elstu
fyritøku innan náttúru-
medisin, eg havi tvey bind,
focus á náttúrumedisin, og
eg havi sjúkraskrásetin og
vøruyvirlit, frá A til Ø, og
kunningarbløð! Fyritøkan
hevur
granskingarstovu,
starvsfólk og framleiðlslu-
virksemi av náttúrumedi-
sini, ið selt verður á danska
heimamarknaðinum,
ið
eisini fæst til keyps í Havn,
undantikið apotekið! Eg
kann standa inni fyri tí
náttúrumedisini, eg sjálvur
eri brúkari av, ið ein kann
viðmæla fólki at royna, ið
hava vælferðarsjúkur, og
kunnu vinna á sínum
heilsutrupulleikum.
Villleiðandi kunning/
upplýsing?
Starvsfólkini
innan
al-
manna-, heilsu, sjúkrahús-
og
apoteksverkini,
og
heimarøktar- og kommunu-
læknaskipanir geva tilvitað
villleiðandi kunning/upp-
lýsing til viðskiftafólk í
dag. Vit kunnu spara 100
tals mill. kr. á hvørjum ári
við at bjóða øllum føroy-
ingum, ið eru misnýtarar,
fríska ernering/ føðslu-
evni/kropsføði/kosttilskot/
motiónstúrar
kring
alt
landið! Flestu øll ættarlið,
stættir, frá børnum til
fólkapensionistar, eru mis-
nýtarar, og primitivu við-
gerðarmøguleikarnir eru
ikki nøktandi, og tá ið øll
skulu
uppihalda
øllum
fakbólkum, stættum!
Frískari og opið
samfelag?
Tað gongur støðugt fram á
at skapa eitt frískari & opið
samfelag, hvørs øll tabu-
evnir skulu gerast søga, tá
øll skul fáa livað og virkað
á egnan hátt við at bróta
tann ónda sirkulin! Vit
kunnu spara nógvar felags-
skapir, fyritøkur, stovnar,
virkir, myndugleikar, vald,
skapa vit eitt frískari og
opið samfelag við sosialari
samveru innan fyri áður-
nevndu! Bestu viðgerðar-
fólk at vitja skúlar, fyritøk-
ur, stovnar, virkir, mynd-
ugleikar, vøldir, felags-
skapir, klubbar, eru misnýt-
arar, ið kunnu greiða frá
lívi sínum og rúsevnisum-
hvørvi!
Vegurin til frískari lív?
Tað er hvat ið ein fæst við
at kunna um í lesarabrøvum
og úti millum manna, har
fólk fylgja eins ráðum, ið
eru uppgivin av lækna-
autoritetum, ið leita sær
røttu kunning, upplýsing, í
dag! Vit kunnu niðurseta
deyðiligheitina í øllum
Føroyum í dag, og fyri-
byrgja og lekja vælferðar-
sjúkur, ið ein fæst við at
granska og lesa upprunan
til heima við hús!
Vitja heimasíðu
www.natur-drogeriet.dk
C
M
Y
K
11
10