Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. mars 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 59 - 25. mars 2004 Nr. 59 - 25. mars 2004 13 UTTAN ÚR HEIMI Ísraelska stjórnin ætlar sær at beina fyri øllum leiðarunum í Hamas, og Yasser Arafat er eisini eitt álopsmál, sigur ísraelski verjumála- ráðharrin. Hamas hóttir við at beina fyri Ariel Sharon, forsætisráðharra. MIÐEYSTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyrrakvøldið tók Abdel Aziz al-Rantissi við sumi leiðari í palestinska fe- lagsskapinum Hamas eftir Ahmed Yassin, sum ís- raelski herurin avrættaði mánamorgunin. Men hann skal ansa sær, tí sambært ísraelska verju- málaráðharranum, Shaul Mofaz, kunnu allir leiðarar í Hamas vænta at fáa somu lagnu sum Yassin. Á einum tíðindafundi segði Mofaz, at tað er neyðugt at halda kósina fyri at tryggja ís- raelska fólkið. - Teir, sum senda bumbu- menn hendanvegin, geva okkum samstundis rætt til at svara aftur. Yassin var tann palestinski Osama bin Laden, og hendur hansara vóru dálkaðar av ísra- elskum blóði, segði Shaul Mofaz. Tað hevur ofta ljóðað, at ísraelska stjórnin skal hava havt ætlanir um at beina fyri palestinska forsetan- um, Yasser Arafat. Mána- dagin segði ísraelski uttan- ríkisráðharrin á tíðinda- fundi í Washington, at stjórnin hevur onga tílíka ætlan nú, men hetta sam- svarar ikki við tað, sum verjuovastin, Moshe Yaa- lon, segði við blaðið Haa- retz í gjár. - Jú, Arafat er eitt møgu- ligt álopsmál. Tað sama er Hizbollah-leiðarin Hassan Nasrallah, sigur Yaalon við blaðið. Tað er greitt, at ísraelska leiðslan var ikki samd um at avrætta Ahmed Yassin. Ovastin í trygdartænastuni, Aharon Zeevi, og ráðharrin fyri innanhýsis trygd, Tzachi Hanegbli, hava báðir sagt alment, at avrætt- ingin var eitt mistak. Hótti Sharon Nývaldi leiðarin í Hamas, Abdel Aziz al-Rantissi, segði aftan á tilnevningina fyrrakvøldið, at Hamas fer at hevna morðið á Ahmed Yassin. - Jødisku drápsmenninir skulu ikki kenna seg trygg- ar, heldur ikki Ariel Sha- ron, forsætisráðharri, segði Rantissi, sum varð dúgliga fagnaður av fleiri túsund Hamas-limum í Gaza-geir- anum. Rantisi hevur verið leið- ari í teirri politisku deildini hjá Hamas. Hann verður mettur at vera uppaftur meiri víðgongdur enn und- anmaðurin Ahmed Yassin. Ein av monnunum, sum er tikin í sam- bandi við bumbu- atsóknina í Madrid, hitti fót- bóltsstjørnuna David Beckham stutt fyri atsóknina Árni Joensen fartekst@mail.dk Tá spanska løgreglan fyri nøkrum døgum síð- ani rannsakaði íbúðina hjá tí 31 ára gamla marokkananum Mo- hammed Bekkali, funnu løgreglumenninir eitt føðingardagskort við undirskrivtini hjá ensku fótbóltsstjørnuni David Beckham. Løgreglumenninir undraðust sum vera man á, hvat samband mundi vera ímillum bumbu- mannin og tann kenda Beckham, ið spælir við Madrid-felagnum Real Madrid. Tað vísti, at Mohammed Bekkali hevði hitt David Beck- ham fjúrtan dagar fyri ta blóðugu atsóknina í Madrid. - Jú hann var her. Hann er sera hugtikin av Beckham, sum skrivaði undir føðingardagskort- ið, men meiri er ikki at siga um tað, sigur tals- kvinnan hjá Real Mad- rid, Maria Sant Esteban, við blaðið Evening Standard. Flogskiparar hjá SAS fara lættari um trygdarreglurnar, tá teir flúgva í Norður- noregi, enn tá teir flúgva aðrastaðni FLÚGVING Árni Joensen fartekst@mail.dk – Vit hava fleiri prógv fyri, at flogskiparar víkja oftari frá trygdarreglunum, tá teir flúgva í Norðurnoregi enn aðrastaðni. Soleiðis stóð í einari frágreiðing, sum leiðslan í SAS gjørdi fyri trimum árum síðani, og sambært norska útvarpinum hava teir flestu flogskipararnir váttað, at tað er so. Jørgen Bue hjá SAS sig- ur, at lendið í Norðurnoregi gera, at flogførini hava ikki so góða tíð til at taka seg niður ímóti flogvallunuml, og tí eru lendingarnar ofta harðari har enn aðrastaðni. Men lendið hevur ikki alla skyldina. Flogskiparar, sum norska útvarpið hevur tosað við, siga, at tað hendir meiri enn so, at trygdar- reglurnar verða brotnar, tá tað snýr seg um at tillaga ferðina inn ímóti lendingar- breytini. Kanningin hjá SAS av- dúkar eisini, at tað eru ser- liga teir eldru flogskiparar- nir, sum bróta trygdaregl- urnar, ivaleyst tí at teir leggja ikki sama týdning í reglurnar sum teir yngru. Flogskiparar bróta trygdarreglurnar Bumbumaður hitti David Beckham David Beckham hitti ein av monnunum, sum eru settir í samband við bumbuatsóknina í Madrid Yassin var bara tann fyrsti Níggi leiðarin í Hamas, Abdel Aziz al-Rantissi, hóttir við at søkja at sjálvum Ariel Sharon Mynd: Reuters Fríggjadagin 12. mars fóru fleiri av starvsfólkunum á mekaniska- og plátuverk- staðnum hjá P/F Wenzel í Havn á Auto Teknik 2004 í Fredrica Messecenter. Farið varð til Danmarkar fríggjadagin 12. mars, og tey komu heim aftur sunnudagin 14. mars. Anthonius Dalsgaard, verkførari hjá P/F Wenzel, sigur, at hetta verður gjørt, fyri at starvsfólkini kunnu sleppa burtur úr daglig- degnum og fáa dagført sína vitan innan sítt starvsøki. Auto Teknik er staðið, har bilbranchan í Danmark møtist at sýna fram alt tað nýggjasta, sum er komið fram, tað verið seg bæði mekanisk og elektronisk út- gerð til bilar og bilverkstøð. Eisini varð tíð til eina vitjan í ítróttarparkini í Keypmannahavn. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 25. mars. Mariu- messa um várið. Til minnis um, at eingilin Gabriel boðaði Mariu Moy frá, at hon skuldi bera frelsaran í heim (Lukas 1, 26-38). Grikska navnið navnið Maria er tað sama sum hebráiska Mirjam, týdningurin er ókendur. Hoyrdist mýrisnípan láta uppi í luftini á mariumessu, skuldi kavi koma og tað sama, um ross lá fyri mariu- messu. Venceslaus Ulricus Hammershaimb varð føddur hendan dagin í 1819. Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum, ið sýndu samkenslu, tá góði maður mín, pápi, abbi, langabbi og verfaðir okkara Frimann Baldvinsson Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Takk tit, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Sigrid Rúna, Jórun og Bent Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at mín kæra kona, mamma og vermamma, omma og langomma okkara Nanny Jakobsen Fuglafjørður fødd Mortensen av Sevmýri andaðist 23. mars 87 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin 27. mars kl. 13.00 úr Fuglafjarðar kirkju. Jakob Oluf og Birgit við familju Tey, íð vilja minnast Nanny kunnu lata eina peningagávu til Parkinsonfelagið, konto í Føroya Banka. Sylvin Rasmussen er settur sum stjóri á P/F Fiskaaling. Sylvin er klaksvíkingur. Hann varð útbúgvin sum maskinmeistari í 1988 og hevur siglt við rækjutrol- arum sum maskinmeistari. Síðan 1990 hevur hann arbeitt í alivinnuni, fyrst hjá Eystlaks á Norðtoftum, har hann var við í øllum aliarbeiði, líka frá lívfiski og rognum, til smolt og lið- ugtkruvdan laks. Í 1998-1999 starvaðist hann eitt stutt skifti á p/f Fiskaaling, áðrenn hann í 1999 fór at standa fyri uppbyggingini av smolt- støðini hjá Faroe Smolt á Húsum, har hann eisini var rakstrarleiðari. Grækarismessudag 12. mars hevði Gestur við Høgadalsá í Havn 25 ára starvsdag hjá Postverki Føroya. Gestur er 62 ára gamal og havnarmaður. Hann fór fyrstu ferð til skips sum 14 ára gamal við trolaranum Fiskanes og var ofta stil skips í summarfrítíðini, eis- ini meðan hann gekk í studentaskúla. Hann hevur t.d. siglt við Boðanesi, Ólavi Hvíta og Grími Kamban. Í 1967 giftist hann við Karini, f. Ludvig Herdalur, ættað úr Vági, og í 1968 fóru tey til Danmarkar, har Gestur gekk á telegrafist- skúla í Keypmannahavn og tók prógv í 1970. Hann sigldi eitt skifti sum telegarfistur við trol- aranum Leivur Øssursson og seinni við Kap Farvel. Tá so Smyril (Morten Mols) bleiv keyptur í 1975, fekk hann starv sum telegrafistur har. Síðan á grækarismessu 1979 hevur hann starvast hjá Postverkinum, fyrstu árini á posthúsinum í mið- býnum og seinni á høvuðs- posthúsinum á Óðinshædd. Hann hevur trivist sera væl í hesum starvi. Gestur er sonur Honnu, f. Poulsen, ættað av Kirkju, og Hanus við Høgadalsá, fyrrverandi løgtingsmann og býraðslim, sum var ættaður úr Kaldbak. Karin og Gestur eiga tvey børn. Hanus, 36 ár, sum býr í Havn og Turið Jóhanna, 29 ár, sum býr í Hoyvík. Tey eiga eisini trý ommu- og abbabørn. Gestur er annars havnar- maður við stórum H og B36-ari burturav. Gestur við Høgadalsá: 25 ára starvsdag hjá Postverkinum Sylvin Rasmussen: Nýggjur stjóri í P/F Fiskaaling P/F Wenzel: Starvsfólkini vitjaðu Auto Teknik 2004 Vitjað varð í ítróttarparkini í Keypmannahavn, á myndini eru: f.v. Jan Dam Vang, Anthonius Dalsgaard, Wenzel Husgaard, Arnbjørn Bjarnarson, Olaf sigmund Djurhuus, Rógvi Durhuus, Ragnvald Joensen, Eisenberg Petersen, Petur Mohr Sigurstein, Poul Johan Dahl og Uni Højgaard. Ingrid Mortensen, Dávur Restorf Hansen og Einar Vesturklett vanta á myndini C M Y K 13 12