hósdagur 25. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 • hósdagur • 25. mars 2004 • 78. árg.
Mazda í
Evropa
Mazda rokna við eini
øking í søluni í Evropa
upp á 10 prosent í ár. Í
fjør vaks sølan við 30
prosentum í Evropa,
har av næstan helvtin
var Mazda6
Kelda: Motor-magasinet
Rolls Royce
í USA
Nýggi Rolls Royce
Phantom er vorðin eitt
veruligt "hit" í USA.
Roknað verður við at
selja millum 400 og
500 bilar í ár. Síðan
januar 2003 hava Rolls
Royce hoyrt til BMW,
men teir verða fram-
vegis bygdir í Ong-
landi
Kelda: Motor Magasinet
Nissan í
Evropa
Nissan hava ætlanir um
at koma á evropeiska
marknaðin við seks
nýggjum
modellum
fram til 2006. Sølan av
Nissan í Evropa vaks
við 13,3 prosentum í
fjør til umleið hálva
millión bilar
Kelda: Motor Magasinet
Suzuki Liana, ið
fyrstu ferð kom á
marknaðin á sumri
2001, er nú komin í
eini betri útgjørdari
og dagførdari útgávu
við t.d. nýggjum
instrumentborði,
nýggjum størri kú-
fangarum og kølara-
gittari
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað skal ikki altíð so nógv
til fyri at broyta ein bil, so
hann sær heilt annarleiðis
út. Soleiðis er við nýggja
Suzuki Liana, sum júst nú
er komin á marknaðin. Nú
Liana hevur fingið nýggjar
kúfangarar, kølaragittar og
síðupanelir, sær hann út
sum ein heilt annar bilur.
Eisini innan eru digitalu
instrumentini skift út við
vanlig rund instrumentir
við reyðum ljósi. Sjálvt
instrumentborðið er nýtt
við alu-look í miðjuni.
Radio, sum kann stillast í
rattinum, og fløguspælari
við fýra hátalarum er stand-
ard eins og aircondition.
Liana er ein 5-persóna
familjubilur
við
fimm
hurðum, ið man situr lut-
falsliga høgt í, og útsýnið er
gott allar vegir. Hann er
umleið 10 cm hægri enn
ein vanligur persónbilur.
Høgt er til loftið og nógvar
hillar og rúm eru til at
leggja lutir frá sær á.
Motorurin er ein 1,6 litur
við 106 hk, sum eisini fæst
við automatiskum girum.
So gott sum alt er stand-
ard, og bilurin hevur t.d. el-
síðurútar, el-síðuspegl við
hita, forsetur við hita bæði
í setri og ryggleni, og air-
bag framman og í síðunum.
Liana er lættur at koyra
og serliga væl egnaður til
býkoyring. Minsti vendi-
radius er einans 5 metrar,
hetta ger, at bilurin er at
lættur seta frá sær, har sum
trongt er at parkera.
Suzuki Liana 1,6
Motorurin
1,6 litur 4 syl. bensin 106 hk
0-100 km/t
11,5 sek.
Bensinnýtsla
14,5 km/l
Dekkstødd
185/65-14
Stødd og vekt:
Longd
423,0 cm
Breidd
169,0 cm
Hædd
155,0 cm
Eginvekt
1125 kg
Viðførisrúm
295 litrar
Prísur
kr.175.000,-
Søluumboð
Sp/f Eyðbjørn Hansen
Varðagøta 75
FO-100 Tórshavn
Tel. 313375
www.suzuki.fo
Suzuki Liana 1.6:
Dagførdur og betur útgjørdur
familjubilur
Hóast Suzuki Liana ikki er so nógv broyttur, sær hann heilt annarleiðis út í nýggju útgávuni við størri kúfangarum og
kølaragittari
Mynd: Álvur Haraldsen
Instrumentborðið er nýtt og
digilatu instrumentini eru
skift út við vanlig rund
instrumentir við reyðum
ljósi. Radio, ið kann stillast í
rattinum, og fløguspælari við
fýra hátalarum er standard
eins og aircondition
Mynd: Álvur Haraldsen
Aftan er Liana eisini broyttur við t.d. størri kúfangara
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 59 - 25. mars 2004
Ólavur Hátún
Í hesari skriving hevur tað
verið ein aðaltáttur, at fólk-
sins talaða mál eigur at fáa
meira ljóð og ræsur í tí skriv-
aða. Hinvegin er greitt, at tað
ikki minni er tann umhugs-
aða og viðgjørda skrivaða
orðingin, sum tambar og
mýkir orðsins møguleikar til
tey neyvu og listarliga rík-
andi avrikini, sum so aftur
geva endurljóð bæði í munn-
ligum og skrivligum sam-
skifti. Tí er tað so umráð-
andi, at stavsetingin gerst eitt
smidligt
og
vælvirkandi
amboð og ikki ein forðing.
Skriftmálið ger seg inn á
talaða málið.
Men allar royndir vísa júst á,
at tað er ikki møguligt hjá
fjøldini av Føroya fólki at
læra at skriva sítt móðurmál
til lítar, tí skriftmálið er ikki
nóg sambæriligt við tað
livandi málið. Hetta ósam-
svar gevur seg eisini til kenn-
ar í framburðinum, tá fólk
upp úr bók ella handriti lesa
so mangan stavin, sum ikki
longur er hevur ljóðliga
heimild í okkara máli.
Vit kunnu taka onkur hiss-
ini dømir og leggja fyri við
okkara tjóðar- og tjóðskapar-
heitum. Lesa vit í Føringatíð-
indi, sum var mesti lesnað-
urin á móðurmálinum um
næstseinasta aldarskifti, so
búðu tá føringar í Førj-
um/Førjun og talaðu føriskt.
Men við Fuglaframa (alt gott
annars um hann at siga))
varð lagt á annan bógv. Nú
skuldi land okkara eita Før-
oy-ar (svarandi til Færeyjar?
- um oyggjamerkið endiliga
skuldi á, mátti Føroyggjar
svarandi til Norðoyggjar
ligið nærri við), og her talaðu
før-oy-ingar før-oy-skt. Iva-
leyst eru tað fleiri, sum
halda, at hetta stigið aftur-
eftir
var
ein
skrivligur
prýðisvinningur; men mær
skurrar tað í oyrunum, tá eitt
nú útvarpsfólk lesa um tað,
sum føroyskt er, ella tú hoyr-
ir kvinnur og menn kvøða
um tann føroyska dansin og
syngja um "gamalt føroyskt
grót", tí tað er ein avskeplan
av tí natúrliga málinum.
Sambera vit í hesum døm-
inum við grannarnar fyri
vestan, so eru teir ikki so
puristiskir sum vit, tí hóast
teir eru íslendingar, sum
búgva í Íslandi, so tala og
skriva teir íslenskt við ong-
um d.
Um oyggjaheitini Fugloy,
Svínoy, Nólsoy, Sandoy og
Suðuroy: Framburðurin er
t.d. ikki, at fugl-oy-ingar
búgva í Fugloy, men at fugl-
ingar búgva í Fugli - teir
fiska ikki á Fugl-oyar-banka,
men á Fugliabanka -, sjálvur
var eg svíningur, føddur í
Svíni, nólsingar koma til
Havnar úr Nólsi, og Smyril
fer ikki til Suðuroyar, men til
Suðriar, har sum suðringar
búgva. Um fólk, sum búgva
á Sandoynni havi eg fyrr
bara hoyrt nevnið sandingar
(ikki sandoyggjafólk), men
heimasandsfólk um tey, sum
búgva heimi á Sandi. Við-
víkjandi Borðoy, Eysturoy og
eisini Sandoy kennst tað
natúrligari at nýta bundna
formin (á Borðoynni, í Eyst-
uroynni og í/á Sandoynni),
um eg so havi rætt í tí. Vit
kunnu eisini taka Streym-
oynna við og nevna t.d., at
valla nakar, sum er uppvaks-
in har, sigur seg búgva í
Norðurstreymoy ella í Suð-
urstreymoy, men í Norð-
streymi ella í Suðurstreymi.
Móðurmálið fylgir ikki altíð
rættskrivingarreglum
Nú skulu vit ikki vaða ov
langt út í hetta, men onkur
útvarpsmaður roynir at fáa
inn í talaða málið orðaljóðið
Kollfjarða ..., Fuglfjarða ...,
Oyndfjarða ... og Árnfjarða
... . Hetta er at gera seg inn á
tað talaða málið, tí fólk um
hesar leiðir siga ikki t.d.
Kollfjarða ella Kollafjarðar
Skúli, men Kollfara Skúli,
Fuglfara Kirkja o.s.fr. Í
hesum sambandi hetta aftrat:
Vit í Norðstreymi (havi verið
bæði kvívíkingur og vest-
menningur og eitt skifti eis-
ini víkarmaður) fóru ongan-
tíð til Kollafjarðar, men til
Kollafirðar, eystringar siga,
at teir fara til Fuglafirðar ella
Oyndarfirðar, og árnfirðing-
ar fara til Árnafirðar. Fólk
sunnan av landi, har ongar
slíkar bygdir við fjarðanavni
eru, hava hildið orðingina til
Kollafjarðar o.s.fr. sambært
mállæruna vera rættari; men
vit eiga at virða tann veru-
leika, at okkara móðurmál
ikki altíð gongur eftir rætt-
skrivingarreglum. Ongin má
koma og siga, at fólk í
Kirkjubø ikki duga at benda
bøur, bø, bøi, bíggjar, men
kortini fara tey ikki heim til
Kirkjubíggjar,
men
til
Kirkjubøar, og har sunnan-
fyri hava bøfólk búð og ikki
bíggjarfólk sum vesturi í
Vágum.
Vit hava øll lært, at sterkt
bend kvennkynsorð hava -ar
sum hvørsfallsending, og at
henda ending eisini er tann
vanliga í sambindingum;
men eg tori at halda uppá, at
tað er at gera seg inn á tað
natúrligu legu, som málið
hevur funnið sær, at skriva
t.d. mjólka-r-pakki ella, sum
eg í áðni sambært regluna
skrivaði: víka-r-maður, tí so-
leiðis eitur tað ikki á
føriskum; tað eitur mjólka-
pakki og víkamaður. Somu-
leiðis er tað jú heldur ikki
rætt, tá okkurt málvitið út-
varpsfólk tosar um Klaks-
víkarveg, tí vegurin eitur jú
Klaksvíksvegur; eitt kór har
norðuri æt Klaksvíkskórið,
og kanska sungu tey okkurt,
sum Kvívíksjógvan yrkti.
Eitt annað mál í hesum
viðfangi: Tú hoyrir fólk
syngja um stjørnu-r-nar,
fugla-r-nar,
blómu-r-nar
o.s.fr., og hesin framburður
er eisini vanligur at hoyra í
upplestri. Men eins og okk-
ara grannar fyri eystan siga
og skriva t.d. bøker - bøkene,
hester - hestene, haldi eg, at
vit áttu at ásanna sama
málsliga veruleika hjá okk-
um, at fleirtals -r-ið hvørvur
í bundnum formi, soleiðis
sum tú eisini sært tað í
fyrrnevnda dømi úr skrivi
hjá
Hammershaimb
frá
1845, har hann um sjódregil
skrivar, at hann " bìjur
útirórabåtanar lóva sär ví".
Dømini um hetta sama
fyribrigdið eru so mong bæði
hjá Svabo, Nolsøe-feðgunum
og hjá Jákupi Jakobsen; men
burtursæð
frá
slíkum
skrivligum váttanum, kunnu
vit bara leggja oyra til
fólksins munliga málburð og
taka hann til eftirtektar í
skriftini eisini í staðin fyri
tað afturvendandi, at vit siga
hetta , men skriva hatta.
Lættir okkara íslendskaða
stavseting útlendinum
vegin til føroyskt mál?
Í sínari grundgeving í Anto-
logiini fyri at hava valt ta
etymologisku, ta uppruna-
frøðiligu, stavsetingina fram
um ta ljóðrøttu, ta fonetisku,
førir Hammershaimb m.a.
tað fram, at hon fór at gera
tað lættari hjá okkum at lesa
og skilja fornnorrønt og
íslendskt, og at danir og
íslendingar við henni fóru
betur at kunna seta seg inn í
føroyskar bókmentir. Men
hvussu nógvir føringar lesa
fornsøgurnar ella íslendskar
bókmentir á upprunamálin-
um? Hvussu nógvar óum-
settar føroyskar bøkur verða
lisnar í Íslandi? Hvussu nógv
lættir okkara íslendskaða
stavseting um hjá dønum til
at lesa føroyskt? At ósam-
svarið millum okkara talaða
og okkara skrivaða mál júst
er ørkymlandi fyri útlending-
ar, munnu nógv kunna vátta.
Á altjóða kórstevnum eitt
nú teimum triðja hvørt árið
afturvendandi Europa Cantat
stevnunum verður sungið á
at kalla øllum europeiskum
málum. Tað er onki vanda-
mál, tí so at siga øll uttan
franskt og enskt eru fonetisk
mál, ljóða sum tey verða
skrivað - ja, sjálvt italskt
mál, sum hevur so virðiligan
ættfaðir sum latín at bregða
til, hevur gjøgnum øldir og
áratúsund støðugt flutt seg so
neyvt saman við talumálin-
um, at framburðurin ikki
veldur útlendingum trupul-
leika, og italskt er í dag tað
skrivaða málið, har stavifeilir
sjaldnast koma fyri.
Men at koma við einum
føroyskum kórsatsi við upp-
runstavseting undir skalt tú
ikki bjóða til. Havi sjálvur
vónleysar royndir av tí og
havi tí til norðurlendsk kór-
stevnuhøvir valt at laga
tekstir soleiðis til skrivliga,
at teir kundu lata upp fyri
ljóðunum yvir fyri útlend-
ingum. Skal viðganga, at eg
tá ikki bara havi lagt meg
eftir at evna til eina bein-
leiðis ljóðskrift, men havi
spælt mær við einari roynd,
sum kundi verið ein ábend-
ing fram móti einum nýti-
ligum skriftmáli. Hevði tá
ikki nakran gjølligan kunn-
leika um Svabo og teir, men
legði mína roynd fyri mál-
kønan mann, sum m.a. gav
mær hugskotið at skriva í-
ljóðið við y. Ein av hesum
sangum var "Í búri".
Framferðin var tá tann, at
eg setti upp hetta framburð-
aryvirlit:
á = åa /stutt á = å; ú = yu; y
= uj; æ = äa; oi = åi; gi = gji;
ki = kji; ske = sje
Eftir at hava tikið ígjøgnum
orð við hesum ljóðum var tað
ongin trupulleiki sjálvt við
stórum kóri av útlendingum
at syngja, so at tað veruliga
ljóðari av føriskum:
Kúrir tú lytli songfuglur
myn,
fjævursárur y búri,
tagnaji røddin føvur o fyn,
lyti er tær nú um mjøjin o
vyn,
songfuglur myn,
skerdur y fangabúri
Minnist tú laikin um grønan
vødl,
fjævursárur í búri,
minnist tú gil o dælar
o fjødl,
latt vær tytt flo o rødd tyn
snjødl,
- minnini ødl
fána y fangabúri.
Durvar tú longu, hødd undir
vong,
fjævursárur y búri,
kanska tú droymir um
fuglasong,
ástarlaik ivir grønu ong
árini mong -
sloppin úr fangabúri.
Ein framburðarnorm til
klassiskan føroyskan sang
Uttan at tað hevur nakað við
stavseting at gera, havi eg
her hug at nevna, at eg valdi
tann vakra sunnanframburð-
in í fanga, eins og aðrastaðni
å-ljóðið í t.d. nógv og sjógv.
Tann málkøni Jákup Jakob-
sen helt tankan hjá Jóannesi
bónda um at royna at føra
fornari framburð innaftur í
okkara talumál vera veru-
leikafjaran. Men tá tað snýr
seg um klassiskan sang,
haldi eg, at vit eiga at finna
fram til ein best møguligan
ljóðligan norm og ikki
hveppa okkum við at geva
summum málførum ljóð
fram um onnur.
Villar visiónir?
Nú eg havi dittað mær út í so
drúgva viðgerð av hesum
viðkvæmu
viðurskiftum,
sum ikki eru mítt fakliga øki,
fari eg her loksins at biðja
serkøn halda mær til góðar,
at eg við støði í Svabo, Rask,
feðgunum Nolsøe, Hamm-
ershaimb undan ávirkan av
útlendingum og Jákupi Ja-
kobsen taki samanum og seti
upp hesi hugskot um eina
stavsetingarliga
broyting,
sum fevnir um enn meira,
enn "Broyting", sum eg havi
her fyri mær, gjørdi:
1. i og y verða skrivað i
2. í og ý verða skrivað y
3. æ verður skrivað ea ella
ä, sum allir omanfyri
nevndu gjørdu tað í 19.
øld ( ae er ikki í samsvar
við almennan føroyskan
framburð, um enn hann
hevur hildið sær í Svín-
oy)
4. æ-ljóð verður skrivað
æ/ä, og a-ljóð verður
skrivað a
5. ei verður skrivað ai og oy
verður skrivað oi
6. ey verður skrivað ei, sum
teir eisini gjørdu tað í
fyrru helvt av 19. øld
7. norðanfólk og sunnan-
fólk kunnu skriva ai ella
oi eftir egnum framburði
8. hj og kj verða bæði
skrivað kj
9. hv og kv verða bæði
skrivað kv
10. ll verður skrivað dl, tá ið
tað verður sagt soleiðis
11. rn verður skrivað dn, tá
ið tað verður sagt soleiðis
12. aftur, aftan, eftir verða
skrivað attur, attan, ettir
13. ð fellur burtur úr før-
oyskum skriftmáli (veður
/ vegri - nijur / negra
sakar ikki)
14. hvørjumfallsendingin er
-un og ikki -um
15. fleirtals-r-ið fellur burtur
í bundnum formi ( hestar
/ hestanir )
16. fólk kunnu skriva end-
ingarnar -ir ella -ur eftir
egnum framburði
Hetta omanfyri má koma
undir heitið villar visiónir,
men utopiskar eru tær ikki -
gangast má bara fram stig
fyri stig, og verður lagt fyri
við, at vit hava bara eitt i og
eitt í, og at endaeddið fellur
burtur, so er væl vunnið.
Eina stavsetingarnevnd
Men nú er tíð til frið at venda
við hesari skriving. Endaliga
niðurstøðan er, sum skilst, at
vit kunnu ikki framhaldandi
bara lata standa til og lata
oyru og eygu aftur fyri tí
skriftmálsliga trupulleika,
sum vit afturvendandi fáa
staðfest, at vit hava. Mítt
uppskot er, at ein nevnd
umboðandi ymisk sjónarmið
- hon kann telja 7, 15 ella
kanska 21 fólk -verður sett
til at endurskoða hesi týð-
andi viðurskifti, sum nú hava
ligið í atgerðarloysi í meira
enn hundrað ár.
At skriva føroyskt (endað)
FUNDUR
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Hvussu er at vera ungur við
epilepsi? Hóskvøldið fer
Epileptikarafelagið at skipa
fyri ungdómskvøldi, har
greitt verður frá hesi ósjón-
ligu sjúku
Hóskvøldið 25. mars kl.
19.00 fer Epileptikarafelag-
ið at skipa fyri einum
hugnakvøldi, har greitt
verður frá um epilepsi.
Meta av Fløtum og Char-
lotta av Váli Olsen hava
báðar verið á informatør-
skeiði í Danmark fyri at
læra seg at upplýsa um
epilepsi. Tær hava vitjað
fleiri skúlar, har greitt
hevur verið frá sjúkuni. Um
onkur ynskir at fáa tær út á
skúlar, barnagarðar, pen-
sionistafeløg v.m. at greiða
frá, eru tit vælkomin at seta
tykkum í samband við
Randfríð Sørensen, tlf. 26
30 78.
Eisini fara Ólavur Østerø
og Magni Poulsen, ið báðir
eru kendir skemtarar, og
sum eisini báðir hava
epilepsi, at greiða frá,
hvussu tað er at liva við
epilepsi. Tiltakið er serliga
vent móti ungum við epi-
lepsi og vinfólkum teirra.
Okkurt verður eisini til
matna. Epilepsi er í sær
sjálvum ikki ein sjúka, men
heldur eitt fyribrigdi, ið
kemur til sjóndar við spon-
tanum og afturvendandi
herðindum.
Herðindini
koma av tí, at nervakykn-
urnar í heilanum verða
ávirkaðar, og vara herindini
sum oftast frá fáum se-
kundum til 2 - 3 minuttir.
Fleiri sløg eru av epi-
lepsi, og eisini er rættiliga
ymiskt, hvussu álvarslig
herðindini eru.
Í Føroyum verður mett, at
umleið 400 fólk hava
epilepsi. Í Epileptikarafe-
lagnum, sum í ár hevur 15
ár á baki, eru 120 limir.
Randfríð Sørensen, for-
kvinna í Epileptikarafelag-
num, vísir á, at neyðugt er
við upplýsing, tí epilepsi er
ein rættiliga fjald sjúka.
Flestu fólk við epilepsi
virka væl í samfelagnum,
sjálvt um tey kunnu tó fáa
herðindini av og á. Í dag
eru nógvur góður heili-
vágur fyri epilepsi, so ein
kann sleppa undan at hava
ov nógv herindir.
Tiltakið hjá Epileptik-
arafelagnum verður hós-
kvøldið klokkan 19 í MBF-
húsinum á Íslandsvegi 10 í
Havn.
Ung og epilepsi
C
M
Y
K
14