Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein ?? Síða 8 ??? Kjak á síðu 13 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í sendingini Ghetto Føroyar á Rás2 í gjár varð spurt, um vit hava lært nak­að av 6. oktober í 1992 og krepp­ uni, sum kom í kjalarvørrinum av hús­a­gang­u­num hjá bankunum. Hetta er ein ógvuliga viðkomandi spurn­ingur at seta sær – hóast vit øll nikk­andi kunnu svarað, at sjálvandi hava vit lært nak­ að – fyri ikki at siga nógv. Með­an vit í 1992 í alt ov stóran mun fisk­ aðu í lands­kass­a­num held­ur enn á grunnunum, so hava okkara pol­i­ tikarar ikki enn góðtikið  ikki ein gong teir borgarligu  at markn­að­ ar­kreft­ir­nar eiga at sleppa at ráða í fiski­vinn­uni. Og hóast ringasta avleiðingin tá var, at 10 prosent av Føroya fólki rýmdi av landinum, so hava okkara pol­it­ik­arar ikki enn megnað at skapt okk­um tað samfelagið, tað fólk­a­heimið og tað trygga staðið, sum megn­ar at bjóða sínum fólki mann­søm­i­lig kor, so tey kunnu búgva og trívast og lívbjarga sær her sam­an við okkum. Framvegis eru tað 150 fólk, sum hvørt ár velja ikki at flyta heimaftur eftir loknan lest­ur. Jørn Astrup Hansen helt fyri, at hó­ast vit høvdu lært nógv av krepp­uni frá 92, so hava vit tíverri longu gloymt nógv av tí aftur, tí vit hava endurtikið somu mistøk, og vísti hann á, at Eik Banki fór á hús­ a­gang, tí bankaleiðslan hevði latið seg á­virk­að ov nógv av íslendska í­blástr­i­num. Stóra kreppan førdi til nógvar húsa­gangir í Føroyum. Ikki bara vinn­u­ligar húsagangir, men nógvar fam­i­ljur fóru eisini av knóranum, og heili 10 prosent av føroyingunum rýmdu úr landinum, størsti parturin til Dan­markar. Janus Petersen, stjóri í Bank­ Nordik, helt, at vit høvdu lært nógv, hó­ast alt ikki er perfekt. Hann vísti á, at politikarar ikki fáa arbeitt, tá tað gong­ur væl, og tí var tað heppið, at teir vórðu settir undir umsiting. Búskaparfrøðingurin Jó­ann­es Jac­ob­sen vísti á, at stóri trup­ul­l­ eik­in er, at vit enn ikki hava lært, at vinn­an eigur at virka eftir markn­ að­ar­treyt­um, og tí verður enn pol­ itiskt gjørt av, hvussu kvotur og fisk­i­dag­ar skulu býtast, og harvið er tað ikki fiskivinnan sjálv, sum stýr­ir vinnuni, men ein nógv størri fel­ags­skapur. Hóast vit ikki hava somu stuð­ uls­skip­ani­r, sum í sjeyti og átt­a­ti­ár­ u­num, so vísir makrelbýtið, at kvot­ ur verða býttar til ávísa skipabólkar við sølu fyri eyga, og tá er talan um stuðul. 6. oktober var leingi ímyndin av tí svarta degnum og ímyndin av ­bú­ ska­p­arligum skrædli. Vit hava so mang­an sæð, at søgan endurtekur seg. Jú, vit hava lært ein heilan hóp av 6. oktober, men nógv væntar í at fáa skila á bæði vinnuliga og sam­ felagsliga. Og hóast politiska stýr­ ing mangan tykist so sum so, so fáa vit tað stýri, vit hava valt... 20 ár síðani 6. oktober Kaj Leo Holm Johannesen: Ein boðskapur í taluni hjá Ob­ama fer ikki frá mær aftur. Hann segði: »Eg verði kall­að­ur nógv ym­iskt hvønn dag, tað er í lagi, men eg má ong­an­tíð gloyma, at hes­ar rødd­ir, sum ikki eru samd­ar við mær, mugu ong­an­tíð tagna, men skulu verj­ast av mær, tað er mín á­byrgd, ann­ars er fólka­ræði í vanda...« Løgmaður á vangamynd síni á Facebook 27. september Nýggja dansistaðið í Havn, Val­høll, sum heldur til í gamla bakarínum hjá Frants Res­torff, skipar fyri einum serligum tiltaki leyg­ar­kvøld­ ið. Nýggja dansistaðið fer hetta kvøldið at lata seg in­ spi­re­ra av Hugh Heffner, sum er kendur fyri blaðið Play­boy, og tí verður tað ein serl­ig­ur playboy-stílur hetta kvøld­ið. – Fyri at seta ein ser­lig­an dám á kvøldið fara starvs­ fólk­i­ni í Valhøll verða ílatin sum play­boy­modell, og fólk, ið eru í so­kall­að­um »bunny suits« sleppa inn ókeypis, sig­ur ein av fyr­i­reik­ar­u­num, All­an Hjalt­alin, sum rokn­ar við einum spennandi tema­ kvøldi. Fer at seta serligan dám á verð­ur ein mótaframsýning við undirklæðum frá handl­ i­num Siri, har vøkur føroysk mod­ell fara at sýna fram tað cool­asta innan undirklæði. Seinni hetta kvøldið fer dan­marks­meist­ar­in í striptease, Daniel, at fram­ føra, og hann lovar sam­bært All­ani Hjaltalin eitt fant­ast­ iskt show. Remy á Kam­ ar­i­num og All­ an Hjalt­alin, sum eru m e n n ­i n i r handan Val­høll, siga seg vera ikki sørt spentar til hetta tiltakið, sum er fyri øll eldri enn 18 ár. Nú er árliga lands­inn­savn­ ing­in hjá Reyða Krossi aft­ur á skránni. Í ár verður savn­að inn til frama fyri tey hung­ urs­raktu í Vestuafrika. Fleiri enn 18 milliónir fólk í Sahel øki­num í Vesturafrika eru rakt av turka. – Í 2011 sendi Reyði Kross­ ur Før­oya eina millión krón­ ur til hungursrakt í Eyst­ur­ afr­ika. 600.000 krónur av upp­hædd­ini vórðu savnaðar inn, tá lands­inn­savn­ing­in var í 2011. Hetta svarar til, at hvør bússa í fjør í miðal savnaði 1.500 krónur inn, sigur Reyði Krossur. – Vónandi savna vit eina líka stóra upphædd inn aft­ ur í ár. Tí fyri 1.500 krónur kunnu vit breyðføða trimum fam­ilj­um, ið eru raktar av hung­urs­neyð, til næsta akur­skurð. Tað merkir, at við 600.000 krón­um kunnu vit hjálpa 1.200 fam­ilj­um, og ger hetta stór­an mun, sigur Siri Tór­garð, sum er dag­lig­ur leið­ari hjá Reyða Krossi. – Broyt myndina og hjálpið okk­um at hjálp leygardagin 6. ok­tober, sigur hon. Tey, sum hava gerast inn­ savn­ari, kunnu melda til á FB og á reydikrossur.fo. Um tú ert í Havn, kanst tú eisini bara møta í Komm­un­u­skúl­ a­num í Kongagøtu leyg­ar­ morg­unin klokkan 10. Eisini ber til at stuðla Reyða Krossi um heim­a­síð­u­ n­a, í pe­n­ing­a­stovn­i­num ella á tlf. 905656. Playboy-stílur í Valhøll Kunnu breyðføða 1.200 familjum Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Bróta samtykt um útlát Hergeir Nielsen Tíðargrein á síðu 17 Onga­ staðni so stuttligt Theodor Olsen Eygamálið síðu 16 20 ár síðani lagnudagin Lisið á Astrup heldur, at vit hava gloymt nógv av tí vit hava lært... Soleiðis sær onkur fyri sær sambandið millum Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen Í morgin eru tað 20 ár síð­ ani lagnudagin, tá danska stjórnin bjargaði Sjó­vinnu­ banka­num frá at fara av knór­a­num. Atli Dam, løgmaður, og Jógv­an Sundstein, fíggj­ar­ mála­ráð­harri vórðu í skundi kall­að­i­r niður á fund við stjórn­ina, fíggjareftirlitið og tjóð­bankan um vikuskiftið, og týsdagin eftir varð »loysn­in« kunngjørd. 6. ok­ to­ber 1992 gjørdist ímyndin av krepp­uni í Føroyum í níti­ár­u­num.