fríggjadagur 5. oktober 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Katrin og Johannis Lyder
sen og fýra børn teirra
búgva í lítla býnum Jerup,
sum liggur millum Skagen
og Frederikshavn í Norður
jyllandi.
Knappliga hevur lív teirra
fingið eina nýggja vend, tí tey
eru vorðin fleirimillióningar.
Fyri hálvum triðja ári
síðan keypti hon ein lotto
seðil á netinum, hongdi hann
á eina uppslagstalvu, og har
hevur hann hingið síðan.
Hetta var ein seðil við føstum
haldi, og hon hevur rindað
160 krónur um mánaðin fyri
seðil.
Hon hevur als ikki kann
að tølini, tá ið drigið hevur
verið.
Katrin kannaði heldur
ikki tølini næstseinasta leyg
ardag, tá ið júst hennara seðil
vann.
- Men mikudagin í sein
astu viku ringdu tey til mín
frá Danske Spil og søgdu,
at eg hevði vunnið, men eg
trúði tí ikki. Eg helt, at onkur
gjørdi gjøldur við mær, sigur
Katrin.
Tá ið hon hevði lagt horn
ið á, fór hon at kanna seðilin,
og rætt var. Hon hevði vunn
ið 7,8 mió. krónur.
- Eg skríggjaði og skralaði,
dansaði og hoppaði, sigur
Katrin.
Gekk út yvir børnini
Hon var einsamøll heima við
teimum báðum yngru børnu
num, og hennara róp gekk tí
mest út yvir tey.
Tá ið friður so nøkulunda
var fallin yvir hana, ringdi
hon til mannin, sum ikki
var heima. Hann siglir sum
maskinmeistari í norsku frá
landavinnuni.
- Hann skilti ikki, hvat var
áfatt, tá ið eg ringdi soleiðis
mitt um dagin. Hann hevði
eisini ilt við at fata, at eg
hevði vunnið so nógv, sigur
Katrin.
Dagliga lívið hjá familjuni
er enn í hvussu er einki
broytt. Katrin arbeiðir sum
barnafysioterapeutur í kom
mununi, og hon hevur verið
til arbeiðis hvønn dag síðan.
Hon hevur tó líkasum
flogið uppi í skýggjunum,
síðan hon fekk boðini.
- Men nú haldi eg, at eg eri
við at koma niður á jørðina
aftur.
Fær ráðgeving
Einki er avgjørt enn um,
hvat tann stóra peningaupp
hæddin skal setast í, sjálvt
um Katrin hevur gjørt sær
onkrar tankar um, hvat vinn
ingurin letur upp fyri. Ein
dag fær hon vitjan av einum
fíggjarligum ráðgeva, sum
Danske Spil bjóðar henni at
ráðføra seg við.
Børnini eru farin at leggja
framvið at fáa okkurt burtur.
- Tað er ikki frítt, og eg
havi sagt við tey, at tey skulu
fáa ordiliga góðar jólagávur í
ár, sigur Katrin.
Fyri langari tíð síðan av
gjørdi familjan at fara til Før
oya í ár at halda jól, og ferða
seðlarnir vórðu goldnir tá.
- Men nú kann væl verða,
at vit eisini fara onkrastaðni
at ferðast næsta summar,
sigur
Katrin.
,Katrin
og
Johannis
Lydersen
hava
sum nevnt bæði fast starv, og
familjan býr í egnum húsum.
Nakað av peninginum
ætlar hon at brúka til at
niðurgjalda skuld í húsinum,
men hon gremur seg ikki um
nakað.
- Peningurin verður tí
bara sum rómi omaná, sigur
hon.
Hon ætlar ikki at gevast
at spæla við sínum lottoseðli.
- Eg haldi fram, til eg ikki
tími meira.
Randi Jacobsen
Maðurin varð tikin á flog
vøllinum í Vágum 9. August
í ár, eftir at hann var komin
við flogfari úr Danmark.
Uppi á sær, ella rættari
inni í sær, hevði hann fjalt
11,3 gramm av amfetamini
og 123,6 gramm av hassji.
Politiið fór nakrar dagar
eftir at leita á bústaðnum
hjá
manninum,
og
har
vórðu funnin fýr gramm av
hasji og 1,6 gramm av am
fetamini.
Maðurin játtaði seg sek
an í rættinum, men hann
noktaði at hava smuglað í
samstarvi við onnur.
Hann greiddi frá, at
steðgur hansara skuldi vera
stuttur, og tí kom rætturin
til tað niðurstøðu, at hann
hevði ætlað at selt rúsevn
ini í Føroyum, partvís fyri at
fíggja heimferðina til Dan
markar.
Av tí at nøgdin var so
stór, og tí hann fleiri ferðir
áður er dømdur fyri rús
evnasmugling til Føroya,
varð maðurin dømdur fýra
mánaða
fongsulsrevsing.
Tað er lutfalsliga hørð revs
ing.
Maðurin fekk sín fyrsta
narkodóm í Føroyum í 2000.
Tá fekk hann 40 dagar. Tvey
ár seinni fekk hann trý ára
fongsulsrevsing.
Í januar í ár varð hann
dømdur
fimm
mánaða
fongsulsrevsing, og nú aftur
fýra mánaðir.
Eg skríggjaði
og skrálaði
Katrin Lydersen, sum er ættað úr Klaksvík og býr í Danmark, helt
tey gera gjøldur við sær, tá ið tey í seinastu viku ringdu til hennara
og søgdu, at hon hevði vunnið næstan átta mió. krónur í lotto
Skal sita í fýra mánaðir
Ein maður varð í Føroya rætti í seinastu viku dømdur fýra
mánaða fongsulsrevsing fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya.
Dómurin var so harður, tí nøgdirnar vóru stórar, og tí maðurin
fleiri ferðir áður er dømdur fyri líknandi brotsgerðir
Dagliga lívið hjá familjuni er enn í hvussu er einki broytt
Katrin Lydersen sigur, at hon er við at
koma niður á jørðina aftur