Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit eru alt ov fitt SPARINGAR Sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum skulu ikki slíta seg upp fyri at spara, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Áki Bertholdsen – Vit eru alt ov fitt! Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkra­ røktarfrøðingar, hevur fingið meiri enn nokk av sparingum á Landssjúkrahúsinum. Aftur næsta ár verður neyð­ugt at seta umfatandi spar­ingar í verk á okkara høvuðs­sjúkrahúsi, og Tummas í Garði, læknastjóri, segði við Sosialin mikudagin, at hann dugir ikki at síggja, at tað slepst undan upp­sagn­ um. Í ringasta føri verður enntá talan um hópusagnum. Óluva í Gong dugir ikki at síggja, hvar tað ber til at spara. Hon dugir heldur ikkki at síggja, at at tað ber til at spara so mikið sum eitt tað einasta starvsfólk burtur, í hvussu so ikki er í sjúkrarøktini. – Vit hava spart og spart ár um ár. Avleiðingin er, at sjúkrarøktarfrøðingarnir noyð­ast at renna skjótari og skjótari fyri at kunna veita eina sjúkrarøkt, sum ikki gong­ur teirra samvitsku ov nær. – Vit hava verið alt ov fitt og vit hava bara latið okk­um lynda at seta ferðina upp, hvørja ferð, sparingar verða settar í verk fyri fram­hald­ andi at kunna halda røktina á einum nøktandi stigi. Nógv versnað Sjálv hevur Óluva í Gong ar­ beitt á Landssjúkra­hús­inum í 10 ár og hon sigur, at bara hesi árini er tað gingið nógv aftur á. – Tá ið eg byrjaði á Lands­ sjúkrahúsinum, hugsaði eg mangan um, hvussu høgt støðið á sjúkrarøktini var og, hvussu reint tað var alla­ staðni, aftur ímóti sjúkra­hús­ um í Danmark. – Men síðani er støðan versn­að nógv. Sjúkrarøktin er enn á einum høgum stigi, men tað er bara tí, at sjúkra­ røktar­frøðingar renna fyri lív­inum og slíta seg sjálvar upp, fyri at sjúklingarnir ikki skulu ávirkast av teimum áhald­andi sparingunum. Forkvinnan hjá sjúkra­ røktar­frøðingunum sigur, at hon er langt síðani komin til ta niðurstøðu, at nokk er nokk og hartil eru tey komin nú. – Verða fleiri spar­ingar settar í verk, fari eg mæla øllum sjúkrarøktar­frøð­ing­ um til at passa sítt arbeiði og gera tað til lítar. – Men tað tað ber ikki til at slíta fólk í hel og tí fari eg samstundis at mæla teimum frá at renna lívið av sær, fyri at kunna varðveita eina virðiliga sjúkrarøkt. – Tað fáa tey onga tøkk fyri. Einasta takkarløn, tær fáa, er, at so verða enn fleiri spar­ingar settar í verk, og so skulu tey bara renna upp aftur skjótari. Alt ov tungt Óluva í Gong stað­festir, at støðan á Landssjúkra­hús­ inum er als ikki góð. – Eg hoyri dagliga frá sjúkra­røktarfrøðingunum á Lands­sjúkrashúsinum, at arbeiðs­umstøðurnar eru so vána­ligar, at tað er alt ov tungt at veita eina nøktandi sjúkrarøkt. Hon sigur, at tey hava fleiri ferðir gjørt leiðsluna á Landssjúkrahúsinum var­ uga við, at tað verður kravt alt ov nógv av sjúkra­røktar­ frøðingunum, tí tey eru ov fá til teir sjúklingar, sum eru. – Summarfrítíðin hevur verið ómetaliga tung at koma ígjøgnum, tí sjúkra­ røktar­frøðingar hava verið noyddir at renna sum fyri lív­inum fyri at kunna veita eina nøktandi røkt. – Tí dugi eg als ikki at skilja, hvør tað er, sum nú kann sendast til hús, sigur hon. Óluva í Gong sigur, at verða fólk søgd upp, má leiðslan á Landssjúkrahúsinum sjálv taka ábyrgdina av teimum avleiðingum, tað fer at føra við sær. Hon vísir á, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava eina holla útbúgving, sum ger, at tað er lætt hjá teimum at fáa starv uttanlands. – Teimum nýtist ikki at ganga her. Tað er stórur vandi fyri, at verða um­støð­ urnar ov truplar hjá sjúkra­ røktar­frøðingum og verða teir sagdir upp, flyta teir bara av landinum. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Nú mugu vit taka støðu til, hvørjar viðgerðir, vit skulu bjóða føroyskum sjúklingum og hvørjar sjúkur, føroyingar ikki skulu fáa viðgerð fyri Tað heldur Óluva í Gong, forkvinna í Felag­num Før­ oyskir Sjúkra­røktar­frøð­ingar. Hon staðfestir, at tað verður meiri og meiri neyðugt at ein politisk avgerð verður tikin um, hvørjar tænastur, før­ oyska heilsuverkið yvirhøvur skal veita. – Hetta er ein politisk við­ gerð, ið vit, sum samfelag, noyð­ast at hava. Óluva í Gong vísir á, at í øðrum londum eru yvir­ skipaðar linjur fyri, hvørjar sjúkuviðgerðir skulu standa borgarunum í boði. – Á summum økjum fella sjúklingar fyri einum aldurs­ marki á øðrum økjum fella tey fyri øðrum mørkum. Her kann leggjast afturat, at í londunum rundan um okkum, hevur verið nevnt, at fólk skulu ikki fáa ávísar viðgerðir, eru tey ov feit ella tey roykja, fyri at nevna tvey dømi. – Heilsuverkið fer bara at kosta meiri og meiri. Hesar áhaldandi sparingarnar í før­oyska heilsiverkinum, við slái­maskinuni, har nógv ymiskt verður skert eitt sindur alla tíðina, er sostatt ikki nøkur gongd leið longur. Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkra­røktar­frøð­ ingar ásannar, at hetta er ein ser­stakliga torfør viðgerð. – Men hon er neyðug og eg haldi, at vit skulu hava hana nú, tí tað er ein politiskur spurningur, hvørj­ ar heilsutænastur, vit skulu hava, sigur hon. Sjálv fæst hon aldrin at siga, at summi fólk, ikki skulu hava rætt til heilsutænastur. – Hinvegin er tað veru­ leikafjart at billa sær inn, at vit kunnu bjóða fólki allar tænastur, samstundis sum at vit skulu spara og spara alla tíðina. – Tí mugu vit hava eina við­gerð, har vit beinleiðis gera ein lista yvir tær við­ gerð­ir, vit hava ráð til at veita. Óluva í Gong staðfestir, at hetta er sjálvandi ein politiskur spurningur, men hon heldur, at ein slík viðgerð eigur at vera ein fólkslig við­ gerð, at almenningurin eisini sleppur til orðanna. aki@sosialurin.fo Noyðast at taka støðu HEILSUVERK Nú noyðast vit at taka støðu til, hvørjar sjúkur, vit skulu bjóða føroyingum viðgerð fyri og ikki, sigur forkvinnan í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum Nú er nokk – Eg dugi als ikki at skilja, hvør tað er, sum nú kann sendast til hús. Verða fólk søgd upp, má leiðslan á Landssjúkrahúsinum sjálv taka ábyrgdina av teimum avleiðingum, tað fer at føra við sær, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Hetta er ein ser­stak­ liga torfør viðgerð