Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. oktober 2012 · Nr. 116 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Ein grind, sum er merkt, er friðað, og hetta virða grinda­menn. Verður ein frið­að grind dripin, er tað lógar­brot. Tað sigur Bjarni Mikkel­ sen, lívfrøðingur á Føroya Nát­túru­gripasavni. Týsdagin bjóðaði sýslu­ mað­ur­in í Suðuroynni Nát­ túru­gripa­savni­num eina lít­la grind, og náttúru­gripa­ savn­ið tók av. Seks hvalir fingu send­ arar settar á seg. Men mikudagin varð sama grind aftur at síggja, og tá var hon í Nólsoyarfirði. Grindaboðini vóru avblást í somu løtu, sum grinda­menn komu eftir, at merkt­ir hvalir vóru í bólki­ num. Gjáramorgunin lógu somu hvalir og spældu sær út fyri Oyri í Sundalagnum. Bjarni Mikkelsen sigur, at hann sjálvur annar á Nátt­úru­gripasavninum fór í Sundalagið. Við sær høvdu teir ein móttakara, sum tók ímóti signal­um frá hvalunum, sum merktir vóru í Vági týs­ dag­in. Makkarin hjá Bjarna Mikkel­sen setti seg síðan í ein gummibát og royndi at reka hvalirnar suður gjøgn­ um Sundalagið, men tað var ikki sum at siga tað, tí fleiri ferðir kavaðu hvalirnir og komu upp aftur norðan fyri gummibátin. - Tað besta hevði verið, um vit kundu fingið hval­ ir­nar at farið út á opið hav aftur, so vit kundu fylgja við, hvussu teir ferðast, sig­ ur Bjarni Mikkelsen. Teir hoyrast Tríggir hvalir fingu sett send­ara á seg uttaná hvølju­ ni, og signalini frá hes­um hvalunum hoyrist væl. Signalini frá hinum trim­um hvalunum hoyrast verri, men Bjarni Mikkelsen vón­ ar, at teir fara at kunna geva ljóð frá sær. Hann ætlar, soleiðis sum tey áður hava gjørt áð­ur, at leggja kort á heima­síðuna hjá Føroya Náttúru­grip­a­ savn­ið, so onnur fólk eisini kun­nu síggja, hvar merktu hvalir­nir eru. Hvalirnir vildu ikki úr Føroyum Tað besta hevði verið, um merktu hvalirnir fóru út á opið hav, sigur lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen, sum týsdagin setti sendarar á seks grindahvalir Randi Jacobsen Herfyri varð sett upp eitt ferðsluskelti við parker­ings­ for­boði uppi í Niels Finsens­ gøtu í Havn. Pílurin á forboðs­skelti­num peikar niðan eftir gøtu­ni. Eingin pílur peikar oman eftir, men kortini eru bøtur givn­ar eini bili, sum hevur parkera­ð niðanfyri. Axel Lützhøft býr beint har. Hann sá skeltið og setti bil sín niðan fyri. - Nú eri eg troyttur av hes­um. Eg havi fingið fleiri park­er­ings­bøtur, men eg eri sann­førdur um, at eg havi loyvi at seta bilin har, sigur Axel Lützhøft. Hann hevur verið á politi­ støðini og kært sína neyð, men ikki hevur borið til at fáa nakra vegleiðing. Thordur Thorsteinsson veit um trupulleikan, og hann er samdur í, at bilurin hjá Axeli Lützhøft hevur ver­ið parkeraður lógliga. - Eg veit ikki hví, hasar bøtur­nar eru skrivaðar, men nú verða tær so strik­að­ar, sigur Thordur Thorsteins­ son. Parkeringin er lóglig Axel Lützhøft, sum býr í Niels Finsensgøtu í Havn, hevur fingið nakrar parkeringsbøtur hesa seinastu tíðina fyri at hava bilin standandi uttan fyri hús síni. Eitt mistak, sigur Thordur Thorsteinsson, parkeringsvørður Spennandi størv hjá Landsverki Blandimeistari Tunnilsformaður Asfaltformaður Smiðjulærlingur Skrivstovulærlingur Skrivstovufólk Les meira á lv.fo Heinta Landsverk- appina her ella á m.lv.fo