fríggjadagur 5. oktober 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. oktober 2012 -
Nr. 116
Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Hug til at arbeiða
við sosialpolitikki?
Tvey størv, eitt fast og eitt farloyvisstarv,
sum fulltrúar i Almannamálaráðnum eru leys at søkja
Fasta starvið er á deildini fyri veitingar.
Deildin umsitur m.a. lóggávuna fyri veitingar,
bústaðarmál, leigumál, hagtøl og studning
til felag.
Farloyvisstarvið er á deildini fyri tænastur.
Deildin umsitur lóggávuna fyri tænastur
innan børn og ung, eldri og serforsorg, eins
og verkætlanina harðskapur í parlagi og
nærsambondum.
Farloyvisstarvið er tíðaravmarkað
frå 1 januar 2013 til 31. juli 2013.
Sum fulltrúi í Almannamálaráðnum verða
uppgåvur tinar m.a., at tilevna lógaruppskot
og uppskot til kunngerðir á almannagkinum,
at svara fyrispurningum frå løgtinginum og
at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir
Almannamálaráðnum. Harumframt eru eisini
uppgåvur, ið fevna um málsviðgerð.
Uppgávurnar eru áhugaverðar og
fjølbroyttar. Talan er um starv í einum
spennandi politiskum arbeiðsumhvervi, og
skalt tú vera før/ur fyri at kunna arbeiða
undir einum ávísum trýsti.
Førleikar
Tú hevur samfelagsliga útbúgving frå hægri
lærustovni, td. løgfrødingur,
stjårnmålafrødingur ella buskaparfrødingur.
Lesandi, sum eru um at gera útbúgving sína
lidna, eru eisini vælkomin at søkja.
Starvsroyndir frá miðfyrisiting ella aðrar
viðkomandi starvsroyndir eru ein fyrimunur.
Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum,
bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur,
um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri
samfelagsviðurskiftum sum heild.
Størvini er mennandi og við skiftandi og
fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er
sjålvstødugt, og åbyrgdin stór, so verða
uppgåvurnar loystar í samstarvi við aðrar
starvsfelagar á deildini, eins og saman við
leiðandi løgfrødinginum í ráðnum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Buskapar- og
løgfrødingafelagid. Setanin fevnir um
Almannamálaráðið og stovnar undir tí,
umframt Løgmansskrivstovuna og onnur
stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prégvum o.g. skal
sendast til:
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
ella umvegis teldupost á amræamr.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 22. oktober 2012, kl. 12.00.
Neyðugt er ikki við tveimum umsóknum, um
bæði størvini verða sekt. Vinarliga tilskilað
ístaðin raðfesting tína av størvunum.
Nærri fæst at vita um starvið á deildini fyri
veitingar við at venda sær til Marjuna
Magnussen, deildarstjóra, á tlf. 304060 ella
umvegis teldupost á marjun.magnussenaø
amr.fo, og um farloyvisstarvið við at venda
sær til Mary J. í Garði, deildarstjóra, á tlf.
304030 ella umvegis teldupost á mary.
gardiæamr.fo.
Almannamålarå6i6, ið umsitur almannamál og bústaðarmál,
veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.
Sosialurin| 29
Leiðari til
Barnaverndar-
tænastuna
Starvið sum leiðari á Barnaverndartænastuni
í Sunda Kommunu er leyst at søkja.
Starvið
Leiðarin hevur dagligu leiðsluna av
Barnaverndartænastuni um hendi,og tryggjar,
at Barnaverndartænastan veitir dyggar og
munagóðar fyriskipanir innan sitt starvsøki.
Somuleiðis hevur leiðarin ábyrgdina av einum
vælvirkandi tvørfakligum samstarvi við aðrar
starvsbólkar, ið vara av børnum og ungum,
eins og dagligu málsviðgerðini av
barnaverndarmálum. Leiðarin er somuleiðis
ráðgevi, málsviðgeri og skrivari hjá
barnaverndarnevndini. Barnaverndartænastan
er skipað í samstarvi við Eiðis Kommunu.
Forleikakrov
Leitað verður fyrst og fremst eftir fólki, ið
hevur útbúgving sum sosialráðgevi, í ødrum
lagi eftir fólki við aðrari viðkomandi
miðallangari útbúgving.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett 1. desember 2012, ella
eftir nærri avtalu. Starvið verður lent sambært
sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Fleiri upplýsingar
Áhugaði kunnu fáa nærri at vita við at venda
sær til Kim Durhuus, borgarstjóra, á telefon
667272.
Hava tygum åhuga, so eru tygum vælkomin at
senda eina skrivliga umsókn saman við
prógvum, CV og møguligum viðmælum til:
SUNDA KOMMUNU
Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
400 Oyrarbakki
Umsóknir skulu vera kommununi
í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 19. oktober 2012, kl. 12.00
www.sunda.fo