Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-05, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 116 · 5. oktober 2012 2 VIKUSKIFTI SLAKT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leygardagin 29. september var veðraslakt á skránni í kjallaranum hjá Jóan Petur Joensen á Oyrarbakka. Alt meðan hotel í høvuðsstaðnum dystast við Heilsufrøðiligu starvsstovuna, tí hesi ikki sleppa at borðreiða við før­ oyskum kjøti, tí tað ikki kom av góð­ kendum sláturvirki, og tískil skuldi burturbeinast, so verður framvegis flett í fjósum, kjallarum og garasjum kring landið. Ein mannfólkaverð, sum enn livir á bygd, men stendur fyri bráum falli. Tó so, bæði kvinnur og børn sleppa eis­ini upp í part, men teirra lutur er øðr­vísi og uppgávubýtið er greitt. Í kjallaranum hjá Jóan Petur á Oyrar­ bakka var talan um lokalt vektmet á Mikkjalsmessu. Tvæveturveðrurin, sum varð flettur, vigaði ikki minni enn 114 pund! Mikkjalsmessa er annars dagurin, tá ein av teimum sjey høvuðseinglunum, Mikkjal, verður minstur. Umframt at berjast fyri tí góða og stríðast móti tí ónda, so er Mikkjal eisini ímyndin upp á gróður – og í Føroyum fellur tað so passaliga væl saman við heystinum, tá fjøllini verða gingin og slaktið er á skránni. Nú má blokk­ politikkur skipast Redaktørur: Rólant Waag Dam Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Sean Connery (James Bond) klumman Uni Holm Johannesen Mikkjalsmessa var farna vikuskiftið. Hetta er árstíðin, tá fjøllini verða gingin, men á Oyrarbakka flettu teir. Og talan gjørdist um ein minniligan dag við metvekt Veljarin hevur ikki hóming av, hvat hann fær, tá hann setur krossin. Tað er altíð niðurstøðan, tá løgtingsval hevur verið. Veljarin veit ikki, hvør flokkur fer í stjórn, hvør verður samgonguleiðari ella hvør politikkur verður rikin. Tað má tíðin vísa eftir drúgvu samráðingarumførini á Gamla Apoteki eftir valið. Samansetingin samsvarar sjáldan ideologiskt, tí søguliga hava allir flokkar samstarva meira ella minni. Úrslitið er altíð tað sama. Vallyftini verða svikin. Søgan er tann sama hesaferð. Umberingin fyri sviknu vallyftini er aftur nú, at »tú fær ikki alt í einum samstarvi« – hjá øllum uttan støddfrøðiliga studentinum úti í Albert Hall, væl at merkja. Løgmaður hevur snarað sítt vælsignaða kumpass til høgru. Somikið langt, at and­ støðan sigur seg vilja stríðast við hond og fót ímóti hesum avgerðunum hjá samgonguni. Tingkvinnan Rigmor Dam lýsti politikkin sum skilaleysan, visjónsleysan, óbúnan og stuttskygdan í tíðargrein í vikuni. Føroyskir politikkarar hava enn ikki tikið hugskotið um blokkpolitikk í álvara. Tað ber so illa til, er lítið útgreinaða umberingin. Nú er møguleikin at skipa veruligt fólkaræði og geva veljaranum tað, hann biður um! Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava longu sagt, at skattaskipanin verður umløgd, koma teir í samgongu. Kristina Háfoss boðaði í vikuni frá, at eitt »er í hvørtfall púra greitt, og tað er, at velur samgongan at avtaka Landsbanka Føroya, so verður hesin endurstovnaður so skjótt ein nýggj sam­ gonga verður veruleiki.« Tað er ein gjógv millum tað, sum Kaj og Jørgen vilja, og tað sum Aksel og Høgni vilja. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava skipað seg í samstarv, meðan andstøðu­ flokkarnir Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin tykjast í stóran mun draga somu línu. Hin andstøðan hjá samgonguni, Miðflokkurin og Gamla Sjálvstýri, og Framsókn kunnu takast við í samráðingarnar. Skipið tykkum í blokkar, sigið hvat tit vilja og latið okkum borgarar gera av, hvør politikkur skal rekast. Tá býðst bøtur! Borgarin verður tá spurdur: Stuðlar tú politikkinum, sum sitandi samgonga hevur ført, ella vil tú tað, sum andstøðan vil. Tá verður veljarin ikki lumpaður. Latið nú trúskapin og sakliga kjakið við veruligum grund­gevingum sigra. Hitt er at pissa á sínar sambúgvar. So segði hann... Mitt í slaktinum Markið fyri tollyndinum er har, sum frælsið hjá einum individi gongur út yvir frælsið hjá einum øðrum individi Tórbjørn Jacobsen um tolsemi á síðu 4-5 Myndir: Myndir: Hans Dávid Dam Menn fylgja við í størsta spenningi meðan flett verður