Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. oktober 2012 · Nr. 117 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Við einari hond í hurðini á tyrl­uni hekk Oben Poulsen í leysum lofti úti á miðum havi, fyri at loysa wierin, sum var blivin fastur í skiini á tyrluni. Eg hugsaði ikki um mína egnu trygd í tí løtuni. Eg hugsaði bara um at fáa menn­inar upp, sigur Oben Poulsen. Veðrið var so vánaligt, og tí slongdist weirurin rættiliga nógv, tá tyrlan bakkaði út afturfrá skipinum. Og tá tyrlan so steðgaði í luftini, slongdist weirurin aftur um skiina og gjørdist fastur. Eg veit ikki, hvart næsta stigið hevði verið, um eg ikki fekk weirin leysan, men tað er í hvussu er greitt, at fekst weirurin ikki leysur, fingust menninir heldur ikki upp í tyrluna, sigur Oben Poulsen. Ringa veðrið gjørdi eisini, at báðir tyrluskipararnir høvdu nóg mikið at gera við at halda tyrluni støðuga. Eg veit ikki, um tað nakran­tíð kom upp á tal at stýri­maðurin skuldi koma at hjálpa mær. Men eg hugsaði ikki um tað í tí løtuni, sigur Oben Poulsen. Boðini, sum tyrlu­mann­ ingin fekk frá skipinum var, at veðrið ikki var so galið. Men tá vit so komu til Sjagaklett var veðrið nógv verri enn vit høvdu fingið fatan av. Tað var tí greitt, at vit brúktu slynguna held­ur enn børu, sigur Oben Poul­ sen. Takksamur fyri bragdið Tyrluskipari hendan dagin var Hans Erik Jakobsen og stýrimaður Óli Reynskor. Bjarg­arar vóru Bjarni Nicla­ sen og so Oben Poulsen. Alt gekk sum av sær sjálvum. Vit royndu nakrar ferðir at lora menninar nið­ ur á sjógv, fyri at vita, um slakki ikki kom í weirin, men tað gjørdi tað sama. Har var einki annað at gera, enn at loysa meg úr línuni og fara út á skiina. Tá fekk eg brotið eitt petti av einum lista, har weirurin hevði skorað seg fastan, sigur Oben Poulsen. Tað er ikki sørt, at tyrlu­ skiparin, Hans Erik Jakobsen, er takksamur fyri innsatsin hjá Oben Poulsen. Undir venjing er trygdin altíð í hásæti, men tað er í slíkum støðum sum henni, vit vóru komnir í, at dirvi hjá Oben Poulsen gjørdi mun­ in. Eg eri óendaliga takk­ samur fyri bragdið, sum Oben framdi, tí hann bjarg­ aði okkum úr einari trupl­ ari støðu, sigur Hans Erik Jakobsen. Tyrluskiparin sigur, at hóast tað beyð honum hart ímóti, var tað kortini neyð- ugt at lora menninar niður á sjógv fyri at vita, um weirurin loysnaði. Tað var ikki hugsingur um at seta menninar niður á skipið aftur, og tí bjargaði Oben okkum úr einari ring­ ari knípu, sigur Hans Erik Jakobsen. Setti lívið í vága at bjarga monnum Oben Poulsen fór langt út um tað vanliga, tá tyrlumanningin leygardagin var úti á Sjagakletti eftir manni, sum hevði brotið armin Oben Poulsen lá allur uttan fyri tyrluna og helt sær føstum við einari hond, meðan hann royndi at fáa weirin leysan aftur Oben Poulsen og Óli Reynskor vóru tveir av manningini, sum leygardagin vóru úti á Sjagakletti eftir stýrimanninum, sum hevði brotið armin Myndir: Álvur Haraldsen