mikudagur 10. oktober 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Ársins stóra bókamessa í
Frankfurt letur upp í dag,
og Føroyar eru umboðaðar
við stórum bási. Tað eru
Mentamálaráðið,
Norður
landahúsið, Bókadeild Før
oya Lærarafelags og Nám,
sum seinastu tvey árini hava
samstarvað um hetta átakið
við tí endamáli at gera før
oyska bókaútgávu sjónliga
úti í heimi.
Í ár eru 14 verk vald út at
umboða føroyskar bókment
ir. Brot úr hesum verkum og
høvundalýsingar eru týdd til
enskt og týskt. Hetta tilfar
er grundarlagið undir før
oysku umboðanini, tá avtal
ur skulu fáast við útlendsk
útgávuforløg um sølu av
rættindum. Fyri fyrstu ferð
er bókmentalig samskipan,
FarLit, ið stendur fyri hesum
partinum. Jenny Johannes
sen, bókmentafrøðingur, um
boðar FarLit. Hon er á bási
num allar messudagarnar og
hevur fundir við ymisk fólk,
ið hava sýnt bókmentum
okkara áhuga.
Fimm føroysk forløg sýna
fram upprunaføroyskar bók
mentir á føroyska básinum,
og tað eru forløgini Bókadeild
Føroya
Lærarafelags,
Nám,
Sprotin,
Fróðskap
ur
og
Mentunargrunnur
Studentafelagsins.
Umframt at varpa ljós
á føroyska bókaútgávu er
leikluturin
hjá
føroysku
forløgunum at fáa sam
starv við útlendsk forløg og
keypa rættindi til handrit,
bæði innan skúlabókaøkið
og barna- og ungdómsbók
mentir. Hetta er neyðugur
partur av forlagsvirksemi
num, um ein skal fylgja við
og lofta tí, sum er uppi í
tíðini.
Seinnapartin í dag verður
skipað fyri móttøku á før
oyska básinum, har borðreitt
verður við føroyskum mati –
brotabreyði og laksi
Bókamessan er opin frá
mikudegi 10. oktober til sunn
udagin 14. oktober.
Tað var ein áhugaverd íslendsk-før
oysk kanning av níggjundafloks
næmingum, sum varð løgd fram á
læraradegi seinasta leygardag – og
sum vit prenta burtur úr í blaðnum
dag. Kanningin vísir eitt nú, at
sterkari sambandið er millum ung
og foreldur, minni roykja og drekka
tey.
Tað eru tveir granskarar, sum
hava gjørt kanning av ymsum van
um hjá níggjundafloks næmingum
í Íslandi og í Føroyum. Kanningin
snýr seg eitt nú um, hvussu nógv
tey ungu roykja, drekka, eru úti um
kvøldið, taka skúlan í álvara, eru
saman við foreldrum sínum, bólka
trýst og nógv annað. Alt viðurskifti,
sum eru sera viðkomandi at ávirka
positiva vegin til tess at menna góð
ar samfelagsborgarar.
Órógvandi er tað tó at síggja,
at tølini fyri føroyska ungdómin
eru væl hægri, enn tølini fyri ís
lendsku javnaldrarnar, tá talan er
um, hvussu ofta tey hava verið full
seinastu 30 dagarnar, hvussu illa tey
roykja, hvussu lítið tey eru saman
við foreldrunum, hvussu nógv for
eldrini vita um, hvørjar vinir tey
ungu hava og so framvegis.
Tó er gott at síggja, at íslendsku
tølini fyri 15 árum síðani líktust
okkara tølum. Men so tóku grannar
okkara fyri vestan seg saman fyri at
bøta um hesi viðurskifti. Íslendski
granskarin, Jón Sigfússon segði á
læraradegnum leygardagin, at teir
mest týðandi vanda- og trygdar
faktorarnir eru familja, javnaldrar,
virksemi eftir skúlatíð og trivnaður
sum heild.
Hetta eru alt viðurskifti, sum vit
kunnu gera nakað við. Í Íslandi hava
tey gjørt hesa kanning á hvørjum
ári síðani 1998, og er ætlanin at
halda fram við hesi kanning í Før
oyum.
Skúlin verður so mangan brúktur
sum undanførsla, tá serlig stig skulu
takast við uppalingini. Tað tykist
vera tey, sum halda, at skúlin í alt
ov stóran mun eigur at taka sær
av uppalingini. Men tað skerst ikki
burt, at høvuðsábyrgdina fyri hes
um hava foreldrini. Og sum kann
ingin vísir, so er nýtlsa av tubbaki,
rúsdrekka og rúsevnum øvugt pro
portinal við samveru millum for
eldur og børn. So her er bara hjá
foreldrunum at taka seg saman. At
foreldur lata slíkt um seg ganga, at
skúlabørn bæði kunnu roykja og
drekka regluliga, tað sær alt annað
enn pent út. Og at fimti hvør skúla
næmingur í níggjunda flokki roykir
dagliga og enn fleiri drekka javnan
ber boð um, at at stórur partur av
foreldrunum vanrøkja síni børn.
Her eiga álvarslig stig at verða
tikin – bæði við atliti at børnunum,
men ikki minst til tess at uppdraga
foreldur til at vera foreldur við
ábrygd.
Samvera millum foreldur
og børn forðar fyri misnýtslu
Randi Jacobsen
Klaksvíkar býráð samtykti
í gjárkvøldið at yvirtaka KÍ-
høllina og Badmintonhøll
ina, og tað fer at svíða fíggj
arliga hjá kommununi.
Seinastu
árini
hevur
kommunan lagt nógva orku
í at niðurgjalda skuld, og
skuldin er nú komin 23 mió.
krónur undir álíkningina.
Men samtyktin hjá bý
ráðnum í gjárkvøldið um
at yvirtaka hallirnar kann
hava við sær, at skuldin fer
upp á eina álíkning aftur,
sigur Gunvá við Keldu,
borgarstjóri.
Skuldin í hallunum báð
um er 17,6 mió. krónur, og
neyðugt verður við peningi
aftrat til ábøtur. Tað má alt
fíggjast við lántøku.
Gunvá við Keldu harm
ast avgerðina hjá býráðnum.
Semja var ikki, men tað lá
í kortunum, at hallirnar
skuldu skipast í eitt felag,
og at kommunan skuldi
økja sín stuðul.
Ítróttarfeløgini í Klaks
vík heittu á býráðið um
at yvirtaka hallirnar, men
borgarstjórin heldur ikki, at
tann áheitanin var serliga
væl umhugsað, tí yvirtøkan
av hallunum hevur við sær,
at aðrar ítróttarverkætlan
ir, eitt nú rennibreytin og
skýlið mugu bíða.
Gunvá við Keldu ivast
ikki í, at samtyktin hjá bý
ráðnum hevur samband
við, at býráðsval verður um
tveir mánaðir.
Tað verða eisini aðr
ar verkætlanir, sum verða
skotnar
út
í
framtíð
ina. Ætlanin er at byggja
nýggja skúla á Ziskatrøð,
svimjihøllin, mentanarhús
ið í miðbýnum og annað.
Næsta ár verður stóra
takið ellis- og
røktarheim
ið, men tá
ið tað er lið
ugt, verður
rúmligari,
sigur Gunvá
við Keldu.
Klaksvík upp aftur
á eina álíkning
ung oyðileggja seg sálv...
Føroyar við á heimsins
størstu bókamessu
Eitt fá
mannaveldi
ognartekur
landið
Uni Arge
Tíðargrein á síðu 19
Spara
okkum
fátækari
Eyðgunn Samuelsen
kjak á síðu 17
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000