Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. oktober 2012 · Nr. 118 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leitar eftir sjeiki í sjónvarpi – So leingi eg ikki skuldi ganga nakin á eini strond, helt mamma tað vera í lagi, sigur 22 ára gamla Lillian Dalsgaard. Hesa vikuna er hon at síggja í sjónvarpssending á TV3, har fimm mannfólk dystast um at sleppa á eina spa-date við føroyska sprundinum Rannvá G. Fossaberg Føroysk popprinsessa skal finna sín prins. Soleiðis stendur at lesa á heimasíðuni hjá donsku sjón­varpsrásini TV3, har tey í løt­uni lýsa við føroysku Lillian Dalsgaard í eini nýggjari sending, sum eitur 6 på date. Talan er um eitt sag av reality­ sending, har tað hvørja viku eru nýggir luttakarar. Hesa vikuna er Lillian Dalsgaard høvuðs­ persón­ur­in, meðan fimm donsk mann­fólk á ymsan hátt royna at impo­nera hana. Hvønn dag fáa dreing­irnir poeng frá Lillian Dalsgaard, og fríggjadagin verður so tann drong­urin, sum hevur fingið flest poeng, kosin sum vinn­ari hesa vik­una. Vinningurin er at sleppa á eina sokallaða luksus­date við Lillian Dalsgaard, har tey skulu á eitt spa­uppihald saman. Vil ikki útstillast Í Føroyum er Lillian Dalsgaard ikki heilt ókend. Hon hevur eitt nú verið við í tónleikabólkinum Faroe5, og harafturat hevur hon verið partur av føroyska kvinnu­landsliðnum í fótbólti. Lillian Dalsgaard hevur leingi hugs­að um at luttikið í onkrari realitysending, men tó bleiv tað ikki fyrr enn nú, at hon gjørdi dreymin til veruleika. – Sjálv dámar mær væl at hyggja eftir realitysendingum, tí eg haldi, tað er gott undirhald. Ein partur av teimum mongu send­ ing­unum, sum eru at síggja, fara avgjørt út um mark, so tí vildi eg ikki verið við í eini og hvørjari send­ing, greiðir Lillian Dalsgaard frá og heldur fram: – Tá eg frætti um hesa send­ ingina, dugdi eg beinanvegin at síggja, at talan er um eitt stuttligt og undirhaldandi konsept, har eg á ongan hátt verði útstillað, tí tað vil eg ikki vera við til, sigur Lillian Dalsgaard. Hvør partur av 6 på date er á ein tíma, men sam­bært Lillian Dalsgaard vóru upp­tøkurnar, sum fóru fram í summar, rættiliga drúgvar. – Tey tóku upp í útvið 14 tímar hvønn dag. Tað er stuttligt at síggja nú, hvussu tey hava valt at klippa og seta sendingina saman, fortelur Lillian Dalsgaard, sum ikki hevur sæð partarnar, har hon er høvuðspersónurin, áðrenn teir verða vístir hesa vikuna. Ein av orsøkunum til at hon vildi luttaka í eini realitysending er, at hon hevur ætlanir um at arbeiða inn­an fjølmiðlaheimin. – Eg kundi hugsað mær at verið journalistur, og tá kann tað kanska verða ein fyrimunur, at eg havi sæð, hvussu sendingar innan hesa sjangruna verða gjørdar. Har­afturat er mín luttøka ein góður máti at hitta fólk innan fjøl­miðlaheimin. Dámar at royna mørk Hóast Lillian Dalsgaard leingi hev­ur havt hug til at luttaka í onkrari sjónvarpssending, so var tað eitt sindur tilvildarligt, at tað júst bleiv 6 på date á TV3, sum hon valdi at vera við í. – Tað var ein vinkona, sum meld­aði meg til. Fólkini frá TV3 spurdu meg í roynd og veru tvær ferðir, um eg kundi vera við, men ikki fyrr enn triðju ferð valdi eg so at taka av tilboðnum, sigur Lillian Dalsgaard. Hon var tá júst liðug á HF og hevði hug til at royna okk­ urt annarleiðis. – Tey, sum kenna meg, vita, at mær dámar at royna mørk, so á tann hátt haldi eg ikki, at tað kom so dátt við, tá eg fortaldi, at eg kundi hugsað mær at luttaka í hesi sendingini, greiðir Lillian Dalsgaard frá. Áðrenn endaliga av­gerðin bleiv tikin, spurdi hon familju og vinir, hvat tey hildu um hennara ætlan. – Vinfólkini hildu tað vera stutt­ligt og bóðu meg bara fara. Mamma visti ikki so nógv um hesa sendingini, men hon segði við meg, at so leingi eg ikki skuldi ganga nakin á nakrari strond, so var tað í lagi frá hennara síðu, for­telur Lillian Dalsgaard og smílist. Dagliga starvast hon sum vikarur í Hoyvíkar skúla, og í vikuskiftunum er hon barrvørður á einum dansistaði í Havn. Hon hevur ikki givið sær stórvegis far um, hvat onnur halda um hennara lut­tøku í 6 på date. – Eg havi tað soleiðis, at tú livir bert einaferð, so tú skalt hava tað stuttligt, meðan tú kanst. Og so eri eg heldur ikki tann typan, sum hugsar um, hvat onnur halda um tað, eg geri, sigur Lillian Dalsgaard. Hevði ongan føroyskan mat Lillian Dalsgaard hevur undir­ skrivað ein sáttmála við TV3, og tískil kann hon ikki fortelja, hvussu leikur fer í komandi send­ ingum. Hon fortelur tó fegin um tað, vit higartil hava kunnað sæð á TV3 og avdúkar, at hon var alt annað enn rólig fyrsta dagin, dreing­irnir koma heim í hennara íbúð. – Eg var rættiliga nervøs, tí eg skuldi gera eina máltíð til okkum seks, og tey, sum kenna meg, vita eisini, at eg ikki eri tann stóri kokkurin. So tað at matgera var nokk størsta avbjóðingin, greiðir Lillian frá og flennur. Hon var leingi í iva um, hvat hon skuldi borð­reiða fyri teimum fimm mann­fólkunum, men visti, at tað skuldi vera okkurt føroyskt. Men so bleiv ikki. – Tað hendi alt so spontant og tískil var skotbráið ov stutt til at eg kundi fáa nakran føroyskan mat sendan niður til Danmarkar. Tískil valdi eg bara kryddaðan høsnar­unga, salat og eplabátar, sigur Lillian Dalsgaard. Føroyar vóru tó ikki heilt gloymdar, með­ an dreingirnir vóru á vitjan fyrsta kvøldið. – Fyri at hava okkurt føroyskt valdi eg at geva teimum føroyskan snaps. Eg vísti teimum fløskuna, og so sluppu teir at gita, hvaðani fløskan var, fortelur Lillian Dalsgaard og flennur eftir, at teir flestu gittu, at fløskan og Lillian iva­leyst vóru úr Russlandi ella Polen. Ein teirra gitti tó Føroyar. Løgið at vera á skíggjanum Enn eru tríggjar sendingar eftir, har Lillian Dalsgaard leitar eftir tí einasta eina, og henni dámar væl sendingarnar, sum hava verið at sæð higartil. – Tað er sjálvandi eitt sindur løgið at síggja seg sjálva í sjón­ varpi. Tað, ið eg havi sæð higartil, er fínt og ikki klipt ella sett sam­ an annarleiðis, enn soleiðis sum situatiónin var. Tað eri eg sjálv­ andi sera fegin um, tí at tad ber jú meira enn væl til, at manipulera við klippingini, og hetta kemur jú meira enn so fyri í nærum øllum realitysendingum, sigur Lillian Dalsgaard, sum er sera fegin um, at hon valdi at luttaka í send­ ingini. – 6 På Date hevur verið ein sera spennandi og lærurík tíð, ið eg avgjørt ikki vildi verið fyri uttan. Eg havi fingið alt tað burt­ur­úr, ið eg vónaði at fáa. Eg havi møtt fimm fantastiska fittum dreingj­ um, sum eg uttan iva fari at hava samband við restina av lív­inum, fortelur Lillian Dalsgaard. Ikki fyrr enn fríggjakvøldið, tá seinasti partur av 6 på date hevur verið, vita vit, um tað eydnaðist føroyska sprundinum at finna sjeik í donskum sjónvarpi. Tá hon fær sett spurningin, um hon nú hevur sjeik, svarar hon loyndar­ full: – Ja, tað er so tað, ha? Muligvis, sigur Lillian Dalsgaard. rannva@sosialurin.fo í meldrinum