Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Nú er samgongan farin út um mark. Ein av okkara fremstu tóna­skøldum, Sunleif Ras­ mus­sen, heldur, at nú eiga lista­fólk ikki at finna seg í meiri frá samgonguni. Nú mælir hann rætt og slætt øllum føroyskum lista- fólk­um til at boykotta tiltøk, sum landsstýrið skipar fyri. Tað er ætlanin at skerja játtan­ina til mentan­ar­ grunn­in, sum hevur fingið bik­ar­ið hjá tónaskaldinum at flóta yvir. - Í einum høggi ætlar sam­gongan at skerja 20% av játtanini til mentan­ar­ grunn­in. Hetta er ein ógvu­ liga stór skerj­ing, tí grunn­ urin hevur so lítla játtan fram­man­und­an. - Tað er so lítið, sum list­in fær, at eg vil kalla tað svarta einki, sigur Sunleif Ras­mus­ sen. Hinvegin sigur hann, at vit hava eina rúgvu av skap­ andi kreftum í hesum landi. - Vit hava eina ørgrynnu av listafólki, sum gera eitt ótrú­ligt arbeiði at gera Før­ oy­ar kendar uttanfyri land­ odd­a­r­nar. - Men sum samfelag virða vit tey ikki frægari enn lortin undir neglunum, sig­ ur ein ber­søg­in tónasmiður. Nú er nokk Tí heldur hann, at nú eiga før­oysk listafólk at draga eitt mark og gera greitt, at nú er nóg mikið. Sostatt kemur hann nú við hesi ógvuliga sermerktu og óvanligu áheitan á øll før­oysk listafólk: - Vil tí heita á allar mínar starvs­felagar, um ikki at lut­ taka sum bringuprýði hjá al­men­na myndugleikanum, fyrr enn hesin tekur okkara yrki í álvara, og gevur okk­ um sømd­ir, ið vit hava uppi­ borið! Soleiðis tekur hann til í tíðargrein í Sosialinum á síðu 23. - Myndugleikarnir mugu fáast at skilja, at ein íløga í list­ina er ein íløga í fólkið, land­ið og framtíðina, leggur hann afturat. Hann sigur, at í hesum ligg­ur stutt og greitt, at hann mæl­ir øllum lista­fólk­ u­m til at boykotta tiltøk, sum al­men­nu Føroyar skipa fyri. - Tá ið almennu Føroyar ann­ars føra seg fram, bæði her heima og uttanlands, og skulu vísa seg frá síni bestu síðu, eru tað altíð listafólk, heitt verður á at framføra fyri gestunum. Ongin samanhangur Sunleif Rasmussen Ras­mus­ sen sigur, at ein játtan til list, er ikki ein stuðul, men ein íløga. - Tað einasta, ið kann bera eitt samfelag fram á, er, at list­in er ein livandi partur av samfelagnum –ímillum fólk­ið og ikki avskorin frá fólki­num. - Nú ætlar samgongan at hækka játtanina til ferða­ vinnu­na munandi. Men hvat skulu vit bjóða hesum ferða­fólk­um, sum ætlanin er at fáa hendavegin? Eru tað ikki júst listafólk, mál­ ar­ar, mynda­høggarar, rit­ høv­un­dar, sjónleikarar, tónaskøld og onnur listafólk, sum skulu vera ein týðandi partur av upp­ livilsunum hjá útlendsku ferða­fólkið, tá ið tey koma higar. Hann sigur, at tað er í hes­um sambandi, at hann sókn­ast eftir einum saman­ hangi ímillum avrikini hjá list­afólkunum og almennu íløgu­na í listina. Men tann samanhangin dug­ur hann ikki at fáa eyga á yvir­høvur. - Tey kunnu sjálvandi eisini fáa tíðina at ganga við at keypa sær ein ís í eini kiosk, ella eitt hálvt seyðar­ høvd onkustaðni, tekur hann turris­liga til. Sunleif Rasmussen held­ ur, at vit kunnu spegla okk­ um í íslendingum. Ísland er eisini ein heilt ung listatjóð. Men har hava tey ein heilt annan hug­burð til list, tí tey síggja list­ina sum ein part av teirra sam­ leika. - Soleiðis hava vit tað ikki í Før­oyum. Men eg veit ikki hví, tað er so, sigur Sunleif Ras­mus­sen. Vil hava listafólk at boykotta landsstýrið UPPREISTUR ein av okkara fremstu tónaskøldum, Sunleif Rasmussen, mælir nú øllum listafólkum í Føroyum til at boykotta tiltøk, sum landsstýrið skipar fyri Sum samfelag virða vit tey ikki frægari enn lortin undir neglunum Ein av okkara mætastu tónaskøldum, Sunleif Rasmussen, mælir nú øllum føroyskum listafólki til at gera beinleiðis uppreistur ímóti førda politikkinum hjá samgonguni og at boykotta øll almenn tiltøk Uppreistur