Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vinnumálaráðið, sum um­ sit­ur FAS skipanina, tekur ikki undir við ætlan­ini hjá sam­gongu­ni at broy­ta skatta­l­ógina fyri at gera um­støð­ur­nar hjá úti­ siglar­um betri. Vinnumálaráðið, har Johan Dahl er lands­stýris­ maður, tekur undir við Sjó­vinnu­stýrinum, sum ávar­ar ímóti at samtykkja upp­skotið, sum Jørgen Nicla­sen hevur lagt fyri Løg­tin­g­ið um at bøta um um­støð­ur­nar hjá teimum føroy­ing­um, sum sigla og arbeiða uttanlands. Sjóvinnustýrið heldur, at verður ætlanin hjá Sam­gon­gu­ni samtykt, fer tað at vera álvarsliga kapp­ing­ar­av­laga­ndi fyri FAS, tá umræð­ur hørðu kapp­ing­ina um mann­ing­ ar, sum tikið verð­ur til. Orsøkin er, at nú fer tað at vera uppaftur nógv meira lønandi fyri før­ oyskar sjómenn at sigla við NIS skrásettum skip­ um, enn við FAS skrá­sett­ um skipum. - Skal føroyski handils­ flotin kunna hal­da fram at mennast og vaksa, er neyð­ugt at kapp­ing­ar­ før­ið er so gott sum yvir­ høv­ur gjørligt, og at hetta áhald­andi verður betrað. - Sjálvt um Sjó­vinnu­ stýr­ið sjálvandi sær nógv­ar fyrimunir við at gera skattaviðurskiftini hjá okkara útisiglarnum greið­ari, so hevur stýrið ilt við at skilja, hví hesar broyt­ing­ar samstundis skulu hava við sær, at eitt nú NIS skipanin fær størri fyrimunir fram um okk­ara egnu føroysku FAS­ skipan. - Á henda hátt verða Før­oy­ar rávøruútflytari, tá ið okkara sjófólk fáa skatta­lætta fyri at standa á odda fyri menningini av útlendskari sjóvinnu, sig­ ur Sjóvinnustýrið. Áki Bertholdsen Tað er greiður samanhangur ímill­um, hvussu illa ung fólk royk­ja og, hvussu nógvan ítrótt tey íðka. Tað vísir ein nýggj før­ oysk, íslendsk kann­ing, sum akkurát er al­manna­kunn­ gjørd. Firouz Gaini á Fróð­skap­ ar­setri­num og Jón Sigfússon, á lærda háskúlanum í Reykja­vík, hava kanna viður­ skifti hjá teimum ungu í Før­ oyum og í Íslandi. Í hesum sambandi vóru drekki­vanar, roykivanar, ítróttar­vanar og onnur viður­skifti hjá ungdóminum í báðum londunum kannað og síðani eru samanberingar gjørd­ar ímillum støðuna hjá teim­um ungu í Íslandi og í Før­oy­um. Í Sosialinum mikudagin vístu vit á, at føroyskur ung­dóm­ur bæði roykjur og drekk­ur munandi verri enn javnaldr­ar­nir í Íslandi. Íslendingar hava kannað ungdóms­viðurskfti hvørt ár síðani 1992. Men teir hava eisini miðvíst brúkt gransk­ in­g­ar­úrs­litini til at leggja sín ung­dóms­politikk til rættis. Úrslitið av tí er, at sein-astu 15 árini hevur íslends­ki ung­ dómurin í stóran mun lagt keðiligar óvanar við sigarett­ um og rúsdrekka, á hyllina, og hevur fingið sær sunnari og betri vanar ístað­in. Roykja minni Eitt úrslit av kanningini vísir, at ítróttur og annað frí­tíð­ar­ virk­semi hevur serstakliga góða ávírkan á atferðina hjá ung­um fólki. Kanningin vísir, at tess virk­n­ari, tey ungu eru í yms­ um frítíðarvirksemi, tess min­ni roykja tey. Men talan skal vera um skip­að frítíðarvirksemi. - Virksemi ella spæl, har ein­stak­lingar fara við einum bólti at sparka eina løtu, ella okkurt annað, vísir seg ikki at hava ávirkan, sigur Firouz Gaini. Kanningin vísir, at 12,5% av dreingjunum, sum roykja dag­liga, siga, at teir at kalla slett ikki íðka ítrótt. Hinvegin siga 10,4 av dreingj­unum sum roykja dag­liga, siga, at teir íðka ítrótt upp til tríggjar ferðir um vikuna. Harafturímóti siga bara 4% av dreingjunum, sum royk­ja, at teir íðka ítrótt minst fýra ferðir um vikuna. Hjá gentunum er myndin upp aftur greiðari. Heili 24,9% av gentunum, sum roykja dagliga, siga, at tær íðka næstan ikki ítrótt yvir­høvur. Harafturímóti siga 9,9% av gentunum, at tær íðka ítrótt upp ímóti tríggjar ferð­ ir um vikuna og bara 3,5% siga, at tær íðka ítrótt minst fýra ferðir um vikuna. Íslendingar nógv virknari Annars vísir kanningin, at ungdómurin í Íslandi er nógv virknari í skip­að­um undirhalds- ella frí­tíðar­ virk­semi enn føroyski ung­ dómurin er. Í hesum sambandi siga 47% av íslendsku dreingj­ unum, at teir eru við í skip­ að­um undirhalds- ella frí­tíð­ ar­virk­semi minst eina ferð um vikuna. Men bara 24% av føroysku dreingju­num siga tað sama. Hinvegin siga 49% av íslends­ku gentunum, at tær eru við í skipaðum undir­ halds- ella frítíðarvirksemi minst eina ferð um vikuna og tað gera 30% av føroysku gentu­num eisini. Kanningin vísir eisini, at yvir­høvur er íslendski ung­ dóm­u­rin er væl raskari enn føroyskur ungdómur at vera við í ítróttarkappingum og venjingum bæði av tí lættara slag­num og har tað er meiri kropsliga krevjandi. Somuleiðis vísir kann­ing­ in, at seinastu 12 ár­ini hevur gongdin í Íslandi ver­ið, at fleiri og ung íðka ítrótt. Kanningin vísir, at í 2000 vóru tað 23% av teimum ungu í 9. Flokki í Íslandi, sum íðkaði ítrótt minst fýra ferðir um vikuna, men nú er talið komið upp á 42%. Ítróttur fær ung fólk at sløkkja sigarettina KANNING Føroysk íslendsk kanning staðfestir, at greiður samanhangur er ímillum, hvussu nógvan ítrótt, ungfólk íðka, og, hvussu illa tey roykja Hendan talvan vísir, at bæði dreingir og gentur í Íslandi eru virknari í ymsum frítíðarvirksemi enn javnaldrarnir í Føroyum Her sæst, at týðiligt samband er ímillum, hvussu virkin ungdómurin er í skipaðum frítíðarvirksemi, og, hvussu illa tey roykja Johan Dahl ósamdur við Jørgen Niclasen Mynstra av - Næstan allir føroyskir sjómenn, sum sigla við skipunum okkara undir føroyskum flaggi, hava søkt um at sleppa at umborð á eitt av okkara norsku skipum, sigur Hentzar Steingrímson, sum umboðar eitt stórt, norskt reiðarí í FAS