fríggjadagur 12. oktober 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Jógvan Sundstein
Fyrrverandi løgtings-, landsstýrismaður
og løgmaður fyri Fólkaflokkin
Í politikki eru mong tiltøk neyðug
– men onkur útsøgn er tápulig
F
íggjarviðurskifti
Eitt av høvuðsmálunum er
uppskotið til nýggja fíggjarlóg.
Fíggjarlógin gevur eina mynd av
landsins búskaparviðurskiftum
og er karmurin um meginpartin
av almennu aktivitetunum. Tað til
eina og hvørja tíð sitandi lands
stýrið hevur høvuðsábyrgdina av
hesum aktiviteti, men politiska
andstøðan vil sjálvandi eisini gera
seg galdandi, eins og fólk yvir
høvur mangan í stóran mun gera
vart við seg í almenna kjakinum.
Hesu ferð er fíggjarlógaruppskotið
fyri 2013 serliga merkt av, at
roynt verður at spara og tátta í á
teim ymisku útreiðslupostunum.
Høvuðsuppgávan er at minka
um fíggjarhallið, og harvið eisini
økja sum minst um lántøku
landskassans. Hetta er í hesum
tíðum ikki nakað serstakt fyri
Føroyar. Hyggja vit rundan um
okkum í heiminum, og ikki minst í
Europa, so eru fíggjarviðurskiftini
mangan verri, og almennu
sparingarnar nógvar ferðir
harðari.
Kortini eru ábreiðslurnar móti
sitandi landsstýri rættiliga
ógvusligar. Bæði frá andstøðuni
og ikki minst frá fólki í almenna
kjakinum. Eg skal ikki taka
støðu til einstøku postarnar á
fíggjarlógini. Raðfestingarnar
má Løgtingið taka støðu til, tá
endaliga samtyktin verður gjørd.
Men tað, at atlit verða tikin til
samlaða samfelagsbúskapin,
og at ansað verður eftir, at ikki
ov stórt hall og harvið eisini ov
stór almenn lántøka skaklar
bæði samfelagsbúskapin og
landskassan, kann ikki vera skeivt.
Eftir míni uppfatan sær út til,
at verandi fíggjarlógaruppskot
er á góðari leið. Eisini um vit
samanbera okkum við londini
rundan um okkum.
Mín meting er eisini, at fíggjar
lógarstøðið, hóast sparsemi, gevur
møguleika fyri framhaldandi
menning av samlaða búskapinum.
Búskapurin í einum landi er ikki
bara almenni sektorurin. Ikki
minni týdningarmikli parturin av
honum eru fíggjarligu umstøð
urnar hjá vinnulívinum og privatu
húsarhaldunum, bæði tvey í víðari
merking. Tað er her grundarlagið
fyri samfelagsins inntjening
verður skapt. Tað vil siga, at bæði
vælstandurin, og harav stavandi
vælferðin, hevur sítt støði í fólk
sins og vinnulívsins virksemi.
Tað avkast, sum virksemið hjá
fólki og vinnufyritøkum gevur, er
samfelagsins primera inntøka. Tá
almenni sektorin (landskassin og
kommunur) skal nýta pening til
sínar uppgávur, má hann fáa hann
frá privata sektorinum. Hetta fæst
so við skatti, meirvirðisgjaldi og
øðrum gjøldum.
Tað eru ymiskar uppfatanir
av, hvør eigur inntøkurnar frá
arbeiðskapandi virksemi. Nøkur
halda, at tað almenna eigur fyrsta
rættin til inntøkuna, meðan
persónurin ella virkið kann sleppa
at hava restina. Hitt sjónarmiðið
er, at tann sum ger arbeiðið eigur
fullan rætt til sína løn, men má
síðani samfelagsliga lata nakað
av henni sum skatt og/ella
gjøld til almenna húsarhaldið.
Hesar uppfatanirnar síggjast
aftur, tá summi, millum annað
framstandandi politikarar, í
ramasta álvara siga, at tá fólk
við góðari inntøku skulu rinda
ein ávísan prosentparti minni í
skatti enn tey gjørdu áður hava
fingið eina gávu frá tí almenna.
Veruleikin er jú sjálvandi tann, at
tað er teirra gáva til tað almenna,
sum er minkað.
Her vil eg tí í stuttum umrøða tær
broytingar, sum gjørdar vóru í
landsskattinum fyri einum lítlum
ári síðani. Ásett var eitt skattafrítt
mark uppá kr. 65.000 og síðani
varð landsskatturin 20 % upp til
kr. 500.000. Inntøkurnar omanfyri
500.000 verða síðani skattaðar
nakað hægri. Hetta varð eitt stórt
skattapolitiskt framstig, og eg
eri sannførdur um, at hetta eisini
búskaparpolitiskt er sera klókt.
Møguliga skulu onkrar smærri
justeringar til, men sum tíðin líður,
tað vil siga um eitt ár ella tvey, fer
hetta at vísa seg í búskaparvøkstri,
ein vøkstur, sum longu spakuliga
er at síggja. Í hesum sambandi
skal eg leggja afturat, at ein
hækking av kommunala
skattalágmarkinum átti at verið
framd.
Síðani er tað hin broytingin,
sum varð framd, nevniliga
skattingin av pensiónsgjøldum
við inngjald heldur enn útgjald.
Funnist hevur verið at hesum,
og onkur hevur sagt, at hetta
er at skattapeningurin hjá
komandi ættarliðum. Hetta
passar snøgt sagt ikki. Peningurin,
sum her verður skattaður, er
tann, sum tryggingarfeløgini
annars vildu havt at arbeiða
við. Nú fær landskassin tað
ístaðin. Skattgjaldarin fær
sín part við rentum, tá hann
nær pensiónsaldur, og tá fær
hann tað skattafrítt. Tað er
helst einki at ivast í, at tá ávísir
umleggingartrupulleikar eru
beindir av vegnum, tá vera so
gott sum øll glað fyri skipanina.
Og pensiónsgjøldini fara neyvan
heldur at minkað, sum árini ganga,
so landskassin fær helst eisini sín
part í komandi árum.
Ólavsøkurøða løgmans
Á ólavsøku heldur løgmaður sína
tróntalu. Hon er umfatandi og
viðger flest øll samfelagsmál.
Tað skuldi tí verið nóg mikið hjá
øðrum politikkarum, fjølmiðlum
og viðmerkjarum at umrøtt. Hesu
ferð var tað tó bert eitt lítið petti
av røðuni, sum fekk meginpartin
av viðmerkingunum. Tað vóru
hesi orðini: “Tað verður neyðugt
at skipa okkara ríkisfelagsskap
av nýggjum. Eg droymi um ein
ríkjafelagsskap við trimum
sjálvstøðugum londum.” Hendan
útsøgn er týdningarmikil, tí tað
er landsins politiski leiðari, sum
sigur, at
1. Ríkisfelagsskapurin , t.v.s.
statsrættarliga støðan skal
broytast
2. Tað skulu vera trý sjálvstøðug
ríki í einum nýggjum
ríkjafelagsskapi
Vónandi gongur dreymur
løgmans út. Vit kenna til aðrar
landsleiðarar, hvørs dreymar
gingu út. Nebukadnezar kongur
droymdi á sinni um framtíðina
hjá ríki hansara, og Farao kongur
Egyptalands droymdi um tey
sjey góðu og tey sjey soltnu árini.
Ein ávaringardreymur, sum er
galdandi enn á døgum. Men
dreymatýðari Faroes, hebrearin
Jósef, hevði eisini sínar dreymar.
Tá hann segði brøðrum sínum
frá sínum dreymum, illskaðust
teir á hann og seldu hann til
Egyptalands, teir vildu sleppa av
við hann. Tíverri ljóðar, at nakrir
av floksfeløgum løgmanns eisini
hava ætlanir um at koyra hann
frá sum floksformann. Vónandi
eydnast hetta ikki. Tvørturímóti
er vónin, at tað eydnast
løgmanni saman við øðrum
góðum kreftum at gjøgnumføra
ríkjafelagsskapin. Eitt fyrsta
stig kundi verið at fáa avgreitt
stjórnarskipanarlóggávuna.
Landsbankin
Eitt av málunum, sum landsstýrið
hevur lagt fyri tingið, er uppskotið
um avtøku av Landsbankanum.
Her má eg siga, at eg ikki eri
samdur við landsstýrið. Tað
kann vera, at nakrir tankar um
rationalisering kunnu geva eina
meining, men at avtaka ein, hóast
alt, týdningarmiklan stovn er
ikki rætt. Sum aktivur politikari í
sjeyti- og áttatiárunum minnist eg
væl umstøðurnar tá og stríðið fyri
at fáa stovnsett Landsbankan. Eg
var rættiliga nógv við í viðgerðini
av málinum og fekk enntá
hóttanir móti mínum privata
livibreyði, tí eg tók undir við tí.
Í Fólkaflokkinum vóru kreftir,
sum gingu ímóti stovnsetingini,
men tá avgerðin skuldi takast,
atkvøddi flokkurin fyri saman
við hinum flokkunum í táverandi
landsstýrissamgonguni. Einasti
flokkur, sum atkvøddi ímóti, og
sum mær vitandi altíð hevur verið
ímóti, var Sambandsflokkurin.
Tað eru nú røddir frammi, sum
vilja niðurgera týdningin av
Landsbankanum, men tað var
væntandi frá tí umhvørvinum.
Sjálvt um bankin ikki hevur
tjóðbankaheimildir, so hevur
hann stóran praktiskan týdning
á fleiri økjum. Eg kundi ynskt,
at hann hevði fleiri uppgávur og
heimildir, men tað kemur kanska,
tá ríkjasáttmálin verður veruleiki.
Tað er betur at útbyggja hann til
ta tíð, heldur enn at avtaka hann
nú, og so byrja av nýggjum. Sum
er, hevur hann eitt grundstøði at
standa á.
Ein løgin útsøgn
Undir einum orðaskifti í
tinginum nú um dagarnar kom
formaður Javnaðarfloksins,
Aksel V. Johannesen, við
eini løgnari fráboðan. Hann
kunngjørdi – og endurtók tað
eisini í útvarpssamrøðu – at
so leingi hann var formaður
Javnaðarfloksins, kom ein
samgonga millum hansara flokk
og Fólkaflokkin ikki uppá tal.
Grundgevingar hansara fyri
hesum vóru heldur ikki væl
dokumenteraðar.
Ein slík fráboðan er nakað av tí
mest tápuliga ein floksleiðari
kann koma við. So leingi, sum vit
í Føroyum halda okkum til eina
skipan við meirilutalandsstýri,
eru allir flokkar noyddir at
vera liðiligir, tá landsstýri skulu
skipast. Endamálið er jú at fáa ein
meiriluta, og fyri hvønn flokk sær
ræður eisini um at royna at koma
upp í hendan meiriluta. Tá ein
stórur flokkur útilokar ein annan
stóran flokk, tá kortsluttar hann
í ávísan mun støðuna. Hetta er
ikki tekin um búnaðarskap fyri
ein politiskan leiðara. Slíkt sigur
meira um tann, sum kemur við
slíkum hóttanum enn um tann, ein
roynir at útiloka.
Tá summarið er farið at halla byrjar í mongum
londum politiska lógararbeiði aftur. Í okkara
grannalondum byrjar hetta um heystið, men hjá
okkum í Føroyum er tað longu á Ólavssøku, tá
tingið kemur saman, og løgmaður heldur sína
høvuðsrøðu. Síðani verður farið undir arbeiðið,
og longu nú í byrjanini av oktober liggja um
leið 40 lógaruppskot til viðgerðar í tinginum.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen