Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hørður er ársins unglingaleikari Fótbóltur Hørður Askham er av venjarunum í unglingadeildini valdur til ársins leikara í unglingum. Hann hevur sett sær høg mál fyri komandi kappingarár og ætlar at gera um seg í Effodeildini Tróndur Arge – ÍSF Húsið Tað er venjarafelagið, VFF, sum stend­ur fyri venjaratiltakinum. Her verða vald ársins venjarar hjá monn­um og kvinnum, um­framt árs­ins eldsál og ársins unglinga­ leik­ari. Tiltakið sjálvt verður í samband við landsdystin í dag millum Før­ oyar og Svøríki. Tað verður aftaná í ÍSF húsinum, at ársins venjarar, ung­lingaleikari og eldsál alment verða avdúkaði. Orsaka av, at Hørður Askham skal av landinum í dag, so var eitt lítið framskundað møti í ÍSF hús­ inum í gjárakvøldi. Fyrst var tað formaðurin í venj­ ara­felagnum, Frankie Jensen, ið bjóð­aði vælkomin. Síðani hand­aði Oddbjørn Joensen, U19 lands­liðs­ venj­ari, Hørðuri Askham steypið sum prógv upp á at hann er ársins ung­lingaleikari. – Sum U19 landsliðsvenjari havi eg sæð nógvar dystir hjá ung­ling­ um í ár. Hørður hevur altíð verið eyðsýndur og mangan verið millum teir bestu, sigur Oddbjørn Joensen. Hørður hevur í ár spælt við 1. deildarliðnum hjá 07 Vestur, sum vann 1.deild, umframt at spælt við ung­linginum hjá B36, ið gjørdust steypavinnara. – Tú hevur fjølbroyttar dygdir og eg meti at tú hevur møguelikan at menna teg víðari, segði Oddbjørn áðrenn hann handaði 18 ára gamla U19 leikaranum steypið. Málið er Effofótbóltur komandi ár Tað var ein glaður og smílandi Hørður Askham, sum Sosialurin hitti eftir handana. – Eg eri ótrúliga fegin um at hava fingið hendan heiðurin. Tað er altíð deiligt at fáa rós, sigur Hørður Askham Sjálvur hevur ungi 07 Vestur og B36 leikarin sett sær sum mál at sleppa at royna seg í bestu deildini kom­andi ár. – Málið er at byrja inni í Effo­ deildini komandi kappingarár, sigur Hørður avgjørdur á málinum. Hann er sinnaður, at arbeiða hart gjøgnum allan veturin fyri at verða klárur til eitt kappingarár í bestu deildini. Tað er ikki avgjørt hvar Hørður spælir komandi ár. Umtað verður í B36 ella um hann heldur fram við vaksmannafótbólti í 07 Vestur, sum er nýtt lið í Effodeildini. – Einki er avgjørt enn, men tað kemur nokk upp á pláss skjótt, sigur Hørður. Góð ráð frá pápanum Eftirnavnið Askham, er ikki ókent í føroyska fótbóltsheiminum. Hørður er sonur meistaravenjaran hjá EB/ Streymi, Heðin Askham. Tað hevur sínar fyrimunir og vansar. – Babba er altíð klárur við onkr­ um góðum ráðum um eg havi nakr­ ar spurningar, greiður Hørður frá, meðan Heðin hevur hug at spíla oyrini út og lurta hvat sonur hevur at siga um hann. Tað er altíð gott at fáa góð ráð heimani frá, men tá pápin er bæði venjari hjá U21 landsliðnum og felagnum, sum júst er blivið FM vinnari, so eru ráðini eisini kritisk, tá av­rikið ikki hevur verið so gott. – Hann plagar at skriva okkurt nið­ur, tá eg havi spælt. Serliga tá vit hava tapt, so hevur hann skriva nógv niður, sigur Hørður og flennur. Tað er greitt, at Hørður Askham hevur evnini og vilja at royna seg sum fótbóltsleikara. Nú verður spenn­andi at fylgja gongdini hjá árs­ins leikara hjá unglingum 2012 – Hørður Askham. trondur@sosialurin.fo Tað verður kendi miðverjin, sum í framtíðini skal standa á odda fyri ti ítróttarliga partinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Sambært TB kemur kendi leirvíkingurin at hava ábyrgdina av øllum venjarunum í felagnum. Hans Fróði skal eisini verða við til at uppbyggja og styrkja um felagsandan í felagnum ímillum leikarar, venjarar, foreldur og viðhaldsfólk. TB metir, at samstarvið við Hans Fróða kemur at geva felagnum tryggar og professionellar ítróttar­ ligar karmar, og at felagið frameftir verður eitt lokkandi felag at leika við hjá øllum. Hann skal somuleiðis verða ein hjálpandi hond hjá nevndini og taka sær av tí ítróttarliga partinum av felagnum. Hans Fróði var hjálparvenjari hjá besta liðnum farna kappingarár, og er hann útbúgving mental coach og Parent mental coach. Hans Fróði spældi í síni tíð fót­ bolt í Føroyum, Noreg og Íslandi, um­framt at hann spældi 26 lands­ dystir og skoraði eitt mál fyri før­ oyska landsliðið. TB bjargaði sær lívið í bestu deildini á seinasta leikdegnum. Tí verður TB at síggja í Effodeildini kom­andi kappingarár. trondur@sosialurin.fo Hans Fróði ítróttarstjóri í TB Mynd: Álvur Haraldsen Er hann nevndur, so er hann kendur. Kendi útvarparin av Tvøroyri hevur í nógv ár arbeitt við ungdómsfótbólti hjá TB og tað hevur saman við ótrúliga skemtiligu frásagnunum verið við til, at hann í ár er ársins eldsál. Venjarafelagið hevur valt ársins eldsál og valið fall á tvøra­mannin og íðna TB við­ halds­mannin, Niels Petersen. Sjálvur er Niels ógvuliga fegin um heiðurin og hann lovar at neistin sum brennir fyri fót­bóltinum í honum ikki slóknar. – Hetta er ótrúliga stórt. Tað tók eina løtu áðrenn eg skilti hvussu stórt hetta er, sigur Niels við sínum eyðkenda smíli. Niels Petersen hevur í nógv ár arbeitt við ungdómsfótbólti í TB og úrslitini tala fyri seg. Í næstseinasta umfari í lands­ kapp­ingini mátti TB verða uttan fleiri leikarar, tí teir vóru við U19 til EM undankapping. – Eg havi næstan búð við vøllin við Stórá síðani hann kom. Eg búði so tætt við tann gamla vøllin, at tað var ongin trupulleiki at líka hoppa oman tá tað var eitt hvørt, men nú er tað ikki tað sama, men tað ger einki. Eg brenni fyri tí, sigur Niels Petersen. Niels er fegin um heiðurin og lovar, at hugurin altíð fer at vera har. – Hetta ger at eg fari at tími uppaftur betri. Neistin sum brennur fyri TB fer aldrin at slóka, so leingi hjárta pumpar. Eg havi altíð at hava áhuga fyri fótbólti, men at fáa ein slík­an heiður ger tað bara meiri huga­ ligar at halda fram, sigur Niels Petersen at enda. Tað er nevndin í venjara­fel­ agnum, sum hevur valt ársins eldsál. trondur@sosialurin.fo Ársins eldsál Niels Petersen: Tað er framvegis ikki greitt hvør verður venjari hjá HB kom­andi kappingarár. Bæði for­maðurin og venjarin vátta at partarnir tosa saman, men ikki meiri enn tað. HB megnaði á seinasta leik­ degnum at tryggja sær eitt heiðurs­merki, og eitt pláss í Europa League við einum mál­leysum javnleiki móti ÍF í Fugla­firði. Málið hjá HB undan kapp­ ingarárinum var at vinna sær eitt pláss í Evropa, men okk­ urt bendir á, at tað ikki hev­ ur sann­ført leiðsluna um at Sigfríður Clementsen er ein­asti rætti maðurin fyri HB. Meðan fleiri leikarar hava longt sátt­ málan við HB, so er venjara­ spurningurin ikki komin upp á pláss enn. Finnbogi Arge, formaður í Havnar Bóltfelag, váttar at part­arnir tosa saman. – Vit tosa við Sigfríð Clementsen, men enn er einki av­greidd. Tað er ein avgerð, sum nevndin skal taka, sigur Finn­bogi Arge og vísur á, at felagið hevur ein budget at halda seg til og nógvir prikkar skulu fella upp á pláss. Sigfríður Clementsen váttar somuleiðis, at partarnir tosa saman, men vísur á, at so leingi ongin sáttmáli er gjørdur, so er hann opin fyri øðrum. – Ja, tað er rætt at vit tosa saman, men so leingi sum eg ikki havi skrivað undir ein sáttmála, so eri eg sjálvandi opin fyri øðrum møguleikum, sigur Sigfríður Clementsen. Sigfríður Clementsen tók við í fjør, tá 12 umfør spæld av lands­kappingini. Finnbogi Arge gjørdist formaður í felag­ num, tá teir undan hesum kapp­ingar­árinum settu eina kreppu­nevnd, sum skuldi bjarga HB úr fíggjarligum trupul­leikum. Onkrar leysasøgur hava verið um, at ÍF venjarin, Flemming Christensen, skal verða ávegis HB. Hetta hev­ur ong­in sum Sosialurin hev­ur tos­að við undirbygt, og tí er hetta fyribils bara ein leysa­ søga. trondur@sosialurin.fo Venjaraspurningurin ikki avgreiddur Havnar Bóltfelag: Mynd: Álvur Haraldsen