fríggjadagur 12. oktober 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 12. oktober 2012
8
VIKUSKIFTI
Ludomani
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Lógvarnir verða sveittutir, pulsurin
hækkar, og adrenalinið súsar í kropp
inum. Tú ivast ikki í, at hesaferð verður
tað. Hesaferð vinnur tú.
Pengaspøl so sum poker og tipping
eru als ikki óvanlig, og fleiri føroyingar
brúka nógva tíð upp á at royna eydnuna
í onkrum av hesum spølunum. Spøl sum
kunnu geva stórar peningaupphæddir,
um tú ert so heppin at vinna. Fyri tey
flestu, ið fáast við hesi spølini, er talan
um eitt undirhaldandi og stuttligt ítriv,
men fyri summi gerst hugurin at spæla
pengaspøl so mikið stórur, at talan er
um spæliørsku, eisini kallað ludo
mani.
– Ludomani kann samanlíknast við
flest onnur sløg av misnýtslu. Ístaðin
fyri eitt nú alkohol ella rúsevni hava
ludomanar tørv á tí spenninginum, sum
teir upplivað, tá teir spæla, sigur Eyðun
Joensen. Hann er fyrrverandi kliniskur
sálarfrøðingur við psykiatriska depilin
á Landssjúkrahúsinum og hevur meira
enn tredivu ára royndir innan sálar
frøðina.
Hava tørv á spæli
Ein av orsøkunum til at menniskju
yvirhøvur tíma at fáast við ymisk spøl
er, at vit frá náttúrinnar síðu hava hug
at spæla.
– Øll menniskju hava nakrar grund
leggjandi tøvir, og harímillum er spæl
ein tørvur. Sum fyribrigdi er eydnu
spæl um stóran og skjótan vinning sera
gamalt, tí longu í gamla Rom var neyð
ugt hjá myndugleikunum beinleiðis at
bannað spæli, tí spøl fingu vald á menn
iskjunum har, greiðir Eyðun Joensen
frá. Tað er ofta spenningurin, ið spæl
hevur við sær, sum ger, at fólk yvir
høvur tíma at spæla poker ella brúka
tíð upp á at fara oman í kioskina við
einum veddingarseðli.
– Teimum flestu dámar væl spenn
ingin, sum jú er ein týdningarmikil part
ur av teimum ymsu pengaspølunum.
Eins og við spæli, so er spenningur
eisini ein grundleggjandi tørvur, sum
kann nøktast við til dømis einum spæli
av poker, sigur Eyðun Joensen, sum
leggur dent á, at hjá teimum flestu eru
pengaspølini bert eitt ítriv og tekur ikki
yvirhond.
– Tað er hvør sítt at tíma at spæla
pengaspøl og so at gerast bundin at
tí. Vanlig fólk spæla hesi spølini væl
vitandi um, at tey ikki vinna hvørjaferð,
men tá tað endiliga sigur bingo, so tíma
tey at spæla aftur, og tað er tað, sum
drívur verkið hjá teimum flestu. Hjá
einum ludomani hinvegin verður per
sónurin bundin at spenninginum, sum
liggur í óvissuni »vinni eg ella tapi eg«.
Hugurin at spæla verður so stórur, at alt
annað verður skúgvað til viks.
Sakna spenning
Sambært Eyðun Joensen kann tað hugs
ast, at tey fólkini, ið gerast bundin at
pengaspølum, sakna ein ávísan spenn
ing í gerandisdegnum.
– Øll hava vit brúk fyri einum ávís
um spenningi ella avbjóðingum, men
tá tørvurin
á spenningi
tekur yvir
– Summi klára ikki at steðga spælinum, hóast familjulív
og fíggjarstøða eru í vanda. Tað er tá, talan er um
spæliørsku, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur