Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 119 · 12. oktober 2012 14 VIKUSKIFTI Miðlarnir bjargaðu Dagurin oktober14. Bara fýra ára gamal varð Youssif offur fyri yvirgangskroppum, sum díktu dreingin undir í bensini, áðrenn teir festu eld í. Dysturin hjá Youssif fyri lívinum varð varpaður til heimsins sjónvarps­ hyggjarar. Sunnudagin heldur hann 10 ára føðingardag Youssif Palli-Pumm 14. oktober 1926 kemur ein nýggj barnabók á marknaðin. Heitið á bókini er Winnie-the-Pooh, og talan hevur síðan hetta verið um eina tí best umtóktu røðina av barnabókum. Fleiri av bókunum eru eisini umsettar til latín, og eitt av mongu metunum hjá Palla-Pumm er, at hann er høvuðspersónurin í einastu latínsku bókini, sum hevur vunnið seg upp á bestseljara-listan hjá New Your Times. Cuba-kreppan 14. oktober 1962 er Cuba-kreppan í hæddini. Tvey flogfør hjá amerikanska herinum taka myndir av russiskum rakettum, sum væl kunnu bera kjarnorkuløðingar yvir á amerikanska meginlandið. Søgufrøðingar eru í dag á einum máli um, at heimurin ongan tíð hevur verið nærri einum veruligum kjarnorkukríggi enn júst hesar dagarnar fyri 50 árum síðani. Fidel Castro valdi tó ongan tíð at nýta vápnini, men næsti maður hansara, Che Guevara, hevur staðfest, at stóð hann við avgerðini, so vórðu rakettirnar sendar avstað. Tilvera Jákup Mørk post@sosialurin.fo Tað ar av sonnum ein ræðuleiki, sum rakti Youssif og familju hansara tann 15. januar í 2007. Meðan Youssif – óvitandi um nakran vanda – spældi uttan fyri heim teirra í Bagdad, komu fýra mans, ílætnir maskum, eftir dreinginum. Teir oystu hann undir í bensini, áðrenn teir settu eld á, og síðani rýmdu teir. Hvaðani teir komu ella hvørjir teir vóru, er tað enn eingin, sum hevur stað­ fest. Men úrslitið var ræðuligt. Somiki ðræðuligt, at mamman fall í óvit av skelk­inum, sum hon fekk, tá hon rann út í garðin, har hon hevði hoyrt neyðar­ rópini frá soninum. Í níggju mánaðir stríddist pápin fyri læknahjálp til sonin, men boðini vóru tey somu. Skuldi nøktandi hjálp fáast, kundi hendan ikki veitast í Irak. Og fyri for­eldrini var tað óhugsandi at leita sær út um landamørkini eftir hjálp. Hjálp frá tí grábeinta Í neyð síni valdi pápin at vitja skriv­ stov­una hjá CNN í Bagdad fyri at vita, um tey vistu nøkur ráð. Fyri irakar er tað mest sum óhugsandi at biða eina ameri­kanska »propagandamaskinu« um hjálp, og foreldrini vistu eisini av, at tey við hesum settu lívið í váða. Sæð úr politiska sjónarhorninum í Irak, so hava foreldrini við hesum biðið um hjálp frá sjálvum tí grábeinta. Men sum mamman so rámandi segði, so vildi hon held­ur doyggja, um alternativið var at síggja son sín líða á henda hátt. Úrslitið gjørdist ein hjartanemandi reportasja, sum CNN gjørdi um Youssif. Úr øllum heraldshornum vildu fólk fegin veita fíggjarligan stuðul, og søgan tel­ist enn millum tær mest lisnu og sæddu hjá CNN, tá sonevndu breaking- news tíðindini eru undantikin. Children Burn Foundation, ið er ein grunnur, ið veitir hjálp til børn, sum hava verið fyri brunavanlukkum, beyð sær til at samskipa hjálpina til Youssif. Tann 11. september í 2007 vórðu Youssif, for­eldrini bæði og lítlasystir Youssif sett á flogfar við kós móti USA, og longu 20. september fór fyrsta skurðviðgerðin fram. Fíggjarliga trygdin fyri hesum var tá langt síðani komin í rættlag, tí saman høvdu CNN og californiski hjálpar­grunn­urin savnað yvir $300.000 at hjálpa Youssif. Í alt hevur Youssif nú verið ígjøgnum 15 skurðviðgerðir, og hóast nakrar av teim­um hava verið bæði stórar og tor­ førar, so hevur gongdin støðugt verið rætta vegin. Ta einu ferðina mátti Youssif tó ígjøgnum tríggjar skurð­við­ gerðir innan bara 24 tímar, tí læknarnir tvær ferðir máttu bøta um illa farnar æðrar. Miðlahetja Hjá CNN hevur søgan sjálvandi verið eitt scoop av teimum heilt stóru. Støð­in hevur fylgt við, tá illa brendi drong­ urin stórsmílandi hevur greitt frá, at nú kann hann síggja tenn sínar, og frøi hansara var ovurstór, tá hann eftir eina av mongu skurðviðgerðunum kundi siga páp­anum, at nú kundi hann eta við gafli. Og tað er ikki bert á skíggjanum, at CNN hevur notið gott av hesum. Støð­ugt hevur tíðindasíðan hjá CNN á netinum havt bloggar og reportasjur um Youssif, og á Facebook er serstøk síða, har fólk kunnu sýna sín stuðul til Youssif. Vil lesa til lækna Longu undan vanlukkuni plagdi Youssif at siga, at hann vildi verða lækni, tá hann varð stórur. Og dreyminum hevur hann ikki slept enn. Í 2008 byrjaði hann at ganga í skúla, og í viðtali við CNN hevur hann staðfest, at læknayrkið framvegis er hans­ara dreymur. – Eg vil sleppa at hjálpa øðrum menn­iskjum, var stutta og greiða svar­ ið, tá CNN spurdi, hví hann hevði júst hendan dreymin um framtíðina. Enn er tó ikki greitt, hvar hesin dreym­urin kann verða til veruleika. For­eldrini hjá Youssif hava framvegis bert fyri­bils uppihaldsloyvi í USA. Eldri beiggi hansara býr framvegis í Bagdad, og tó at familjum hevur fingið váttað frið­skjól, um tey koma aftur til Bagdad, so er tey als ikki vís í, at trygdin í hesum er nóg stór, um tey velja at flyta aftur til heim­landið.