fríggjadagur 12. oktober 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lønirnar
í Føroyum
verða
trýstar
uppeftir
FAS Ein lóg, sum samgongan ætlar at seta í verk, fer at
seta ein stoppara fyri øllum okkara framtíðarætlanum í
Føroyum, sigur stórt felag, sum hevur fýra skip í FAS
Føroyingar,
sum
sigla
uttanlands
við
skipum
undir altjóða skipaskrá
setingini í Noregi og í
Danmark, hava nógv betri
inntøkur enn teir, ið siglur
við skipum undir FAS, sum
er tann føroyska altjóða
skipaskrásetingin.
Tað
staðfestir
bæði
Maskinmeistarafelagið og
Føroya Skipara- og Naviga
tørfelagið.
Hvørki Maskinmeistara
felagið ella Skipara- og
Navigatørfelagið vilja góð
taka ætlanina hjá sam
gonguni at broyta skatta
lógina fyri at bøta um
umstøðurnar hjá útisiglar
um.
Tey bæði yvirmanna
felagið siga, at tað eru
óráð at geva føroyingum,
sum sigla uttanlands, ein
skattafyrimun, uttan at
geva teimum, sum sigla við
føroyskum skipum, sama
batar.
Skipara- og Navigatør
felagið unnir væl sjómonn
um undir øðrum flaggi allar
teir frádráttir teir fáa.
Men skattalógin má ikki
verða ein fyrimunur hjá
teimum, frammum teir,
sum eru við føroyskum
skipum, bæði fiskiskipum,
FAS skipum, og almennum
skipum
- Vit vita, at føroysku
størvini fyri tað fyrsta eru
lægri lønt. Kemur so ein
munandi skattafyrimunur
omaná, er heilt greitt hvør
vinnur kappingina um best
skikkaðu
arbeiðsmegina,
sigur Skipara- og Naviga
tørfelagið.
Maskinmeistarafelagið
sigur, at tað kann ikki góð
takast, at batar verða gjørd
ar í skattaviðurskiftunum
hjá útisiglarum, uttan at til
svarandi batar verða gjørd
ir í okkara egnu FAS skipan
- Lønarmunurin liggur
longu nú á 10%-20% og í
summum førum enn meiri.
Vandin við hesum er, at
FAS ikki kann vera við í
kappingini um tað góða
fólkið, sigur Maskinmeist
arafelagið.
Verður
uppskotið
hjá
samgonguni samtykt um
at bøta um umstøðurnar
hjá føroyingum, sum sigla
ella arbeiða uttanlands,
fer tað at trýsta lønarlagið
í Føroyum upp eftir
Tað heldur Vinnuhús
ið, sum í hesum føri um
boðar bæði bæði reiðarí
undir FAS og aðrir ar
beiðsgevarar við starvs
fólkum uttanlands.
- Tað undrar okkum,
at fyri at fáa eina greiðari
skipan fyri ein løntakara
bólk verða so umfatandi
broytingar
gjørdar,
at
hetta ávirkar ávísar før
oyskar vinnugreinabólk
ar, soleiðis at hesir verða
verri stillaðir.
- Tað verður soleiðis
hjúklað um útlendskar
arbeiðsgevarar/reiðaríir
fyri rokning hjá teimum
føroysku.
Vinnuhúsið heldur, at
tað er løgið, at Fíggjar
málaráðið ætlar at gera
okkara skattaskipan so
leiðis, at hon eggjar føroy
ingum at fara uttanlands
at arbeiða.
- Vit eru í eini støðu,
har tað er sera torført, fyri
ikki at siga ógjørligt, at fáa
útlendska arbeiðsmegi til
Føroyar.
-
Tá
ið
føroyska
arbeiðsmegin
so
har
afturat fer uttanlands
at arbeiða, elvir hetta til
lønartrýst í Føroyum.
Vinnuhúsið staðfestir,
at ætlanin hjá samgongu
ni er beinleiðis í mótsøgn
við ætlanina við FAS.
- Inntøkurnar av FAS,
og atknýttum vinnum,
eru av álvara farnar at
síggjast og tí er tað burt
urvið at leggja fótonglar
fyri hesa vinnu.
- Soleiðis sum upp
skotið liggur, skeiklar tað
kappingina,
og
serliga
kappingina um manning
ar til skipini, sigur Vinnu
húsið.
20% meir í løn
Áki Bertholdsen
- Hetta er ógvuliga harmiligt.
Hentzar Steingrímsson í
Thor Shipping, harmast um
ætlanina hjá samgonguni at
broyta skattalógina fyri at
gera umstøðurnar hjá teim
um, sum sigla og arbeiða
uttanlands betri.
Sjálvur umboðar hann
SMS, Simon Møkster Shipp
ing AS, sum er eitt stórt
Reiðarí í norsku frálanda
vinnuni.
Síðani 2005 hevur felagið
eisini verið í okkara altjóða
Skipaskráseting, FAS og nú
hevur tað fýra skip undir før
oyskum flaggi í FAS.
- Tilsamans sigla 95 mans
við hesum skipunum og teir
eru allir føroyingar.
Ein stoppari
Hentzar Steingrímsson sigur,
at SMS hevur ætlað at økja
um virksemið í Føroyum.
Men verður nýggja lógin
hjá samgonguni samtykt,
verður hetta av ongum.
- Í longri tíð hava vit havt
ein ítøkiligan trupulleika og
tað er, at nógvir, fyri ikki at
siga allir av føroysku mann
ingum, hava søkt um at
sleppa at umborð á okkurt av
skipunum hjá SMS í Noregi.
- Okkara føroysku sjó
menn
ringja
dagliga
til
okkara og biðja um at verða
fluttir yvir á okkurt norskt
skip.
- Tað vilja teir heldur enn
at sigla við okkara fýra skip
um undir FAS.
Hentzar
Steingrímsson
staðfestir, at orsøkin til tað
er, at skatturin í Noregi er
nógv lægri.
Hann staðfestir somu
leiðis, at verður uppskotið
hjá samgonguni samtykt, fer
tað heilt avgjørt at seta ein
stoppara fyri framtíðaræt
lanunum hjá SMS í Føroyum,
tí nú verður munurin á
skattinum í Noregi og í Før
oyum enn størri enn hann
longu er.
Rýma
Hentzar Steingrímsson dugir
eisini væl at hugsa sær, at ein
avleiðing verður, at skipini
fara undir fremmant flagg.
- Fer tað at knípa at fáa
manning og føroyingar ikki
vilja sigla við sínum egnu
skipum, er ikki nógv annað
at gera, staðfestir hann.
- Tað loysir betri hjá før
oyingum at sigla í Noregi,
tí føroyskir myndugleikar
leggjast á føroyingar, sum
sigla í Føroyum, staðfestir
hann turrisliga.
Hetta harmast hann al
mikið um, tí allar fráboðanir
frá politisku skipanini hesi
seinastu árini, hava verið, at
FAS er ein skipan, sum hevur
meginparturin av politisku
skipanini tekur undir við.
Hann hevur fingið at
vita frá grannskoðarum, at
er endamálið at gera skatta
viðurskiftini hjá føroying
um uttanlands, greiðari, ber
tað væl til, uttan at leggjast
á FAS.
- Tað er bara ein spurning
ur um, at fólk, sum hava skil
fyri skattateknikki, seta seg
saman og finna eina loysn.
Steðga nú við
allari útbygging
í Føroyum
Tað er løgið, at
Fíggjarmálaráðið
ætlar at gera okkara
skattaskipan soleiðis,
at hon eggjar
føroyingum at fara
uttanlands at arbeiða