Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Fleskapolitikkur, undir­grund og fiskimark Dimmalætting hevur havt eina greinarøð, har spurt verð­ur, hvat føroyingar lata til “ríkisfelagsskapin”. Tað einfalda svarið er: Vit lata tað dýrabærasta, ið eitt fólk kann eiga. Vit lata frælsi, sjálvsvirðing, ábyrgd, samanhald og menn­ingar­ møguleikar frá okkum. Men vit kunnu eisini spyrja, hvat fær Danmark aftur­fyri at kanna sær ræðið yvir Føroyum og Grønlandi? Jú, hetta hevur givið og gevur Danmark eina ør­ grynnu av fyrimunum: Inn­tøkum. Sparingum. Sam­starvs­avtalum. Handils­ sam­bond­um. Vinnu­møgu­ leik­um. Og valdsstøðum í heim­inum. Danmark sum ríki – og donsk vinna og bú­ skapur – hevði uttan síni hjá­ lond als ikki kunnað havt tær inntøkur og teir møguleikar, tey hava havt. Vit kunnu taka fram nøkur fá dømi um fyrimunirnar hjá Danmark – bara í nýggjari tíð. Hernaðarmálið og NATO Danmark legði NATO-støð í Føroyum fyrst í seksti- árunum. Í dag vita vit, at hetta varð gjørt við eini undir­hondsavtalu um, at donsk fólkapensjón varð sett í verk í Føroyum. Men hvør fekk nakað burturúr? Bara hendan NATO-støðin hevur givið Danmark eina sparing í hernaðarútreiðslum og skyld­um mótvegis NATO, sum er nógv størri, enn teir pengarnir, ið eru sendir til Før­oya. Bara sum eitt lítið dømi: Frá 1962 til 1990 hevur Danmark spart í hernaðar­út­ reiðslum orsakað av Føroyum og Grønlandi = 85 milliardir krónur. Og í sama tíðarskeiði hava veitingarnar til Føroya og Grønlands verið = 55 milli­ ardir krónur. Altso ein spar­ ing uppá 30 milliardir. Hetta er skjalprógvað í eini kanning hjá Føroya Landsstýri. Fleskapolitikkur og fiskimark Sonevndi “Fleskapolitikk­ur­ in”: Heilt fram til 1964 sluppu bretskir trolarar at fiska heilt inn í klettin í Føroyum, hóast ein meiriluti á Løgtingi í mong ár stríddist fyri at fáa fiskimarkið út. Í 1958 góðtóku danir at flyta fiskimarkið út á 12 fjórðingar fyri allar tjóð­ ir uttan Bret­land. Hví? Tí hetta var aftur­fyri, at danski land­búnaðurin fekk ser­ligar av­talur um at selja svína­ kjøt, smør og egg til Bret­ lands, sum hava givið Dan­ mark ovur­honds inn­tøkur og møgu­leikar. (Tá vóru jú sterkir toll­múrar í heim­in­ um). Donsk vinna og handil hava hartil í øldir fingið stórar inntøkur av Føroyum. Bæði av vørum, tænastum, byggiverkætlanum, agen­ turum fyri alt danska ríkið o.s.fr. Undirgrundin Eftir at Tjóðveldi hevði kravt tað í mong ár, eydnaðist endi­ liga í 1975 at fáa ein meiri­ luta á Løgtingi at krevja undirgrundina á før­oyskar hendur. Men hóast henda meiriluta og sam­ráðingar, noktaði Danmark blankt í 17 ár. Hví? Tí tað varð mett at hava stóran týdn­ing fyri danskt vinnulív, sam­ráð­ ingar­støður og valdsstøðu Dan­markar í heiminum, at tey høvdu ræðið á undir­ grundini. Men Føroyar kundu havt heilt aðrar møguleikar, um vit sjálv høvdu rátt undir­ grundini frá byrjanini (fyri ikki at tala um) Norðurhøv og Arktis Og vit kunnu bara taka hend­ ingarnar seinasta árið (í 2012), har Kina hevur gjørt avtalur við danskt vinnulív fyri fleiri milliardir krónur. Hví bar tað til? Tí Kina hevur áhuga í serliga Grønlandi. Men sanni­liga eisini í Føroyum og Norð­uratlantshavi við øllum sínum tilfeingi, komandi skipa­leiðum o.s.fr. Frælsi hevur størsta virðið Samanumtikið: Tað er onki løgið, at Danmark røkir síni áhugamál sum hjálandaveldi. Tað hava so mong onnur gjørt undan teimum. Tað løgna er bara, at vit balla hetta inn í “ríkisfelagsskap”. Og at vit mála hesa sjálvkoloniserandi søguna fram: At vit eru ómynd­ingar, ið skulu takka fyri, at Danmark tímir at taka sær av okkum. Meðan Dan­mark fær onki afturfyri. Frælsi og sjálvræði hevur størsta virði. At selja tað og gera tað upp í peningi er í sjálvum sær ein skeiv hugsan. Men fyri tey, ið vilja selja okkara frælsi og okkara ábyrgd sum fólk fyri pening, er tað ein ótrúliga ringur hand­ilsskapur, ið her fer fram. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Myndin av, at føroyingar bara fáa “gávur” og onki lata afturfyri blokkpengar, er blóðskeiv. Her verða løgd fram nøkur fá ítøkilig dømi um, hvussu veruleikin í eini hjálandastøðu er samansettur Eg standi og ivist inni í lampubúðini. Eg skal hava ein skerm til eina gamla lampu, og hyllarnar í handlinum flóta yvir við lampuskermum. Stórir, lítlir, smalir og bøllutir skermar. Skermar í øllum ælabogans litum. Eg royni at minka um valmøguleikarnar. Lampuskermurin skal vera grønligur og ikki ov stórur. Men skal hann vera mosagrønur, sjógrønur ella eirgrønur, og skal toyið glinsa ella vera matt? Í útvarpinum kjakast tey um hetta vanlukkuliga land. Her er einki at gera! Einki at fáa! Og øll rýma, tí samfelagið er við at søkka í ódugnaskapi og óskili! Í bussinum á veg heim, seti eg meg yvirav tveimum prátingarsomum konum.Tær tosa um málningar og list. Onnur hevur verið til fernisering hjá leikkvinnu í Lítluvík, hin hevur vitjað sýning hjá yrkislistamanni í Steinprenti. Eg taki telefonina úr lummanum, ringi til mannin og spyrji, um vit skulu keypa atgongumerkir til Poe morðini. Síðani ringi eg til sonin, sum er á veg heim frá musikkskúlanum. Heimkomin kagi eg í bløðini. Fíggjarlógin er ein vanlukka á støði við blóðbaðið í Sýria, og føroyskir politikarar líka stórir ránsmenn sum ringastu einaræðisharrarnir í Afrika. Telefonin ringir. Ein pápi spyr, um eg baki til bingo týsdagin. Dreingirnir skulu til Danmarkar at spæla fótbólt, og vit royna at savna pengar inn. Eg lovi at baka eina kaku og hugsi um allar tær hendur, sum lyfta og stuðla í frítíðarfeløgum kring landið. Og so minnist eg knappliga til, at kvøldskúlin byrjar í kvøld. Vit skulu lita og spinna á miðhæddini í nýumvælda skúlanum, meðan vevkonurnar rokast á loftinum, og myndamenn reypa í kjallaranum. Á facebook eru føroysku samfelagsræðuleikarnar uppaftur størri enn í útvarpinum og bløðunum. Eg telji útrópstekn og katastrofur oman eftir statussíðuni og sløkki telduna. Grønliga ljósið frá gomlu lampuni í vindeygakarminum er eitt sindur kámt, men tað er ríkiligt til eygamálið. Eg seti kaldan nátturða á borðið og lati katastrofuróparnar hvørva í skýmingini. Dorit hansen lærari og ritstjóri EYGA MÁLIÐ Katastrofa! (og eini tvey útróps­ tekn afturat) Høgni Hoydal Í 1958 góðtóku danir at flyta fiskimarkið út á 12 fjórðingar fyri allar tjóð­ir uttan Bret­land. Hví? Tí hetta var aftur­fyri, at danski land­búnaðurin fekk ser­ligar av­ talur um at selja svína­kjøt, smør og egg til Bret­lands, sum hava givið Dan­mark ovur­honds inn­ tøkur og møgu­leikar. (Tá vóru jú sterkir toll­múrar í heim­in­um).