fríggjadagur 12. oktober 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leys størv
hjá elfelagnum SEV
Eftirlitsfólk til innleggingardeildina
Eitt starv sum eftirlitsfólk á Innleggingardeildini er
leyst at søkja til setan skjótast tilber. Talan er um
farloyvisstarv í eitt ár.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum eftirlit við og skrá-
seting av nýggjum elinnleggingum kring alt landið og
samskifti við elinnleggjarar. Dagføring av mátianlegg-
um og teknisk kundatænasta eru eisini partur av
uppgávunum, eins og stakroyndir av elmálarum.
Førleikakrøv
Tú skal hava prógv sum elinnleggjari, maskinmeistara-
útbúgving við starvsroyndum innan eløkið ella sam-
svarandi útbúgving. Tú skal eisini hava kunnleika til
teldu á brúkarastøði og koyrikort til vanligan bil. Vit
vænta at tú hevur góðar førleikar innan krøv og gerð
av elinnleggingum, góð evni at samskifta og samstarva
og er fyrikomandi.
Løn
Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og
Starvsmannafelagið.
Umsókn
Umsóknir saman við prógvum og møguligum
ummælum verða sendar til: Elfelagið SEV, Postrúm
319, FO-110 Tórshavn, og skulu vera SEV í hendi í
seinasta lagi mikudagin 24. oktober 2012.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Dánial
Jógvan Hansson, deildarleiðara á tel. 346800.
Maskinmeistari til elverkini í Suðuroy
Eitt starv sum maskinmeistari við elverkini í Suðuroy er
leyst at søkja til setan skjótast tilber.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið umfatar rakstur og hald av elverkunum í
Suðuroy, bæði sum dagarbeiði og vaktarbeiði uttanfyri
vanliga arbeiðstíð. Sum vakthavandi hevur tú
ábyrgdina av yvirvaking og lastfordeiling millum
Vágsverkið og elverkið í Botni umframt netyvirvaking
og koblingsleiðslu fyri elnetið í Suðuroynni.
Førleikakrøv
Tú skal hava fulla maskinmeistaraútbúgving, t.v.s.
víðkað maskinmeistaraprógv, 3 ára maskinmeistara-
skúlaprógv, royndir innan økið og koyrikort til vanligan
bil.
Løn
Starvið verður sett sambært sáttmála millum SEV og
Maskinmeistarafelagið. Umframt føstu lønina kann
roknast við vaktargjøldum og møguliga úrtíðarløn av
og á.
Umsókn
Umsóknir saman við prógvum og møguligum
ummælum verða sendar til: Elfelagið SEV, Postrúm
319, FO-110 Tórshavn, og skulu vera SEV í hendi í
seinasta lagi mikudagin 24.oktober 2012.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jóanes
Norðberg, verkmeistara á Vágsverkinum ella Anders
Nedergaard-Hansen, deildarleiðara á
framleiðsludeildini, báðir á tel. 346800.
Maskinmeistari til Sundsverkið
Eitt starv sum maskinmeistari á Sundsverkinum er
leyst at søkja til setan skjótast tilber. Talan er um eitt
farloyvisstarv í eitt ár.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið umfatar rakstur og hald av Sundsverkinum,
bæði sum dagarbeiði og vaktarbeiði uttanfyri vanliga
arbeiðstíð. Sum vakthavandi maskinmeistrari á
Sundsverkinum hevur tú ábyrgdina av yvirvaking av
elframleiðsluni á verkinum.
Førleikakrøv
Tú skal hava fulla maskinmeistaraútbúgving, t.v.s.
víðkað maskinmeistaraprógv, 3 ára maskinmeistara-
skúlaprógv, royndir innan økið og koyrikort til vanligan
bil.
Løn
Starvið verður sett sambært sáttmála millum SEV og
Maskinmeistarafelagið. Umframt føstu lønina kann
roknast við vaktargjøldum og møguliga úrtíðarløn av
og á.
Umsókn
Umsóknir saman við prógvum og møguligum
ummælum verða sendar til: Elfelagið SEV, Postrúm
319, FO-110 Tórshavn, og skulu vera SEV í hendi í
seinasta lagi mikudagin 24.oktober 2012.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jørgin
Mørkøre, virkandi verkmeistara á Sundsverkinum ella
Anders Nedergaard-Hansen, deildarleiðara á
framleiðsludeildini, báðir á tel. 346800.
Verkmeistari til Sundsverkið
Starvið sum verkmeistari á Sundsverkinum er leyst at
søkja til setan skjótast tilber.
SEV
SEV er interkommunalur felagskapur, ið framleiðir
meginpartin av elorkuni í Føroyum, sum í 2011 var
275 GWh. Har afturat hevur SEV alla transmissión og
útbreiðslu av elframleiðsluni.
Sundsverkið
Sundsverkið er terkmiskt verk og størsta framleiðslu-
verk hjá elfelagnum.
Framleiðslan á Sundsverkinum liggur vanliga um 50 til
60% av samlaðu elorkuni og var í 2011 145 GWh.
Samlaði mátturin á Sundsverkinum er 47 MW, við 5
dieselmotorum og tilhoyrandi hjálpiskipanum:
•2 x Mak 9M43C 8 MW 2001/2004
•1 x Mirrlees Blavkstone KV16Major 5,7 MW 1979
•2 x B&W Diesel 12L55GSCA 12,4 MW 1984/1989
•1 x Deutz BA16M 0,6 MW (neyðstreymsútbúnaður)
Brennievni er tungolja (RMG 380). Stýri- og eftirlits-
skipanin (DCS) er yvirhøvur bygd á PLC og varð
dagførd í 2008/2009.
Avlopshiti frá kølivatni og dampskipan verður latin
Fjarhitafelagnum í Tórshavn - í 2010 32 TJ.
Í høvuðsheitum verður alt hald og umvælingar á
verkinum gjørdar við egnari arbeiðsmegi.
Á Sundsverkinum starvast í dag 25 fólk: 21
maskinmeistarir og 4 arbeiðsfólk/handverkarir.
Starvið
Sum verkmeistari á Sundsverkinum hevur tú afturat
dagligu og teknisku leiðsluni av Sundsverkinum, eisini
starvsfólkaleiðslu og árbyrgd av heilsu, trygd og
umhvørvi, um hendi.
Tú hevur ábyrgdina av rakstri, nýgerð og viðlíkahaldi av
verkinum og øllum tilhoyrandi bygningum.
Saman við 1. meistaranum, myndar tú Sundsverkið
yvirfyri samstarvspørtum, veitarum, myndugleikum og
yvirfyri leiðsluni hjá SEV.
Verkmeistarin á Sundsverkinum hevur beinleiðis
tilvísing til deildarleiðaran fyri framleiðsluna.
Førleikakrøv
Tað er eitt krav, at tú hevur fulla maskinmeistara-
útbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistaraprógv ella 3 ára
maskinmeistaraskúlaprógv, og koyrikort til vanligan
bil.
Tað er somuleiðis eitt krav, at tú hevur leiðsluroyndir
og ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan leiðslu av
einum termiskum elverkið.
Vit vænta, at tú er jalig/ur av lyndi, hevur góð evnir at
samstarva og samskifta.
Eisini vænta vit, at tú er uppsøkjandi, ynskir at síggja
úrslit og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn.
Løn
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan,
sum verður roknaður frá prógvtøkudegnum, men er
treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá.
Umframt nevndu løn verður ein mánaðarlig viðbót
veitt.
Umsókn
Umsóknir saman við prógvum og møguligum
ummælum verða sendar til: Elfelagið SEV, Postrúm
319, FO-110 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi
hósdagin 25. oktober 2012.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
Finn Jakobsen, deildarstjóra ella Anders Nedergaard-
Hansen, deildarleiðara fyri framleiðsluna, báðir á tel.
346800.