fríggjadagur 12. oktober 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 12. oktober 2012
2
VIKUSKIFTI
Fótbóltur
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
At svenska og føroyska landsliðið møtast
á føroyskum heimavølli fríggjakvøldið,
munnu tey flestu í Føroyum vita. Í
Svøríki er eisini nógv tos um dystin, og
nógvir kendir journalistar eru komnir
til Føroya.
Ein teirra var at hoyra í svenska út
varpinum fyri nøkrum døgum síðani,
har hann greiddi frá, at hann dagin
aftaná skuldi vera saman við stats
ministaranum Kaj Leo Johannesen
allan dagin. Starvsfelagi hansara spurdi
hann tá, um hann mundi fara og fáa
somu sømdir í Týsklandi og sleppa at
vitja Angelu Merkel, tá Svøríki skal
spæla móti Týsklandi.
Stór grein er eisini um málmannin
Jákup Mikkelsen har hann greiðir frá,
hvussu stoltur hann er at umboða
Føroyar, og at kenslan, tá Leo Messi
letur seg í landsliðstroyggjuna, og tá
hann ger tað, helst er tann sama.
Annars greina og meta blaðfólkini
um, hvussu svenska liðið verður mann
að, og hvussu venjarin Erik Hamrén
hugsar, nú hann
skal møta før
oyska lands
liðnum.
At ferðast
er at liva
siga tey
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Páll Klettskarð / Mynd: Eydbii Myndir
klumman
Barbara
Holm
Í svensku miðlunum hevur seinastu vikuna nógv verið at
frætt um Føroyar og føroyskan fótbólt. Onkur hevur
samanborið Kaj Leo við Angelu Merkel, og Jákup Mikkelsen
sigur einastaðni, at tað ikki er so stórur munur millum
hann og Messi, tá hann letur seg í landsliðstroyggjuna
Havi júst verið ein túr í Egyptalandi. Í mong
Harrans ár havi eg havt eitt brennandi ynski
um at ferðast langt burtur í okkurt fjar
skotið land, har mentanin er púra øðrvísi
enn okkara, har fólkini hava øðrvísi virði,
og mest umráðandi av øllum – har tað er
spennandi!
Spenningurin – ikki júst nakað, sum
føroyingar uppliva nógv av í gerandis
degnum. Ímillum hugnatúrarnar á Hvonn
og innkeypstúrarnar í SMS hendir ikki
so ótrúliga nógv. Vit hoyra okkurt nýtt í
útvarpinum, ella vit frætta okkurt slaturkent
frá vinkonunum – men annars hendir ikki
tað heilt villa.
Og er tað ikki júst hetta, sum vit føroy
ingar altíð hava gramt okkum um? Tað er
so keðiligt í Føroyum? Jú! Og tí fór eg til
Egyptalands at ferðast – pakkaði kuffertið,
og fór hugagóð út í tann stóra heim at
uppliva okkurt spennandi!
Fyrsti dagurin í Egyptalandi var tó ikki
so spennandi, sum eg hevði vónað. Tað vísir
seg, at í slíkum londum vera ferðafólkini
stappað inn í púra avbyrgd øki, har tey als
ikki fáa samband við tey lokalu – tey, sum
hava tí øðrvísi mentanina.
Men tað skuldi næsti dagurin bøta um. Tá
gekk leiðin púra inn í ein stórbý í Egypta
landi, har ein veruliga kundi merkja mentan
ina, merkja fólkini og hugburðin har.
Og tað var ræðandi! Spennandi – men
ræðandi. Tað var ótrygt, ókent og rættiliga
nervapirrandi at fáa at vita á hotellinum »be
careful, a persons life is not of value here«.
– Altso vóru boðini greið: Makka rætt, ella
set lívið uppá spæl.
Tann túrurin út í býin vardi sera stutt.
Eftir 40 minuttir var eg so bebbarædd, at
eg setti nøsina heim aftur móti tí avbyrgda
hotellinum, sum hevði vápnaðar hermenn
við dyrnar. Og sjálvandi endaði eg við at
rinda tað trídupulta fyri hýrubilin uttan
orsøk.
Vikan í Egyptalandi var alt tað, eg hungr
aði eftir. Hon var spennandi, lærurík og
upplýsandi. Men samstundis vísti hesin túrur
á eitt virði, sum vit føroyingar ofta taka fyri
givið. Tryggleika!
Í teoriini er tað gott, tá ið okkurt spenn
andi hendir. Í filmunum sær tað altíð so
lætt og sjarmerandi út. Men veruleikin er
ein annar. Tá ið alt kemur til alt, er einki
so týdningarmikið sum tryggleiki. At vita,
at ein kann ganga púra ótarnaður eftir
gøtunum, má vera tað, sum hevur allar
størstan týdning.
Ímynda tær, um tú var álopin av seljarum,
hvørjaferð tú fór oman á Vaglið? Ella um
menn við maskinbyrsum stóðu við dyrnar
hjá SMS? Ella um tú visti, at tú fórt at blíva
snýttur, hvørjaferð tú fór í ein hýruvogn?
At koma aftur til Føroya var fantastiskt!
Veðrið var keðiligt tann dagin, einki hendi
í býnum í Havn tað kvøldið, og eingin visti
nakran slatur at siga. Men, eg var trygg.
So segði
hon...
Føroyar á breddanum
í svenskum miðlum
Eg havi møtt fimm fantastiska fittum
dreingjum, sum eg uttan iva fari at hava
samband við restina av lívinum.
Lillian Dalsgaard, sum hesa vikuna hevur verið
at sæð í sjónvarpsrøðini 6 På Date á TV3
Mynd: inna Törnroos
Menn fylgja við í størsta
spenningi meðan flett verður