fríggjadagur 12. oktober 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 12. oktober 2012
4
VIKUSKIFTI
samrøða
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fyri nøkrum vikum síðani høvdu vit
samrøðu við Clayton Soares. Hann
var tá suverenur toppskjútti í EFFO
deildini. Clayton endaði sum topp
skjútti, men hann er ikki einsamallur
á tindinum. Við rimmar endaspurti
tók Páll Andrasson Klettskarð seg upp
undir liðina á brasiliumanninum. Teir
skoraðu báðir 22 mál.
Hugsar tú um møguleikar, sum tú
átti at havt umsett til mál, og sum
harvið høvdu borið teg einsamallan
upp á máltindin?
– Soleiðis er tað altíð, og soleiðis
man Clayton Soares eisini hugsa. Eg
eri stak væl nøgdur við kappingarárið,
og serliga eftir summarsteðgin gekk
tað væl. At eg skoraði so nógv mál
kemst av, at liðfelagarnir vóru so ófør
ir at leggja upp til mín. Vit spældu
rættuliga álopskent. Tá ið vit nú síggja
samantaldu tølini, so kunnu vit kanska
siga, at vit vóru ov álopskendir. Vit
skoraðu fleiri mál enn nakað annað
lið, men tað er merkisvert, at tað bara
var hjá FC Suðuroy og TB, at tað fóru
fleiri mál ígjøgnum enn hjá okkum,
og tað er orsøkin til, at vit ikki endaðu
hægri enn á fjórða plássi.
Á yrkisrættaðum gøtum
Páll A. Klettskarð er føddur og upp
vaksin í Klaksvík. Mamman, Óluva,
er úr Haraldsundi, og hann er upp
kallaður eftir abbanum Páll Klettskarð
í Haraldsundi. Pápin, Andrass
Sólstein, abbin Alex Sólstein og
fleiri aðrir í familjuni hava altíð verið
millm stuðlarnar í Klaksvíkar horn
orkestri. Teir hava verið og eru KÍ við
haldsmenn, men teir hava ikki verið
fótbóltsspælarar. Næsti skyldmaðurin
á fremsta KÍ liðnum man vera ommu
beiggin Ólavur Thomsen, sum var
tiltikin miðverji á 66-liðnum.
Páll A. Klettskarð er føddur 17.
mai 1990 ella knappar fýra mánaðir
undan tiltikna Landskrona sigrinum
á Eysturríki. Hann hevur altíð verið
bitin av bóltinum, og tað hevur ongan
tíð verið ivi um eyðsýndu evnini og
møguleikarnar hjá unga manninum,
sum kennist vera í góðari javnvág
við seg sjálvan og svarar umhugsað
og skilagott, tá ið vit seta honum
stevnu.
Áhugin fyri fótbólti og eyðsýndu
fótbóltsevnini vóru orsøk til, at Páll
á sumri í 2007 flutti til Keypmanna
havnar at ganga í studentaskúla og at
spæla fótbólt.
– Todi Jónsson var áhugaður í
at knýta ungar føroyskar spælarar
aftrat FC Amager, sum hann stóð á
odda fyri. Jákup í Stórustovu vísti á
Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og
meg. Vit skrivaðu lærlingasáttmálar
við FC Amager. Hetta bar við sær,
at vit gingu í spildurnýggja Ørestad
gymnasium, og at vit spældu fótbólt.
Hetta var spennandi, og eg haldi eis
ini, at tað var mennandi, men tað var
eisini strevið. Seinnapartarnar fóru vit
beinleiðis úr skúlanum og til venjingar,
og so fóru vit til hús. Vit búðu í íbúð
saman, so tá ið vit komu til hús, snúði
tað seg um matgerð, at vaska og at
gera skúlating. Tað vóru ikki stundir
til so nógv annað. Vit kendu okkum
ikki uttanfyri í skúlaflokkinum, men
vit luttóku ikki í sosialu tiltøkunum,
greiðir ungi maðurin frá.
Tá vit spyrja, um hann iðrar seg
um, at hann so blaðungur flutti til
Danmarkar at spæla fótbólt, so svarar
Páll A. Klettskarð soleiðis:
– Eg eri fegin um at hava búð í
Keypmannahavn og at hava brúkt
danska málið so nógv. Tað verður heilt
víst ágóði seinni. Eg droymdi um at
verða professionellur fótbólsspælari,
og eg kendi tað sum forrætt at sleppa
at royna hetta. Todi Jónsson hjálpti
okkum væl, og vit komu allir á besta
liðið, sum flutti upp úr triðibestu og
í næstbestu deildina. So var tað, at
felagið fór á húsagang. Tað kendist
rættuliga undarligt. Vit vandu henda
fyrrapartin – eg haldi at tað var ein
leygarmorgun. Støðan hjá FC Amager
hevði verið nógv frammi í pressuni,
men tað kom kortini óvart á, tá ið
Todi Jónsson kom út á vøllin og segði
okkum, at nú var eingin framtíð í FC
Amager.
Og hvat so?
– Vit vóru ikki lidnir í skúlanum, so vit
hildu fram í Keypmannahavn. Hans
Jørgensen fekk sáttmála við Herfølge,
og Erling og eg royndu okkum fyrst
í Frem, men so fluttu vit til Vanløse,
har Michael Madsen, sum hevði verið
venjari hjá okkum í FC Amager, var
venjari. Har komu vit á liðið, men
tað var ikki so seriøst, sum tað hevði
verið í FC Amagar. Vit vandu tríggja
ferðir um vikuna, dystirnir vóru
leygardag, og spælararnir tóku tað
ikki í so stórum álvara, sum vit høvdu
upplivað tað í FC Amager.
Hóast hann eftir summarsteðgin skoraði eina rúgvu av málum
og varð toppskjútti, so iðrar Páll A. Klettskarð seg ikki um,
at hann higartil ikki hevur fingið landsliðsboð. 22 ára gamli
klaksvíkingurin greiðir millum annað frá dreyminum um at
verða yrkisspælari, sum var um reppið at verða veruleiki
í Klaksvík
Málmaskinan