Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 43

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 119 · 12. oktober 2012 7 VIKUSKIFTI Hvat er tað besta við at vera sølumaður? At tú kemur í samband við ótrúliganógv fólk, bæði positiv og negativ, og at eingin dagur er líka. Merkir tú nakrantíð, at fólk kennast plágað av sølumonnum? Tað kemur fyri. Serliga um fleiri átøk er í senn, sum raka sama kundan. Er tað ein fyrimunur at vera kendur persónur í almenna rúminum? Tað kann bæði vera in fyrimunur og ein vansi. Men tað ger tað avgjørt ikki verri, at tú kennir nógv fólk og kann byrja eitt prát á ein ørvísi hátt. Hvat krevst fyri at koma upp á hægsta stig innan hondbóltsdómarayrkið? Avgjørt eina persónligheit og skal duga sera væl at skilja fólk. Men tað er sjálvandi ein fortreyt at tú ert dugnaligur innan yrkið og arbeiða seriøst at arbeiða fram móti málinum Hvørjar eru tínar størstu upplivingar innan hondbólt higartil? At gerast altjóða dómarar í 2005. Men at sleppa at døma Champions League er tað størsta higartil, tó at tveir landsdystir millum Ísland og Danmark hjá monnum telja ógvuliga nógv. Hvat er tín dreymur at uppnáa sum hondbóltsdómari? Okkara størsta mál nú er at halda sama støði komandi árini, men skal eg droyma er eitt endaspæl tað allarstørsta Hvar ferðast tú, tá tú heldur feriu? Við familjuni. Eg havi tríggjar lítlar kúllar, so vit fara ikki alt ov langan veg. Ferðist gjarna í Føroyum. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Country og Rock. Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpi? Ítrótti og dokumentarsendingar. Hvat er tín lívrættur? Ræst kjøt er avgjørt nummar eitt saman við røstum rivum. Kókað fesk grind er heldur ikki at forsmáa. Hundur ella ketta? Og hví? Hundur. Havi átt hund og haldi tað er eitt heilt fantastiskt djór. Hvør bók liggur á náttborðinum? Sjálvbiografiin hjá Kasper Hvidt. Kvinnurnar blíva við at grenja og knarra um, at tær fáa minni løn enn menninir fáa. Nógv minni. Høvdu tær arbeitt líka nógv sum menn, fingu tær eisini líka nógva løn. Ikki tí, menn, sum arbeiða nógv, fáa ikki allir eina góða løn. Tvørturímóti. Men teir grenja ikki. Men tíma kvinnur at arbeiða líka nógv sum menn, fáa tær somu løn sum menn. Amen í kirkjuni. Punktum. Tað er einfaldur logikkur hjá hvørjun heimalambi í bandi, men ikki hjá kvinnum í hjúnatjóðri. Latið endiliga fleiri kvinnur sleppa fram at og gerast stjórar og leiðarar. Tær duga lika illa sum menn, men so fáa tær meira í løn. Javnstøða er, tá kvinnur sleppa og fáa alt tað, sum menn sleppa og fáa. Ikki fyrr enn kvinnur spæla í fremstu deildini hjá monnum í fótbólti er javnstøðu. Ikki fyrr enn kvinnur sleppa í hitarúmið hjá monnunum í Svimjihøllini er javnstøða. Ikki fyrr enn ein kvinna er sterk­asti maður í Føroyum er javnstøða. Ikki fyrr enn ein kvinna aftur er løgmaður er javnstøða. Ikki fyrr enn Fanin er vorðin kvinna er javnstøða. Ikki fyrr enn kvinnur liva líka stutt sum menn er javnstøða. Ikki fyrr enn kvinnur eru líka misháttar sum menn er javn­ støða. Ikki fyrr enn kvinnur sleppa at gifta seg við kvinnum er javnstøða. Ikki fyrr enn líka nógvar kvinnur sum menn vilja vera í Før­oyum er javnstøða. Ikki fyrr enn kvinnur fáa rós fyri at vaska upp og tendra dust­ súgvaran er javnstøða. Ikki fyrr enn líka nógvar ljótar standmyndir av kvinnum sum av monnum misprýða Havnina og skemma hvønn grønan teig og tøkan asfaltfermetur er javnstøða. Ikki fyrr enn líka nógvar gamlar gentur savna dust (nýtt orðaskreyt hjá tíðindafólki, alt er farið at savna dust) sum gamlir dreingir er javnstøða. Ikki fyrr enn líka nógvar kvinnur sum menn fáa borðdamu er javnstøðu. Og so framvegis, og so fram­vegis. Frúgud, sum vit eru komnar stutt og langt er á mál í kvinnu­renningini. Kvinnur eru heldur ikki so ofta í fjølmiðlunum sum menn. Tær vilja altíð sleppa at hugsa fyrst, áðrenn tær siga nakað. Skammiligt. Men tey flestu, kvinnur og menn, verða tó bara nevnd eina ferð í lívinum í Útvarpinum. Eina ferð í lívinum, og tað er, tá tey eru deyð. Sum hon sjálv segði: tað er so keðiligt, tá ein sjálvur ikki ger mun. Javnstøða er ein ring støða at taka avgjørda støðu til. Eingin kvinna hevur verið á mánanum, so har er heldur ikki javnstøða. Mánin er bara hálvur í so máta. Nógv er bara hálvt. Tíbetur, tí so er tað bara helvtina so ringt sum tað kundi verið. Hvat sigur Gamla Testamentið um javnstøðu? Tað er avgerandi. Javnstøða var ikki uppfunnin tá. Ókey, og tí er ikki javnstøða í Føroyum. Hví fara allar løgnar, akademiskar sniðgøtur eftir svarinum, tá svarið er so einfalt? Latið okkum ikki falla í fátt. Eva slapp úr Edens garði samtundis sum Adam. Frøkengud ger ikki mun á sínum. Hon virðir javnstøðuna. Adam og Eva leiddust út í æviga myrkrið. Heimurin, hann, er ljótur. Verðin, hon, er góð. Javnstøða er ófør við einum glasi av kilskum reyðvíni afturvið og einum calvadossi omaná. Eitt rimmar ervi. Sum ein mafiosa segði: javn­ støða er ein mannminkandi manna­munur, tann versti í manna­minni. Elstu menn minn­ ast ikki verri. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Eyðun Samuelsen lagt til rættis: Leo Poulsen Krevur persónligheit at gerast altjóða hondbóltsdómari Tað sigur annar av okkara altjóða hondbólts­ dómarum, Eyðun Samuelsen, sum í tí sambandi ferðast nógv, og tí fegin heldur feriu í Føroyum. Hann er country-maður burturav, men lurtar eisini eftir Rock’n’Roll, og lesur í løtuni sjálvbiografiina hjá Kasper Hvidt: Under Himlen, midt i målet Frúgud ein munur!