fríggjadagur 12. oktober 2012síða 45
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 12. oktober 2012
9
VIKUSKIFTI
vanliga fáa vit tað gjøgnum tann natúr
liga mátan. Tað kann tað hugsast, at
ludomanar onkursvegna sakna spenn
ing í lívinum, tí tað er sjálvdan, at fólk,
sum hava eitt ríkt og virkið lív hungra
eftir spæli, greiðir Eyðun Joensen frá.
Hann heldur tó ikki, at til ber at tosa
um eina ávísa persónstýpu, tá talan er
um ludomanar.
– Hví summi og tíbetur lutfalsliga
fá fólk enda so langt úti í spæliøði, at
tey spæla sær alt av hondum, er ógvu
liga trupult at siga, men helst hevur
ludomani okkurt at gera við ymisk
persónleikabrek í viðbót, tað vil siga so
nevndar dupultdiagnosur, sigur Eyðun
Joensen. Og júst hetta fær ludomani at
líkjast nógv aðrari misnýtslu.
– Hjá einum ludomani tekur spæli
ørskan so mikið nógv yvir, at alt annað
ómetaliga virðismikið í lívinum verður
misrøkt. Í so máta minnir sjúklig spæli
trongd og spæliøði nógv um onnur sløg
av misnýtslu. Vit vita jú um fólk, sum
gerast bundin í ólukkumát, soleiðis
at til dømis fløskan ella rúsevnið fær
alt valdið á persóninum, sigur Eyðun
Joensen.
Lygnir eyðkenna ludomani
Tað sum eyðkennir tey fólkini, ið gerast
bundin at spæli, er, at realitetssansurin
hjá teimum hvørvur.
– Typiskt fyri alla ørsku líka frá
forelskilsi til spæliørsku er, at við
komandi persónur missir samband við
realitetin. Spæli og spenningurin verður
tað einasta, sum melur í høvdinum, og
alt annað verður skúgva til viks, greiðir
Eyðun Joensen frá. Umframt at missa
sambandið við veruleikan er tað eisini
sermerkt fyri ludomanar, at lygnirnar
byrja at spæla ein alsamt størri leiklut
í gerandisdegnum.
– Hesi fólkini vita fullvæl, hvat er
rætt og skeivt, og fyri at dylja yvir
spæliørskuni kenna tey seg noyddan
at lúgva. Hvussu skulu tey annars for
klára, at fíggjarstøðan verður vánaligari
og vánaligari, familjan verður forsømd,
og tey ikki geva sær far um onnur týdn
ingarmikil ting, sigur Eyðun Joensen og
heldur fram:
– Fyri ein ludoman upptekur spælið
persónin í so stóran mun, at viðkomandi
forsømir tey nærmastu, tað sosiala lívið
og tilveruna annars. Persónurin setur
hús og heim upp á spæl, og er ofta
noyddur at læna pengar fyri at kunna
halda fram við spælinum. Tað kann
lættliga gerast ein katastrofa, tá spæli
hugurin tekur yvir.
Eins og onnur misnýtsla
Spæliørska hevur leingi verið eitt álvar
samt fyribrigdi, og í 90-árunum bleiv
spæliørska skrásett sum beinleiðis
sálarligt frávik, brek ella sjúka, og dag
er ludomani viðurkent sum diagnosa
í almennu alheimssjúkuskrásetingini.
Viðgerðarmøguleikarnir eru í stóran
mun teir somu, sum verða nýttir í sam
band við aðra misnýtslu
– Fyrst og fremst er neyðugt, at
ludomanurin sjálvur viðgongur, at
hann hevur ein trupulleika. Fært tú ikki
hugsavnað teg um annað enn spælið,
situr uppi alla náttina, og kanska sjálv
ur gerst varugur við trupulleikan, er
umráðandi, at tú leitar tær hjálp. Í fleiri
førum er tað ofta familjan, sum talar
at og fær viðkomandi í viðgerð, sigur
Eyðun Joensen. Útlitini fyri at koma
burtur úr spæliørskuni eru hjá teimum
flestu rættiliga góð. Hagtøl úr Danmark
vísa, at umleið 75 prosent av teimum,
sum fara í viðgerð, verða frísk.
- Tey hagtølini eru frægari enn tey,
vit hava fyri aðra misnýtslu í Føroyum,
sigur Eyðun Joensen og heldur fram:
– Um ein ludomanur fer í viðgerð,
er tað av alstórum týdningi, at familja,
arbeiðspláss og onnur, sum dagliga eru
saman við viðkomandi, vísa sín stuðul,
soleiðis at persónurin ikki kemur
út aftur í misnýtsluna, sigur Eyðun
Joensen.
Ludomani
• Ludomani er ein sjúklig trongd at spæla
– ofta eydnuspæl.
• Hóast ludomanurin veit, at tað er skilaleyst at
spæla so nógv og váða so nógv, megnar hann
ikki at steðga spælihuginum.
• Spæltrongdin hevur ofta eina keðiliga ella oyðileggjandi
ávirkan á arbeiðslív, familjulív og persónlig sambond.
• Ludomanurin leitar ofta eftir nýggjum spenningi við at
spæla nýggj spøl ella økja um innsatsin í spølum.
• Tað er ikki lætt at finna ludomanar, tí teir royna
ofta at fjala út yvir sína spæltrongd.
– Eins og við spæli, so er spenningur eisini ein grundleggjandi tørvur, sum kann nøktast
við til dømis einum spæli av poker, sigur Eyðun Joensen, sálafrøðingur