Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-12, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 119 · 12. oktober 2012 10 VIKUSKIFTI Átrúnaður Janus á Ryggi post@sosialurin.fo Við øllum frá fólkakirkjunum, til brøðra­samkomur og missiónshús, til hvítu­sunnusamkomur, adventistar, Bahái og Jehovas vitnir. Tað trýtur ikki við religiøs­um tilboðum, hóast Føroyar eru sera smáar. Ein meting sigur, at heili 17 ymiskir trúarbólkar eru at finna í Før­oyum. Hetta kann geva eina fatan av einum rættuliga fjølbroyttum sam­felag, men samstundis eru Føroyar ikki meiri religiøst fjølbroyttar enn so, at flestu trúar­bólkar í Føroyum hava felags­útgangs­støði í kristindóminum. Ímyndin, umheimurin hevur av Føroyum, er sostatt, at talan er um eitt serstakliga religiøst samfelag saman­ borið við onnur lond. Men hví spælir átrúnaður so stóran leiklut í Føroyum, tá ávirkanin frá átrúnaðinum er mink­ andi í nógvum øðrum londum í vestur­ heiminum? Hetta er ikki nøkur lítil gáta at loysa, men tað setti PhD granskarin Janna Egholm Hansen sær fyri at kanna, tá hon í 2009 fór undir eina PhD verk­ætlan undir heitinum »Homogen pluralisme: Religion og religiøsitet på Færøerne« á universitetinum í Århus. Verkætlanin skuldi greina føroyskan religiøsi­tet. Men úrslitið hevur gjørt Jannu Egholm Hansen heldur bilsna, tí hóast átrún­ aður fyllir nógv í føroyska sam­felag­ num, er niðurstøðan hjá henni, at ser­ føroyska religiøsa støðan av álvara er við at førka seg. Fleiri trúarbólkar, meiri religión Er religiøsitetur stýrdur av eftir­ spurn­ingi ella útboði? Hetta kann tykj­ast løgið at spyrja, men Janna Egholm Hansen metir, at ein orsøk til, at Før­oyar eru meiri religiøsar enn nógv onnur lond, er stóra útboðið av religiøsi­teti, sum hevur eitt sindur av hvørj­um at bjóða til næstan einhvønn tørv. Út­boðið ávirkar við øðrum orðum religiøsa eftir­spurningin. – Um einum dámar stillan átrúna er fólkakirkjan ella kanska brøðra­sam­ koman upplagdi møguleikin. Men er ein yngri og sóknast eftir meiri lívligum møguleikum, so eru Keldan ella hvítu­ sunnu­samkomurnar við sínum lívliga stíli kanska meiri hóskandi. Við øðr­ um orðum ber til at siga, at tað er ein trúar­bólkur til einhvønn, óansæð aldur, sosialan status og áhugamál sum heild. Religiøst fjølbroytni økir um religiøsitetin, leggur Janna Egholm Hansen dent á, í eini samrøðu við undir­ritaða. Føroyska tjóðskaparstríðið spælir eisini ein leiklut sambært henni, tí at fólkakirkjan í stórum tíðarbilum av søguni í roynd og veru ikki hevur verið nøkur fólksins kirkja, tí hon hvørki var útgjørd við føroyskum prestum, prædikum ella sálmum. Talan var um eina danska fólkakirkju, ið ikki altíð var eins viðkomandi fyri vanliga fólkið. Hetta gav alternativum trúarbólkum serliga góð gróðrarlíkindi til at vaksa fram og økja religiøsa útboðið. Og hetta var helst ein beinleiðis orsøk til, at brøðrasamkoman so líðandi fekk stóra undirtøku millum fólk, tí samkoman legði dent á, at hava alt virksemið á før­oyskum. Føroyar á religiøsum vegamóti Klassiski spádómurin hevur verið, at religión missir sína serstøðu og myndug­leika í samfelagnum, so hvørt tað gerst modernað. Ein gongd aka­ dem­iskar bókmentir og serfrøðingar á økinum rópa sekularisering. Her verður sipað til eina tilgongd, har etableraður átrún­aður støðugt má tillaga seg til tey eyðkennir, vit síggja í einum modern­ aðum samfelag. Náttúruvísind, aðrar lívs­áskoðanir, religiøst fjølbroytni, globali­sering og individualisering, eru øll eyð­kennir, ið bjóða etableraðum átrún­aði av. Ein avleiðing av moderniseringini er tí, at mong modernað menniskju fyrihalda seg rættuliga selektivt til religiøsar lærusetningar og velja tað frægasta burturúr og vraka restina. Eingin tilveru tulking hevur monopol uppá sannleikan longur, og etableraður átrún­aður má nú bjóða seg fram sum eitt alternativ av fleiri. Men sambært Jannu Egholm Hansen, eru Føroyar eftir rættuliga fáum árum farið frá at vera eitt premodernað til Í Føroyum er ein ørgrynna av trúarbólkum, religión fyllir nógv í almenna kjakinum og vit hava eitt løgting við einum tvør­ politiskum religiøsum blokki, ið kann leggja veto tá tað snýr seg um etisk mál. Ein PhD verkætlan avdúkar nú, hví átrúnaður spælir nógv størri leiklut hjá okkum enn í grannalondunum Býr Gud í Føroyum?