fríggjadagur 12. oktober 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 156 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 12. oktober 2012 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Nú er samgongan farin út
um mark.
Ein av okkara fremstu
tónaskøldum, Sunleif Ras
mussen, heldur, at nú eiga
listafólk ikki at finna seg í
meiri frá samgonguni.
Nú mælir hann rætt og
slætt øllum føroyskum lista-
fólkum til at boykotta tiltøk,
sum landsstýrið skipar fyri.
Tað er ætlanin at skerja
játtanina
til
mentanar
grunnin, sum hevur fingið
bikarið hjá tónaskaldinum
at flóta yvir.
- Í einum høggi ætlar
samgongan at skerja 20%
av játtanini til mentanar
grunnin. Hetta er ein ógvu
liga stór skerjing, tí grunn
urin hevur so lítla játtan
frammanundan.
- Tað er so lítið, sum listin
fær, at eg vil kalla tað svarta
einki, sigur Sunleif Rasmus
sen.
Hinvegin sigur hann, at
vit hava eina rúgvu av skap
andi kreftum í hesum landi.
- Vit hava eina ørgrynnu
av listafólki, sum gera eitt
ótrúligt arbeiði at gera Før
oyar kendar uttanfyri land
oddarnar.
- Men sum samfelag
virða vit tey ikki frægari enn
lortin undir neglunum, sig
ur ein bersøgin tónasmiður.
Nú er nokk
Tí heldur hann, at nú eiga
føroysk listafólk at draga
eitt mark og gera greitt, at
nú er nóg mikið.
Sostatt kemur hann nú
við hesi ógvuliga sermerktu
og óvanligu áheitan á øll
føroysk listafólk:
- Vil tí heita á allar mínar
starvsfelagar, um ikki at lut
taka sum bringuprýði hjá
almenna myndugleikanum,
fyrr enn hesin tekur okkara
yrki í álvara, og gevur okk
um sømdir, ið vit hava uppi
borið!
Soleiðis tekur hann til
í tíðargrein í Sosialinum á
síðu 23.
- Myndugleikarnir mugu
fáast at skilja, at ein íløga í
listina er ein íløga í fólkið,
landið og framtíðina, leggur
hann afturat.
Hann sigur, at í hesum
liggur stutt og greitt, at
hann mælir øllum listafólk
um til at boykotta tiltøk,
sum almennu Føroyar skipa
fyri.
- Tá ið almennu Føroyar
annars føra seg fram, bæði
her heima og uttanlands, og
skulu vísa seg frá síni bestu
síðu, eru tað altíð listafólk,
heitt verður á at framføra
fyri gestunum.
Ongin samanhangur
Sunleif Rasmussen Rasmus
sen sigur, at ein játtan til
list, er ikki ein stuðul, men
ein íløga.
- Tað einasta, ið kann
bera eitt samfelag fram á, er,
at listin er ein livandi partur
av samfelagnum –ímillum
fólkið og ikki avskorin frá
fólkinum.
- Nú ætlar samgongan at
hækka játtanina til ferða
vinnuna
munandi.
Men
hvat skulu vit bjóða hesum
ferðafólkum, sum ætlanin
er at fáa hendavegin? Eru
tað ikki júst listafólk, mál
arar, myndahøggarar, rit
høvundar,
sjónleikarar,
tónaskøld
og
onnur
listafólk, sum skulu vera
ein týðandi partur av upp
livilsunum hjá útlendsku
ferðafólkið, tá ið tey koma
higar.
Hann sigur, at tað er í
hesum sambandi, at hann
sóknast eftir einum saman
hangi ímillum avrikini hjá
listafólkunum og almennu
íløguna í listina.
Men tann samanhangin
dugur hann ikki at fáa eyga
á yvirhøvur.
- Tey kunnu sjálvandi
eisini fáa tíðina at ganga
við at keypa sær ein ís í eini
kiosk, ella eitt hálvt seyðar
høvd
onkustaðni,
tekur
hann turrisliga til.
Sunleif Rasmussen held
ur, at vit kunnu spegla okk
um í íslendingum.
Ísland er eisini ein heilt
ung listatjóð. Men har hava
tey ein heilt annan hugburð
til list, tí tey síggja listina
sum ein part av teirra sam
leika.
- Soleiðis hava vit tað ikki
í Føroyum. Men eg veit ikki
hví, tað er so, sigur Sunleif
Rasmussen.
Vil hava listafólk at
boykotta landsstýrið
UPPREISTUR ein av okkara fremstu tónaskøldum, Sunleif Rasmussen, mælir nú øllum
listafólkum í Føroyum til at boykotta tiltøk, sum landsstýrið skipar fyri
Sum samfelag virða
vit tey ikki frægari enn
lortin undir neglunum
Ein av okkara mætastu
tónaskøldum, Sunleif
Rasmussen, mælir nú øllum
føroyskum listafólki til at
gera beinleiðis uppreistur
ímóti førda politikkinum
hjá samgonguni og at
boykotta øll almenn tiltøk
Uppreistur